Vit vunnu á korona – vit kunnu eisini vinna á hesum!

"Fyri fáum árum síðani brúktu vit hundraðtals milliónir av krónum uppá stríðið móti koronu, og hetta stríðið vunnu vit. Lat okkum nú veruliga gera tað, sum skal til fyri at koma rúsevnisforbannilsinum til lívs." Soleiðis skrivaði Kristianna Winther Poulsen í einum lesarabrævið 13. apríl, og vit á Bláa Krossi Føroya kundu ikki verið meira samd.

Arbeiðið við fyribyrging má og skal uppraðfestast, um vit sum samfelag skulu fyribyrgja, at okkara ungu koma illa fyri av rúsdrekka og rúsevnum. Blái Krossur Føroya hevur í nógv ár arbeitt við júst hesum, og serliga verkætlanin Liv Lívið hevur eydnast væl. Samstundis ynskja vit at gera nógv meira enn tað, vit megna í løtuni.

 

Kristianna Winther Poulsen sigur tað eisini so væl, tá hon skrivar: "Eitt miðvíst arbeiði skal gerast í skúlunum og allastaðni, har ung eru virkin, umframt at vit vaksnu, sum arbeiða við børnum og ungum, skulu læra at síggja, nær vandi er á ferð, og síðani duga og tora at leggja uppí, tá tað er neyðugt."

 

Okkurt má gerast allastaðni, har tey ungu eru virkin, og hetta er nemliga orsøkin til, at vit arbeiða so hart fyri at koma runt allastaðni. Skal man fyribyrgja, so skal alt samfelagið við – foreldur/verjar, kommunur, tað almenna, ítróttafeløg, frítíðartilboð/feløg o.s.fr. Vit gera nógv við at upplýsa ung og vaksin, har vit koma. Vit undirvísa á skúlum, ungdómshúsum, fyri konfirmantum og aðrastaðni. Vit eru tilstaðar á festivalum og øðrum tiltøkum, har ung eru. Vit eru eisini virkin á sosialu miðlunum. Vit royna at vera har, tey ungu eru, og vit fáa eisini eitt heilt serligt samband við tey, júst tí vit møta teimum, har tey eru. Vit síggja ein stóran tørv, og okkara ynski er at gera nógv meira, enn vit hava møguleika til í løtuni.

 

Vit vilja leggja afturat tí, sum Kristianna Winther Poulsen skrivaði, at gransking vísir, at ein sera týdningarmikil liður í fyribyrgingini eru foreldrini[1]. Hendan partin saknaðu vit eisini í heildarætlanini ímóti rúsevnismisnýtslu, ið varð handað løgmanni í fjørð.

 

Fyri at hjálpa foreldrum at navigera í hesum evninum mentu vit í 2019 eina heimasíðu til foreldur, har tey kunnu leita sær kunning og ráð um, hvussu tað nú er við ungdómi og rúsdrekka/evnum (www.livlivid.fo/foreldur). Á heimasíðuni ber til at síggja, hvat gransking sigur um t.d. tað at geva ungum rúsdrekka við í ball og at læra ung at drekka. Á heimasíðuni kanst tú fáa ráð um, hvussu man tosar við barnið um rúsdrekka og rúsevnir, og har er eisini kunning um t.d. hví tað er so týdningarmikið, at ung undir 18 ár ikki rúsa seg. Vit arbeiða eisini við at menna foreldrapartin við bæði online tilfari og at bjóða til kunnandi tiltøk um ungdóm og rús.

 

Vit ynskja tó at gera meira við foreldrapartin og at samstarva enn meira við tey, ið hava við ungdóm at gera; tað verið seg skúlar, kommunur, ítróttafeløg, samkomur, SSP, ungdómshús, almennir stovnar/deildir, festivalar, o.s.fr. Vit samstarva longu við fleiri aktørar, og vit fegnast um hetta, tí sum nevnt omanfyri: skulu vit veruliga gera ein mun, so má alt samfelagið við – vit mugu øll í gongd við at hugsa fyribyrgjandi.

 

Vit eru sera glað fyri, at hetta evnið aftur er frammi í miðlunum, og vóna at landið og kommunur seta pengarnar av til hetta, tí hetta hevur so stóran týdning og hevur skund.

 

 

 

Lív Brúsá

 

Sálarfrøðingur á fyribyrgingardeildini hjá Bláa Krossi Føroya

 

 

 


Leinkja til lesarabrævið hjá Kristiannu Winther Poulsen er her.

 

https://in.fo/news-detail/lat-okkum-koma-rusevnisforbannilsinum-til-livs

 

-Íslendska modelli (https://www.ncbi.nlm.nih.gov/pmc/articles/PMC6918021/pdf/10.1177_1524839919849033.pdf)

 

- Margaretha Järvinen, Stefan Bastholm Andrade, Jeanette Østergaard, Jakob Demant, Signe Ravn, Louise Høyer Bom, Stine Vernstrøm Østergaard, Asger Graa Andreasen og Camilla Bank Friis (2018): UNGE, ALKOHOL OG STOFFER – ET 10-ÅRIGT FORLØBSSTUDIE

 

- Donaldson, Handren og Crano (2016): The Enduring Impact of Parents’ Monitoring, Warmth, Expectancies, and Alcohol Use on Their Children’s Future Binge Drinking and Arrests: a Longitudinal Analysis