hóskar til farleiðina. Í løtuni siglir Súlan, sum annars røkir rutuna til Mykinesar, bygdirnar Svínoy, Hattarvík og Kirkju. Men hon er als ikki egnað. Tað skal so øgiliga lítið til, at hon ikki fær lagt [...] upprunaliga settar av til at longja Másan. Nú tann ætlanin er slept, verður meginparturin av upphæddini brúkt til at hava Norrønu siglandi til Suðuroyar meðan Smyril er til umvælingar og til at dýpa havnina [...] er ber ikki til at fara av oynni og koma aftur sama dag um veturin og siglt verður ikki hvønn dag í viku. Um summarið verða tveir túrar gjørdir tveir dagar um vikuna ? í tveir mánaðir. Heldur ikki farma
fekk eitt gott hugskot ein dagin til ein sang. Íblásturin fekk hann frá nummarplátunum á bilinum hjá sær og vinmanninum Kára Mouritsen, SJ 479 og PK 818. Tað bleiv til sangin Peni Kári og Sjarmu Jógvan [...] tað eru tær tólv genturnar í kvøldskúlakórinum hjá Jógvani, sum syngja. Genturnar eru í aldrinum 6 til 14 ár. Lagið hevur Jógvan eisini gjørt. Jógvan Telling Joensen, sum vit kenna serliga frá Harkaliðnum [...] Joensen. Í kórinum syngja tey lættari sangir, kanon og børnunum dámar at syngja, hvat tað skal vera. Ikki so sjáldan syngja tey sangir, sum Jógvan hevur gjørt sjálvur, ? sum henda dagin tey fóru í Útvarpið
Í hesum døgum sóknast Mykinesfólk eftir fólki til at rudda røkurnar, har súlurnar halda til. Í minsta lagi 25 mans skulu til, um ruddingin skal verða av nøkrum. Gamla súluskipanin er 24 mans. ? Røkurnar [...] num. Er tað ikki vandamikið at fara niður í røkurnar? ? Alt bjargaarbeiði er vandamikið. Tað verða bara bjargafólk, sum sleppa at síga niður í røkurnar. Síðstu ferð vóru eini 8-10 mans til tað arbeiðið [...] sum er hampulig at vera á. Eg trúgvi ikki, at tað er vandameiri at síga í rókunum enn tað er í ferðsluni. Í mínari tíð eru tveir mans farnir fyri bakka og tað er ikki nógv, tá ið vit hugsa um, hvussu nógvir
seinastu árini í mun til, hvat felagið fyrr hevur avrikað, men í ár sær liðið út til at vera væl fyri. Øssur Hansen er komin heim aftur eftir lítla »síðuspringið«, hann hevði til GÍ í fjør, og eitt russiskt [...] plássið í bólkinum. Men fuglfirðingar standa seg ikki altíð so væl í Suðuroynni, og teir kunnu lættliga verða lumpaðir á Krossinum í morgin. Bólkur 2 sær út til at gerast ein dystur millum TB, Sumba og ÍF um [...] hava átt ein stóran part av 90-unum. Men gøtumenn vunnu steypakappingina í fjør, og hóast liðið ikki sær út til at vera eins sterkt og í fjør ? Jens Martin Knudsen er ein stórur missur ? eiga teir at fáa øll
slandsliðini hjá gentum og dreingjum til Danmarkar, har tey skulu luttaka í eini kapping í Åbybro, sum liggur nakað norðan fyri Aalborg í Jútlandi. Tað hevur ikki verið nógv at hoyrt um hesi liðini, og [...] U16-liðini at venja frá klokkan 14.00 til klokkan 16.00 í høllini á Hálsi í Havn, og aftan á verður dystur spældur. Ætlanin var, at føroysku U16-landsliðini skuldu fara til Danmarkar eina ferð í summar, men [...] úr Åbybro at luttaka í kappingini, og avgjørt varð at taka av. Sum skilst er tað ikki hvør sum helst, sum sleppur við til kappingina. Fyrireikararnir hava verið noyddir at siga nei við fleiri lið, sum hava
Tað eru eisini mong, sum ikki hava ráð at keypa klæði og skógvar og fáa vaskað síni klæði og at forsálla skógvar, og er tað hugstoytt, tá ið vælbjargaðu spekulantarnir ikki vilja síggja slíkan veruleika [...] Tað eru mong, sum royna at liva og virka bíliga á skynsamasta hátt kring landið, sum ikki hava ráð til at liva í sús og dús sum vælbjargaðu spekulantarnir og børnini hjá teimum, sum ein hevur funnist at [...] Tað eru í dag fleiri og fleiri, sum ikki klára at svara hvørjum sítt rættstundis, og sum ikki hava so góðar fortreytir og grundarlag sum vælbjargaðir spekulantar. Tað sæst væl, hvør verður raktur av hungri
ferð, áðrenn hon verður givin út. Hugsa um, at danir als ikki vilja kallast imperialistar, men í millumtjóða samstarvi heldur vilja gera seg til verjar av mannarættindum. Og tak eisini við, at teir í p [...] afturfyri. Hví eru teir so fegnir um at geva okkum eina gávu uppá kr. 900 mill. árliga??? Eg kenni ikki svarið, so vónandi kann onkur sambandsmaður hjálpa mær. Bill Justinussen, Miðflokkurin
heidningar á rað« uppí? ? Sjálvur haldi eg, at tað lutvíst er til at skapa broyting, fáa eitt skifti í; men eisini at vísa á, at alt er ikki bara idyllur, so fagurlátað og vakurt, tí har er álvari aftan [...] áleypandi; og hetta er ikki júst tann vanligi føroyski stílurin. ? Hava tit nakrar ávísar útlendskar fyrimyndir? ? Nei, tað kunnu vit illa, tí vit eru sera ymiskir í áskoðan innan tónleik. Til dømis dámar summum [...] tykkum drøgg ella rúsevni, sum sungið verður um á fløguni? ? Eg haldi ikki, at nakar okkara hevur verið ella er úti í slíkum. Orsøkin til, at vit taka evnið upp, er óivað, tí evnið er nærliggjandi, eisini
at listin, tá ið hon er best, í sjálvum sær er ikki tíðaravmarkað; tað er at siga, at hon er ikki bundin at ávísum tíðarskeiði, men hevur ein boðskap til allar tíðir. Væl kann tað vera, at ymisku list [...] listagreinirnar siga menniskjum eitthvørt, og at tað er ikki tíðaravmarkað. Ið hvussu er fegnast mong um forna byggilist, tónleik, ið varð til fyri fleiri hundrað árum síðani, myndum og standmyndum frá forn- [...] sum annars ofta fanst at sjónleikunum, skrivaði kortini, at hann »var ikki fyri eitt tíðarskeið, men fyri allar tíðir«. Tó skerst ikki burtur, at hvørt ættarlið hevur sínar hættir at bera fram kenslur, hugsanir
vil ikki gera aðrar viðmerking til at brúka eitt skip sum Dúgvuna enn, at hon er ikki serliga væl hóskandi til børn, konufólk og eldri fólk. Skiparin á Norrønu, Jógvan í Dávastovu, sum var við til kanningarnar [...] Eisini hava onnur skip sum Churchill og Kracow lagt at har, fyri ikki at tosa um teir stóru saltdampararnar á sinni. Uppá fyrispurning um tað ikki er at taka munnin í so fullan at seta Norrønu inn í Suðuroyarsigling [...] kanningarnar í Suðri í vikuni, vil ikki gera nakra viðmerking í løtuni. Hann vísir til reiðaran.