loynilig á tíðindafundinum, men at talan er um hampuliga fitt av peningi, mundi lítil ivi vera um. Í øllum førum tók Magni Arge skemtandi til, at tað so ikki var blivið bíligari at sita undir liðini á FSF-forsetanum [...] føroyingar. Hóast úrslitini ikki altíð eru eins góð, so er hetta ein fyrimynd, sum øll í Føroyum kunnu síggja upp til. Samstundis kunnu vit við hesi avtaluni vera við til at stuðla tí velduga arbeiði, sum [...] liðið ger tað. Ferðaðist tú í Europa fyri 15 árum síðani, so var javnan, at tú mátti greiða fólki frá, hvat Føroyar var fyri nakað. Í dag kenna tey flestu okkara land, og í 8 av 10 førum er tað landsliðið
borgarstjóri í Havn, sigur, at í hesum sambandi hugsar hann um tey, sum eru komin tvørt fyri í lívinum, og sum síggjast válandi í gøtunum, ofta ávirkað av onkrum rúsandi. Hann staðfestir, at hóast talan [...] , so at tey fáa okkurt at fara upp til um morgunin. - Tað er ikki nógv mikið til at veita stuðul, uttan at hugsa um, hvat hann verður brúktur til, legði hann afturat. Eyðgunn Samuelsen sigur, at tey hava [...] fólk, sum ikki sjálvi eru før fyri at hava ein vanligan bústað. Landið letur stuðul til hetta endamálið, eitt nú Herbergið og Hitastovuna hjá Frelsunnarherinum í Havn og Blákrossheimið í Havn og í ár er stuðulin
grivin hvar. Hetta er ikki óvanligt í øðrum londum, eitt nú í áður nevndu kirkjugørðum í Keypmannhavn. - At lata portrið vera opið, so tað gerst lættari og meira natúrligt at fara ein túr inn í kirkjugarðin [...] fingið meira lív í hann, hevði ikki kostað alla verðina, men tað krevst vilji og áhugi at gera nakað við henda dýrgrip mitt í býnum. Tí eigur komandi býráð millum annað: - At syrgja fyri, at gravsteinarnir [...] r eru lesiligir, og at teir, sum eru koppaðir, verða reistir aftur. Eitt er, at steinar ikki kunnu lesast, men at teir eru koppaðir, er lítið virðiligt. - At seta skelti upp við inngongdina, sum tilskilar
verkætlanini enn eftir at gjøgnumføra og meta vit framvegis, at okkara upprunaliga ætlan eigur at fáa møguleika at verða gjøgnumførd av okkum. Vit halda ikki at tað er rætt og rímuligt at okkara uppskot og [...] skuldi við, var at fáa føroysku myndugleikarnar at trúgva uppá, at meira makrelur var við Føroyar enn áður hildið, og at parturin hjá Føroyum í hesum fiskiskapi var alt ov lítil. Hetta eydnaðist, hóast [...] Føroyar enn upprunaliga mett. Í byrjanini var sera hørð mótstøða ímóti at fiska makrel í føroyskum sjógvi. Størsta mótstøðan bygdi á, at makrelurin ikki skuldi verða mannaføði ella í besta fall kundi seljast
úrslitið alt at siga. - Hatta ráddi ikki um at spæla vakran og poleraðan fótbólt. Tað ráddi um at fáa trý stig, og tey fingu vit eisini. Tað var altavgerandi. - Men tað skerst tó ikki burtur, at tað vóru løtur [...] ferð kann standa við møguleikanum at spæla seg víðari í endaspælið, tá bólkaspælið er av. - Sigurin í dag førir sjálvandi við sær, at vit enn hava møguleikan, men hetta hevur verið ein løgin bólkur. Eitt [...] soleiðis at tað so við og við gerast teir, sum trýsta okkum, og tað kostar so eisini eina útjavning fyri okkum. Tíbetur megnaðu vit kortini at vinna dystin, men tað er heilt víst, at hetta er nakað, sum
