bara so óendaliga tómt, óveruligt og meiningsleyst. Í sorgini var ikki annað at taka sær fyri enn at aka eysturyvir aftur, fyri at hendan merkiliga feigdarkenslan kundi sodna saman við teimum avvarðandi, - [...] eitt positivt brótaraross, sum stútt og støðugt lá á kósini og takinum fyri at fáa felagsskapin at virka. Tað er ikki ov nógv sagt, at Víkingur var hjartabarnið hjá Ólavi. Sjálvur var hann gamal LÍF´ari, [...] fegnaðist hann almikið um, at sonurin Jákup var farin at vísa somu dygdir, - sum unglingi er hann av álvara við at spæla seg inn á EFFO-liðið hjá Víkingi. Hann gekk ígjøgnum eld fyri felagið, og kanska vildi
mannagongdin við tílíkum íbúðum er, at eigarin tryggjar sær rætt til at nýta íbúðina fimm vikur um árið, og at hon síðani verður leigað øðrum hin partin av árinum. Tað ber í sær, at tey flestu, sum keypa tílíkar [...] num. Leiðslan í trygdargrunninum sigur, at tann russiski búskapurin er í støðugari menning, og at tey fyrstu nýskipanartiltøkini hjá Putin forseta eru farin at geva úrslit. Stórt avlop Noreg hevði stórt [...] fingið betri álit á russisku keyparunum. Tí hevur grunnurin nú gjørt av at lækka gjaldið, sum donsku fyritøkurnar skulu gjalda fyri trygdina. Í 1999 og 2000 minkaði danski útflutningurin til Russlands, men
til at skerja bólk 5 við 5000 døgum. Kári P. Højgaard vísir á, at Havstovan í sínum tilfari til landsstýrismannin mælir til, at bert bátar og skip, sum reka vinnuliga fiskiskap, eiga at sleppa at avreiða [...] brislingi og sild. Eg haldi, at tað skuldi verið so sjálvsagt at heitt á hesar um at finna út av, hvørt tað ber til at veiða makrel við teimum nótum, teir brúka. Løgtingsmaðurin vísir á, at makrelur er rovfiskur [...] fiskivinnuni. Líkt er tí til, at her er ein ávísur samanhangur í tølunum. Onnur atlit Kári P. Højgaard heldur, at ov lítið rúm verður givið fyri øðrum atlitum, sum kunnu hugsast at hava týdning, tá ræður um
Tet-álopini vóru orsøkin til at amerikanska fólkið av álvara byrjaði at mótmæla amerikansku luttøkuni í Vietnamkrígnum. Eftir í fleiri ár bert at hava hoyrt at teirra hermenn fóru at vinna, sóu tey í sjónvarpi [...] aðrastaðni. Tá hann fekk í boði at fara til Viet Nam at arbeiða í eina tíð, ivaðist hann ikki í at taka av tilboðunum. Fyri fyrstu ferð síðan hann flýddi, kundi hann fara at vitja familjuna, sum framvegis [...] Viet Nam, ið hann hevði væntað at sæð, sigur hann, at hann hevði væntað at sæð eitt land í framgongd, og at tað eisini er hent nógv í hesi fimtan árini. Hann leggur afturat, at livikorini eru væl betri enn
( www.livlivid.fo/foreldur ). Á heimasíðuni ber til at síggja, hvat gransking sigur um t.d. tað at geva ungum rúsdrekka við í ball og at læra ung at drekka. Á heimasíðuni kanst tú fáa ráð um, hvussu man [...] týdningarmikið, at ung undir 18 ár ikki rúsa seg. Vit arbeiða eisini við at menna foreldrapartin við bæði online tilfari og at bjóða til kunnandi tiltøk um ungdóm og rús. Vit ynskja tó at gera meira við [...] má alt samfelagið við – vit mugu øll í gongd við at hugsa fyribyrgjandi. Vit eru sera glað fyri, at hetta evnið aftur er frammi í miðlunum, og vóna at landið og kommunur seta pengarnar av til hetta, tí
