stongdar, og hvussu leingi. Tá hann verður gjørdur kunnugur tølini, Sosialurin hevur fingið, sigur hann, at hasi viðurskiftini liggja beinleiðis undir sjúkrahúsleiðslunum, og at Almanna- og Heilsumálastýrið [...] Klaksvíkar Sjúkrahúsið og fimm deildir á Landssjúkrahúsinum eru afturlatnar í tilsamans 49 vikur í ár. Maningartrot hevur skuldina, sigur Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður við almanna- og heilsumálum. Men [...] stongd í 13 vikur í ár. Á medisinska deplinum er deild B7 stongd í 15 vikur. Á Psykiatriska Deplinum er Deild 1 stongd í tvær vikur, meðan Deild 3 og Deild 5 eru stongdar hálvafimtu viku hvør. Tilsamans eru
breidd í bakspælið, og fyrsta korterið ella so var eisini líkt til, at hetta skuldi gera av við hoyvíkingarnar. So við og við komu teir á heimaliðnum tó betri við í dystin. Bæði verja og álop hingu væl betri [...] Stórur var munurin ongantíð, og spenta støðan gjørdi eisini, at spælararnir løgdu alsamt meira orku í dystin. Tá einir tíggju minuttir tók ein støða seg upp, sum í roynd og veru avgjørdi dystin. Ein skuldi [...] tvær útvísingar, so noyddust hoyvíkingar nú at forserað í álopsspælinum, og uttan stórvegis hóvasták kundu gestirnir gera sær dælt og avgera dystin. Allir dystir telja Við sigrinum sluppu kollfirðingar nærri
Royndu og dugnaligu frásøgumennirnir hjá KFV, Suni Merkistein og Hannis Joensen eru komnir eftir, at á ólavsøku í ár var 100. róðurin hjá 10-mannaførum rógvin á ólavsøku síðani ólavsøkuna í 1924. Um hendan [...] síðani aftur í 1891 og 1893. So kom stígur í, men í 1918 tekur Andrea Árting táttin upp aftur, men árið eftir er eingin ólavsøkuróður. So koma vit til 1924. Nú fæst reglulig gongd á. Og kanska ber til at [...] tjóðarítróttin. Í 1924 var nýggj lóg gjørd fyri løgtingið. Síðan 1852 høvdu amtmaðurin og prósturin verið fastir løgtingslimir og amtmaðurin løgtingsformaður. Við nýggju lógini mistu teir sínar sessir. Løgtingið
Tíðindaskriv: Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol vunnu við hvíta fólkinum, og John Rødgaard telvaði javnt á triðja borði. Stórmeistarin Helgi Dam Ziska tapti við svarta fólkinum á 1 borði [...] ræðið á góðum puntum og hartil bispaparið. Tá ið hann setti trýst á miðjuna, gjørdi suðurkoreanin eitt grovt mistak. Høgni fekk nú avgerandi álop kongsmegin. So kom eitt rókaoffur og máthóttan, sum eingin [...] Eg mundi mist alt á gólvið í tíðneyðini, men brádliga var mótstøðumaðurin óansin, og so fekk eg skákað hann uppísaman, og so var javnt. Luitjen stóð væl eftir byrjanarspælið. Við eitt helt eg, at hann hevði
í Washington. Búskaparfrøðingur greiddi frá búskaparstøðuni í Amerika, eins og samanberingar vórðu gjørdar millum danska og amerikanska búskapin. Amerika Búskaparfrøðingurin hevði ikki nógv gott at siga [...] á fíggjarlógini 7.3 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni, meðan samlaða skuldin var 73 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni. Av samlaðu arbeiðsfjøldini vóru 64 prosent tøk á arbeiðsmarknaðinum, og tað var tað lægsta [...] við at áleggja millióningum skattahækking, so lægri og miðalstóru inntøkurnar fáa ágóðan av skattabroytingini, meðan Romney roynir at geva bæði miðal- og millióningum skattalætta. Eitt annað, ið fyllir nógv