Diversnight í nógv ár og onkuntíð hava tað verið einir 20 kavarar við. Men allir kavarar eru vælkomnir, tí hetta er ikki eitt tiltak fyri limirnar í Tórshavnar Froskmannafelag burtur av. Felagið sigur, at hetta [...] eitt stað at kava, sum er lætt atkomuligt og leygarkvøldið fara tey at kava í Hoyvík. Endamálið við tiltakinum er líka nógv sosial samvera, sum at kava, so tey hava útvegað sær ein heitan pott at hugna sær [...] skipar Tórshavnar Froskmannafelag fyri felags tiltaki, har endamálið er at fáa so nógvarar kavarar kring heimin í sjógvin um somu tíð. Hetta er eitt afturvedandi tiltak, sum er hvørt ár og har kavarar úr 22
saman við Baki. Hann sigur, at upsaveiðan hevur verið heldur frægari í ár enn í fjør, og serliga tíðliga í heyst vóru fleiri rend við góðum fiskiskapi. Skiparin vísir á, at støddin á upsanum eisini er [...] Jóhan Eli Poulsen letur ikki væl at upsaprísinum, sum er trýstur av øðrum fiskasløgum á marknaðinum, og útlit eru ikki til frægari prís sum er. Hann sigur, at marknaðurin er við at spreingjast av Alaska-pollok [...] er væl betri, enn hon hevur verið í longri tíð. Hann sigur, at fyri ári síðan var nærum eingin 4’arari at síggja, men nú er høvuðsparturin av veiðini 3’arar og 4’arar. Upsin hevur nógvan livur og er væl
Tað er kortini ikki bert á Stóru Dímun at fólk fegnast um hetta framstigið. Eisini tey í Útoyggjafelagnum gera tað sama. - Ja, tað kann sigast at vera ein sjáldsom støða, at einasta virki í Føroyum, ið er [...] Stóra Dímun: Í hesum døgum kunnu dímunarfólk fegnast um, at ein stór og torfør verkætlan er komin undir land: Fyrsta framleiðsluhúsið á útoyggj, við eini slátureind og eini eind at garva skinn í, er nú vorðið [...] minstu oyggj. - Men hetta ber eisini boð um, at á útoyggj eru kreftir, ið ynskja og vilja framburð, verður sagt úr Útoyggjafelagnum. Seinastu trý árini er nærum øll orkan hjá dímuningum løgd í arbeiðið við
samferðsluviðurskiftunum í oynni, og vit kundu lagt afturat, at her er talan um eina savnandi kollvelting. Eftir hetta er Suðuroyggin ein býur, og frástøða millum bygda fer eftir hetta ikki at hava nakran forðandi [...] annað at vera við til at menna oynna. Nú er eftir at taka politisku avleiðingarnar av tunnlinum og av tí nógv bøtta sambandinum norður um fjørð. Nú er at savna oynna í eina politiska eind og hetta ongantíð [...] Tað er tí gleðiligt, at tunniin millum Hov og Øðravík loksins er liðugr og tikin í nýtslu. Fyri Suðuroynna fer tunnilin at hava heilt ómetaliga stóran týdning. Tunnilin er einki minni enn ein kollvelting
raheitið í Shangai í fjør. Heimsmetið eigur Sun Yang við tíðini 14:34.14. Hetta var samstundis seinastu ferð, at Pál Joensen var í OL-hylinum á hesum sinni. Hann hevur í vikuni roynt seg á í 400 metrar [...] svumu innleiðandi fyrrapartin. - Eg dugi ikki at siga, hvat hendi í dag. Hetta kemur fullkomiliga óvart á, sigur Dánjal Hestoy, viðmerkjari. Besta tíðin hjá Páli Joensen á hesum teininum er 14:46.33, sum [...] sum nummar seks. Pál Joensen røkkur ikki finaluni í 1500 metrar frí. Tíðin var 15:18.42. 1400 metrar: Pál er 20 sekund aftanfyri sína bestu tíð. Hann stendur ikki til at røkka finaluni. 1300 metrar: - Pál