Sveisiska heimasíðan, swissinfo.ch, skrivar, at tað fyrst og fremst ræður um hjá teimum at byggja upp sjálvsálitið, eftir at liðið heldur óvæntað var fyri greiðum tapi í Kaunas, tá teir spældu útidys móti [...] Fleiri vilja tó vera við, at Sveis í løtuni ikki er eins sterkt, sum styrkismetingin sigur, men hóast hetta, so er einki at ivast í, at tað liggur enn ein stór uppgáva fyri framman hjá føroyska liðnum [...] Landsdystur Einki er at ivast í, at bæði leikarar og viðhaldsfólk hjá Sveis rokna við, at liðið vinnur tveir lættar sigrar, tá teir fríggja- og leygardagin skulu royna seg móti føroyska manslandsliðnum
broytist alt, lívið verður eitt helviti fyri tey ungu, tí Joakim er so beiskur, at hugurin at liva og elska er horvin. Læknin Niels roynir at hjálpa Cecilie, men endar við at forelska seg í henni. Hendan søgan [...] nútíðarveruleika. Alt er so hamrandi trist, at tað er stuttligt. Sum eitt postkort frá fimtiárunum, ið tó rúmar ein vakran boðskap um at liva og um at kærleikin má vinna. Hesi fólk siga nærum einki, og undirspæla [...] beiggin Harbour roynir at brúka sítt lív til at taka sær av honum. Wilbur hatar lívið, men so kemur kvinnan Alice, ið fær alt at broytist spakuliga. Danir duga væl í hesum døum at tekkjast einum heimsmarknaði
vandin fyri boykotti ikki stórur, sigur Jan Mortensen. -- -- -- Muslimar í Europa kunnu byrja at boykotta Á Farex eru tey ikki bangin fyri, at sølan av føroyskum fiski fer at minka, men vænta, at diplomatiið [...] eftir at Jyllands-Posten í heyst prentaði satiriskar tekningar av profetinum Muhammed. Í blaðnum í gjár høvdu vit samrøðu við føroyska teknaran Óla P, sum helt at vit áttu at gera alt fyri at standa saman [...] a. Hann sigur seg tó vóna, at Danmark klárar at loysa hetta. - Eg harmist um avleiðingarnar hetta hevur fingið fyri danskan útflutning, men eg vænti ikki, at hetta kemur at raka føroyskan útflutning, sigur
steypadyst hóskvøldið og vóru moyrir. At vit ikki vunnu undirstrikar, at vit eru illa fyri, staðfestir Jákup Mikkelsen. At Michael Laudrup metti føroyska málverjan at vera besta útlendska málverjan í superliguni [...] hvørja ferð. Eg veit væl, at teir nú eru oddalið í superliguni, men eg má siga, at teir hava ongantíð verið sannførandi ímóti okkum. Hesa ferð høvdu vit allar fyritreytir at vinna. Teir høvdu spælt steypadyst [...] greitt, at hann ikki heldur fram í Herfølge, tá hetta kappingarárið er liðugt. Jákup ynskir ikki at siga nakað ítøkiligt um framtíðina, tí hann sigur, at einki er avgjørt. Men vit kunnu staðfesta, at tað tykist
greið viðurskifti eiga at vera, tá venjari verður koyrdur frá. - Fyri mær at síggja er støðan í løtuni tann, at venjarar verða sekkjaðir púrasta uttan fyrilit. Feløgini vita nóg illa, hví tey gera tað, og enn [...] utreiðslum til hús og heim, sigur hann. Nú verður so arbeitt við at orða ein standard-sáttmála, ið sum frálíður skal koma at galda fyri allar venjarasetanir í føroyskum fótbólti. [...] bendir á, at sambandið við veruleikan er ikki altíð líka gott, sigur Kurt Mørkøre í viðtali við Sosialin í gjár. Ivaleyst eru fleiri viðurskifti, sum kunnu betrast. Men Kurt leggur stóran dent á, at greið