Oddagrein· Ein savnandi kollvelting

Hovstunnilin er ein sonn kollvelting fyri Suðuroynna. Longu frá fyrsta degi varð talað um tunnil, men gamli Hovs - Øðravíkarvegur kom eitt vet ov tíðiliga. Føroyingar vóru ikki vorðin tunnilsmindaðir um hetta mundið. Teir, sum um sama mundi talaðu fyri tunnli til Hvalbiar, vóru sagdir at vera ikki rættsiktaðir. Men Hvalbiartunnilin broytti alla vanliga vanahugsan um vegagerð og undirstøðukervi í Føroyum. Eftirfylgjandi gjørdist tunnilin ein sjálvsagdur táttur í allari samfelagsútbygging.

Tað er tí gleðiligt, at tunniin millum Hov og Øðravík loksins er liðugr og tikin í nýtslu. Fyri Suðuroynna fer tunnilin at hava heilt ómetaliga stóran týdning. Tunnilin er einki minni enn ein kollvelting av samferðsluviðurskiftunum í oynni, og vit kundu lagt afturat, at her er talan um eina savnandi kollvelting. Eftir hetta er Suðuroyggin ein býur, og frástøða millum bygda fer eftir hetta ikki at hava nakran forðandi virknað yvirhøvur. Í dag kanst tú búgva, arbeiða ella ganga í skúla, hvar tað skal vera, tí fjarstøðan er heilt uttan týdning.

 

Fyri vinnulívið og fyri útbúgvingarnar í Suðuroy fær tunnilin uttan iva sera mennandi týdning, og fer meira enn nakað annað at vera við til at menna oynna. Nú er eftir at taka politisku avleiðingarnar av tunnlinum og av tí nógv bøtta sambandinum norður um fjørð. Nú er at savna oynna í eina politiska eind og hetta ongantíð ov skjótt. At oyggin gerst ein kommuna, er nú tann fremsta fortreytin fyri vøkstri og menning. Allar fysiskar forðingar eru nú beindar burtur, nú eru bert politiskar forðingar eftir. So leingi oyggin stendur spjadd, hendir ikki meira, so skjótt oyggin stendur sum ein savnað og harvið sera sterk politisk eind, koma vøkstur og framburður, og lurtað verður eftir suðringum. Vit ynskja øllum suðringum tilukku við nýggja tunnlinum – við savnandi kollveltingini.

 

Sosialurin