Kollfirðingar endaðu aftast

H71-KÍF (26-26):
Tað eydnaðist ikki hoyvíkingum at vinna ein einasat dyst í endaspælinum í manshondbólti, men við javnleikinum móti KÍF sluppu teir um ikki annað undan botnsessinum

Hondbóltur ? menn

Mikukvøldið fall avgerðin um, hvat lið skuldi hava ivasama heiðurin av at enda niðast í hondbóltslandskappingin hjá monnum.
Hevði nakar í desember mánaði sagt, at annað av liðunum í hesi uppgerðini skuldi verða úr Hoyvík, høvdu tey flestu helst ypt øksl. Hoyvíkingar vóru tá á triðja plássinum í landskappingini saman við strandingum, og einki var at ivast í, at tað fóru at verða hesi bæði liðini, sum fóru at stríðast um bronsuna. Ella tað hildu tey flestu í øllum førum.

Eingin avgerð
Síðani tá er nevnliga nógv vatn runnið í ánna. Hoyvíkingar hava í samfullum 12 dystum ikki megnað at koppa mótstøðuni eina einastu ferð. Fram til mikudagin hevði talan tó verið um tveir javnleikir, og hesir høvdu hóast alt við sær, at liðið framhaldandi var eitt stig framman fyri kollfirðingar, sum hinvegin heldur ikki hava staðið seg serliga væl i endaspælinum. Sæð burtur frá einum einsamøllum sigri ? á útivølli móti StÍF ? høvdu kollfirðingarnir heldur ikki vunnið í endaspælinum, og eins og hjá hoyvíkingunum, so var talan um seinasta møguleikan hjá teimum.
Tað var eisini leingi líkt til, at kollfirðingarnir skuldu fáa næsta sigurin mikukvøldið. Sæð burtur frá fyrsta korterinum ella so, so vóru tað gestirnir, sum vóru við yvirlutan, og seinasta korterið undan steðginum skutu teir fimm mál fleiri enn hoyvíkingarnir.
Í seinna hálvleiki tóktist einki benda á, at hoyvíkingarnir skuldu sleppa ájavnt við gestirnar. Nakrar hálvhjartaðar royndir vórðu gjørdar, men hvørja ferð svaraðu KÍF aftur, og tíggju minuttir fyri leiklok vóru framvegis trý mál á muni.
Tað eydnaðist tá hovyíkingunum at gera ein vørr. Ikki bara vunnu teir seg ájavnt, men teir fóru eisini framum gestirnar, so var lagt upp til ein spennandi endaspurt. Sum úrslitið sigur, so endaði hesin tó javnur, og´soleiðis endaðu kollfirðingar aftastir í samlaðu støðuni, meðan hoyvíkingar ikki fingu ein hin einasta sigurin í endaspælinum.

Vónbrot
Saman um tikið má sigast um tey bæði liðini, at tey hvør í sínum lagi hava verið størstu vónbrotini hetta kappingarárið. Eftir at teir veruliga fingu ferð á í endaspælinum í fjør, ronkaðu fleiri við, at KÍF kanska kundi gera um seg í ár. Fleiri ferðir hevur eisini verið um reppið, at teir hava tikið stig móti teimum stóru, men hvørja ferð hevur alt kiksað í evstu løtu. Ikki minst munnu tvey eitt-máls tap fyri VÍF standa frammarliga í huganum, men somuleiðis hava teir í seinastu minuttunum tveitt stig burtur móti flestu av hinum liðunum, og kunnu teir tí bert takka sær sjálvum fyri, at endastøðan ikki gjørdist ein heilt onnur.
Hoyvíkingar høvdu sum kunnugt stórar ætlanir undan kappingarárinum. Við eini nýggjari høll í eygsjón skuldi talan veruliga gerast um eitt stórt ár, men so hvørt sum hugsanirnar um nýggju høllina eru fjaraðar, eru úrslitini eisini versnaði, og at liðið endaði sigursleyst í endaspælinum sigur alt um, hvussu illa vónir og veruleiki hava sampakkað í ár.
Eftir stendur so spurningurin, hvussu liðini fara at standa seg komandi árið. Sjálvandi ikki nakar lættur spurningur at svara, men í báðum førum er talan um feløg við einum sterkum baklandi, og tí er als ikki óhugsandi, at liðini fáa styrk á leikarasíðuni, so hvør veit. Kanska verður tað næsta ár.

Dysturin í tølum
H71-KÍF 226-26 (10-14)
Málskjúttar:
H71: Halgir Dahl Olesen 7, Bjarni Wardum 4(1), Kristian Petursson 3, Jákup Símun Simonsen 3, Olaf Vestergaard 3, Johnny Durhuus 2, Høgni Joensen 2, Jákup á Borg 1, Finnur Hansson 1
KÍF: Durica Tomic 8(3), Eddie Joensen 5, Jákup Dam 4, Regin Petersen 4, Petur Martin Pouslen 2, Kristian Madsen 2, Rógvi Weihe 1
Brotskøst: H71 1, KÍF 3
Útvísingar: H71 2, KÍF 1
Dómarar úr Neistanum: Hjalmar Petersen & Kristian Johansen.