- í 2016 og 2018. Hann var ikki við í fyrstu kappingini í 2014. Kappingin varð útsett vegna korona í fjør, men nú verður so telvað - hesaferð í fjarstøðu. Telvararnir sita í hvør sínum landi og telva sínamillum [...] leik fyri leik á netinum. Talvheimasíðurnar chess24 og chessbase varpa leikirnar beinleiðis á øllum borðum. Føroysku umboðini eru Helgi Dam Ziska og 15 ára gamli Luitjen Akselsson Apol, báðir úr Havnar [...] sum eru umboðað í kappingini, eru Luksemburg, Monako, Andorra, Malta, Kýprós, Jersey og San Marino. Liktinstein og Guernsey eru ikki við í ár. Helgi er favorittur at vinna, men hevur ikki ráð at snáva
gjørt samráðingarstøðuna um býtið av heildarkvotuni av makreli trupla, og í samráðingunum um nýggja avtalu millum strandalondini hava ES og Bretland sagt seg vilja hava tilsamans 50 prosent av heildarkvotuni [...] samráðingarnar millum londini eru slitnaðar, og eingin vón er fyri semju í ár, ásetti Noreg sær í síðstu viku 35 prosent av heildarkvotuni, sum svarar til 298.299 tons, og í gjár ásettu Føroyar sær 19,6 prosent [...] Sjálvandi má fiskiskapurin byrja beinanvegin, og longu nú eru skip farin út at leita eftir makreli. Ein stór nøgd má fiskast nú, meðan makrelurin er í føroyskum sjógvi, og síðan mugu vit halda fram at fiska í altjóða
setndur: Hin 7. sepetmber 1972 varð innkallað til fundar í Arbeiðsmannfelagsins húsum við tí endamáli at endurreisa bilstjórafelagið Samfylking. Hetta varð samtykt, og vóru hesir bilstjórar møttir og gjørdust [...] fólkaflutning og hækka tollin á hýruvognum, uttan at ráðføra seg við vinnuna. Landsstýrið hevði t.d. gjørt eina kunngerð um hýruvognar, har kravt varð at teir skuldi hava skelti á takinum og eina lykt omaná [...] vísa teirra ónøgd. Nevndin arbeiddi annars fyri at regulera takstirnar og gjørdi eitt miðvíst arbeiði við at máta vegalongdir og at gera rímiligar takstir. Tað var um hesa tíðina at "Bilstjórafelagið
einsamøllum sigri ? á útivølli móti StÍF ? høvdu kollfirðingarnir heldur ikki vunnið í endaspælinum, og eins og hjá hoyvíkingunum, so var talan um seinasta møguleikan hjá teimum. Tað var eisini leingi líkt til [...] nýggju høllina eru fjaraðar, eru úrslitini eisini versnaði, og at liðið endaði sigursleyst í endaspælinum sigur alt um, hvussu illa vónir og veruleiki hava sampakkað í ár. Eftir stendur so spurningurin [...] baklandi, og tí er als ikki óhugsandi, at liðini fáa styrk á leikarasíðuni, so hvør veit. Kanska verður tað næsta ár. Dysturin í tølum H71-KÍF 226-26 (10-14) Málskjúttar: H71: Halgir Dahl Olesen 7, Bjarni
Neistanum og spæla upp ímóti VÍF hjálpir altso einki, tá stig verða tveitt burtur alla aðra staðni, og líkt er tí til, at um strandingar skulu gera sær vónir um at vinna nakað, so skal tað eins og í fjør [...] fyri síðani at tveita alt burtur í seinastu og avgerandu minuttunum. Sum tølini siga, so eydnaðist tað tó kollfirðingunum at vinna dystin leygardagin, og samanumtikið, so mundi tað eisini vera uppiborið [...] Joensen 1, Alexandur Johansen 1 Brotskøst: KÍF 7, StÍF 5 Útvísingar: KÍF 3, StÍF 2 Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum. Stýrdu dystinum eins væl og vanligt.