Umstøðurnar hjá teimum ið livdu av at koyra hýruvogn vóru út av lagi vánaligar.
Til dømis kostaðu hýruvognar tað sama at keypa sum privatbilar. Munurin millum tollin á hýruvognum og privatbilum varð so afturgoldin yvir tvey ár, treytað av at eigarin kundi prógva at høvuðsinntøka hansara var frá hýruvognskoyring.
Fyrst í 70-unum vóru fimm bilstøðir í Havn, tær vóru: Ringbil, Auto, Bil, Akstur Bil og Mini Taxi.
Í 1972 varð kallað saman til fundar í Arbeiðsmannafelagshúsunum, har ætlanin var at endurstovna "Bilstjórafelagið Samfylking".
Á fundinum møttu so gott sum allir ið tá koyrdu hýruvogn í Havn, umleið hundrað mans. Semja var um at endurstovna felagið og at velja nevnd, so felagið aftur kundi fáast at virka. Tey málini, ið mest varð tosað um, vóru: tollurin á hýruvognum, takstirnir, nýggj lóg fyri koyring við ferðafólki móti gjaldi.
Nýggj nevnd varð vald. Teir vóru: Justinus Háskor, Petur Clementsen, Eyðálvur Johannesen, Álvur Kirke og Hildebrand Midjord. Nevndin skipaði seg við Álvi Kirke sum formanni.
Hýruvognarnir í verkfall
Fyrsta takið var at fáa samband við myndugleikarnar, tí frammanundan høvdu teir gjørt nýggja lóg um vinnuligan fólkaflutning og hækka tollin á hýruvognum, uttan at ráðføra seg við vinnuna.
Landsstýrið hevði t.d. gjørt eina kunngerð um hýruvognar, har kravt varð at teir skuldi hava skelti á takinum og eina lykt omaná hvørjum forskermi. Hesar lyktir vórðu kallaðar mjólkarblikk.
Nevndin í Samfylking arbeiddi í tøttum samstarvi við allar teir sum koyrdu hýruvogn. Ein nevndarlimur frá hvørjari av teimum fimm bilstøðunum í Havn. Skeltið á takinum kundu teir flestu nokk góðtaka, men mjólkarblikkini vildi eingin hava.
Teir hildu tað vera heilt burtur úr vón og viti, at teir skuldu koyra við ”reklamulyktum” hjá Taxa í Keypmannahavn.
Men eftir nakrar fundir við landsstýrið, har teir fingu nei til alt, gjørdu limirnir í Samfylking av at fara í verkfall. Allir hýruvognarnir í Havn stóðu stillir í ein dag fyri at vísa teirra ónøgd.
Nevndin arbeiddi annars fyri at regulera takstirnar og gjørdi eitt miðvíst arbeiði við at máta vegalongdir og at gera rímiligar takstir.
Tað var um hesa tíðina at "Bilstjórafelagið Samfylking" broytti navn til "Aksturvinnufelagið Samfylking".
Í gerðabókini hjá Samfylking setndur: Hin 7. sepetmber 1972 varð innkallað til fundar í Arbeiðsmannfelagsins húsum við tí endamáli at endurreisa bilstjórafelagið Samfylking. Hetta varð samtykt, og vóru hesir bilstjórar møttir og gjørdust limir í felagnum:
Hans A. Petersen, Heri Midjord Hans Dølum
Álvur Kirke Niclas Kjærbo Andreas Røsvik
Hildebrand Midjord Niels Persson Pauli Danielsen
Heðin í Dali Hans Nybo Petur Clementsen
Henry Jarnskor Hans A. Davidesen Mallius Hansen
Helmuth Clausen Jógvan Danielsen Eyðálvur Johannesen
Hanus Lind Magnus Fuglø Jacobsen Kaysten Andreasen
Henning M. Johannesen Leo Viðbjørg Arne Berg
Andrew Djurhuus Páll Jensen Sverri Djurhuus
Arnhold Fjallstein Ove Láberg Jens Petur Egholm
Flemming í Gong Justinus Háskor Mourits K. Mouritsen
Sofus Joensen Johan Simonsen Finnbogi Jensen
Torkil V.Hansen Niels Joensen Magnus Egholm
Henning Petersen Folmer Jørgensen Åge Egholm
Óla Kristian Jacobsen Helgi Skorá Áslakkur Jakobsen
Hans Olsen Martin Nielsen Karl Hansen
Ib Poulsen Eli Rubeksen Ove Dam
Poul Jensen Hergar Kjærbo Harry Skoradal
Jens Andersson Julian Eliasen Andrias Jørgensen
Åge Udbø Ólavur Arge Robert S.Christie
Árni Wang Emil Joensen Eyolf í Stórustovu
Jógvan Joensen Hjalmar Jacobsen Bjørgheðin Jacobsen
Axel í Skorðastovu Henning Thomsen Høgni Danielsen
Ámundur Vesturklett Dánjal Poulsen Jacob W.Andreasen
John Nielsen Jákup Andreas Mohr Mogens Wraae
Sandrin Müller Jógvan Andreasen Jentoft Kristensen
Arne Hammer Sjúrður Durhuus Páll Poulsen
Andreas R. Samuelsen John M. Holm Poul Djurhuus
Niels Olsen Dion Splidt Magnus Borðoy
Rógvi Hansen Bjarki Højgaard Mourits Reynheim
Gorm Simonsen Yarmouth Mellemgaard Eyðbjørn Joensen
Osmund Joensen Sámal J.Petersen Gustav R.Samuelsen
Hans Pauli Danielsen Jón B.Jensen Marius Jensen
Helgi Sivertsen Jógvan Rasmussen Otlev Jensen
Ansgar Jensen Christian Jensen Johannes Funn
Allan Mc.Intosh Óli Frits Jacobsen
Hesir hýruvognsførarar, sum vóru við á fundinum, eru nokk teir flestu sum koyrdu hýruvogn í Havn fyri 35 árum síðan.