Pál svam seg ikki í finaluna

Pál Joensen og Sun Yang kava í hylin. Mynd: Polfoto.

 

Einki riggaði hjá Páli Joensen fyrrapartin í dag. Hann var gott og væl 32 sekund aftanfyri sína bestu tíð. Pál kom á mál við tíðini 15:18.42, og hann rakk ikki dreyminum hjá sær á hesum sinni, sum er at svimja eina OL- finalu.

 

Kinverjin Sun Yang, sum er heimsins kringasti svimjari á hesum teininum, kom fyrstur á mál. Pál Joensen var samlað nummar 17 í røðini av teimum, sum svumu innleiðandi fyrrapartin.

 

- Eg dugi ikki at siga, hvat hendi í dag. Hetta kemur fullkomiliga óvart á, sigur Dánjal Hestoy, viðmerkjari.

 

Besta tíðin hjá Páli Joensen á hesum teininum er 14:46.33, sum hann svam til heimsmeistaraheitið í Shangai í fjør. Heimsmetið eigur Sun Yang við tíðini 14:34.14.

 

Hetta var samstundis seinastu ferð, at Pál Joensen var í OL-hylinum á hesum sinni. Hann hevur í vikuni roynt seg á í 400 metrar frí, liðsvimjingini 4x200 og 1500 metrar frí.

 

Portalurin segði beinleiðis frá svimjingini:

 

BEINLEIÐIS FRÁSØGNIN:

 

1500 metrar: Pál kom á mál sum nummar seks. Pál Joensen røkkur ikki finaluni í 1500 metrar frí. Tíðin var 15:18.42.

1400 metrar: Pál er 20 sekund aftanfyri sína bestu tíð. Hann stendur ikki til at røkka finaluni.

1300 metrar: - Pál er heppin, um hann røkkur finaluni, sum støðan er nú, sigur Dánjal Hestoy, viðmerkjari.

1200 metrar: Hetta er eingin dreymastøða hjá Páli. Hann er enn á sætta plássi. Hann er gott og væl 15 sekund aftanfyri sína bestu tíð.

1100 metrar: Pál er dragnaður og er nú nummar seks. - Pál má seta ferðina upp, um hann skal svimja seg í finaluna, sigur Dánjal Hestoy.

1000 metrar: 500 metrar eru eftir at svimja. Pál er nummar trý, men á finalukós við tíðini, hann hevur. Hann vendir við tíðini 10:01.92.

900 metrar: Sun Yang dregur frá hinum. Pál, sum er nummar trý, vendir við tíðini 8:59.78.

800 metrar: Pál Joensen er nummar trý, tíðin er 7:5808.

700 metrar: Dánjal Hestoy, viðmerkjari, væntar, at Pál kemur á mál við tíðini 14:52.00. Tað røkkur til eitt finalupláss. Tíðin er 6:57.18.

600 metrar: Pál Joensen er dragnaður nakað. Hann er trý sekund aftanfyri tað, hann svam í Shangai í fjør. Hann vendir á 5:56.47.

500 metrar: Ein triðingur av teininum er svomin. Pál er nummar tvey og vendir við tíðini 4:56.07.

400 metrar: Sun Yang er fremstur, í hølunum á honum svimur Pál Joensen. Tíðin hjá Páli er nú 3:55.19.

300 metrar: Tíðin hjá Páli er nú 2:5618. Kinverjin Sun Yang er fremstur.

200 metrar: Pál er nummar tvey. Tíðin er 1:56.15 - Leisturin er tann sami, sum í Shangai í fjør, sigur Dánjal Hestoy, viðmerkjari.

100 metrar: Pál er nummar trý.