Leikaraprát
Stóra stjørnan á íslendska liðnum er uttan nakran sum helst iva Eiður Smári Gudjohnssen. Seinnu árini hevur hann hildið til í enskum fótbólti, har framvegis er ein partur av Chelsea-liðnum, hóast russiski Roman Abrahamovic hevur sprænt hundraðtals milliónir inn í felagið.
Stigini telja
Tí var ikki annað enn náttúrligt, at tað fyrst og fremst var hann, sum miðlarnir flokkaðust um eftir dystin, og tolin svaraði hann so teimum spurningum, sum vórðu settir.
Spurdur um sjálvan dystin, helt Eiður Smári fyri, at fyri seg hevði úrslitið alt at siga.
- Hatta ráddi ikki um at spæla vakran og poleraðan fótbólt. Tað ráddi um at fáa trý stig, og tey fingu vit eisini. Tað var altavgerandi.
- Men tað skerst tó ikki burtur, at tað vóru løtur í dystinum, har vit als ikki sýna tað spælið, sum eiga at megna. Vit byrja annars væl, og fáa alt fyri eitt lagt trýst á, men tá vit so hava skorað, fánar spælið meira ella minni. Snøgt sagt, so geva vit føroyska liðnum alt ov nógv pláss, soleiðis at tað so við og við gerast teir, sum trýsta okkum, og tað kostar so eisini eina útjavning fyri okkum. Tíbetur megnaðu vit kortini at vinna dystin, men tað er heilt víst, at hetta er nakað, sum skal betrast til komandi dystirnar.
Koyri á í Skotlandi
Eftir sigurin á Føroyum, so er Ísland nýtt oddalið í okkara undankappingarbólki, men hóast hetta, so er Eiður Smári ikki alt ov bjartskygdur, tá tosað verður um, hvørt Ísland fyri fyrstu ferð kann standa við møguleikanum at spæla seg víðari í endaspælið, tá bólkaspælið er av.
- Sigurin í dag førir sjálvandi við sær, at vit enn hava møguleikan, men hetta hevur verið ein løgin bólkur. Eitt nú høvdu vit sjálvir staðið við øllum trumfunum, um vit bara høvdu vunnið heimadystin móti skotum, men tað eydnaðist so ikki. Nú mugu vit so bara royna at gera nakað við Týskland, tá teir koma á vitjan. Megna vit tað, so hava vit framvegis møguleikan, og so vóna vit sjálvandi, at Føroyar fara at gera okkurt við Skotland. Tað er í øllum førum heilt víst, at tann dystin fer øll íslendska tjóðin at rópa á Føroyar, var seinasta heilsanin, sum vandamikli álopsmaðurin hjá Íslandi hevði at bera føroyska liðnum.