manglaði saft og kraft og techno, og tað, sum skuldi vera mest spennandi, endaði við einum hálvum vónbroti ella har á leið. Dómararnir sendu Makrel og Fluffy Toys víðari í kappingini, og tá ið hugt verður [...] tónleik á dagsins prix-palli, men tá ið tónleikurin er so væl spældur og svingar so væl, so verður tað stuttligt at lurta. Einar Jacobsen og hansara menn spældu av heilum hjarta, og tað hoyrdist, at her [...] bógv, og tað klæddi teimum sera væl. Nú vóru øll í klæðum, so at siga. Teir sungu um at selja ber, um ein forelskaðan sjónleikara og um at ferðast á onkran serstakan hátt. Sangirnir vóru góðir, og hevði
sum 7 ára gamal og kom heim fyrstu ferð sum 12 ára gamal. Fyrst kendi Hilmar ikki pápa sín, sum tók ímóti honum í Havn. Teir sigldu heim til Miðvágs, og hann mintist stað og heimið og mammu sína. Seinni [...] at búgva í Gøtu. Tey flestu deyvu búðu í Eysturoy, og vit komu ofta saman og tosaðu um alt millum himmal og jørð. Nú komu vit til 1972, og vit tosaðu um at stovna Deyvafelag Føroya. Hetta var heima hjá [...] stovna felagið, og vit vóru 9 limir, tað vóru : Hilmar úr Miðvági, Hermundur av Argjum, Arnbjørg og Bruno úr Gøtu, Jón av Tvøroyri, Benadikt sáli úr Hósvík, Palli úr Klaksvík, Kjartan av Nesi og eg sjálvur
at hon og Petsi ikki vóru smædnar, men tíðum førdu seg fram og sungu fyri fólki. Sissel Kirkebø var oftan á skránni. Tá skuldi syngjast á norskum, sum hvørgin teirra dugdi og tí varð líti og einki skil [...] ikki fegnar, tá Sissel giftist við Eddie Skoller og klipti hárið stutt. Tá grótu bæði hon og Eivør, sigur omman sum situr og lýðir á. Spældu nógv úti Petsi og Arnfríð vóru eisini góðar vinkonur, áðrenn Petsi [...] Prixið, har hon bleiv nummar 5, og nú er hon heima og skal syngja á føroyskum palli fyri fyrstu ferð. Hon hevur tvær framførslur í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í dag, kl 17 og kl. 20. Petsi hevur nógvar royndir
er um ein stóran og gamlan bygning, sum seinastu árini eru settur í stand til at hýsa ymiskum mentanarligum tiltøkum og til onnur høvi, eitt nú brúdleyp, Torradagar og krúnprinsavitjan og mangt annað. Men [...] monnunum handan ljóð og ljós, seyming av búnum og einum hópi av øðrum hjálparfólkum vístu til fulnar, hvat eitt slíkt breitt samstarv kann føra til! Og ikki minst, at teir báðir, Hjálmar Dam og Nicolaj Falck [...] jórar: Nicolaj Falck og Hjálmar Dam Pallmynd og -smíð: Nicolaj Falck og Hjálmar Dam Búnar: Durita Joensen Tøkni: Kristian Danbjørg Heinesen Hjálparfólk: Liljan Eysturdal Køtlum og Høgni Louisson Poulsen
hálsinum og stóðu bara sum kánus. Ein segði umaftur og umaftur: "Hann er farin!" Russ Taff hevði so nógv at geva, at vit vildu hava meiri. Vit hava lurtað so nógv eftir honum gjøgnum ár og dag, og nógva gleði [...] Gud úr djúpinum, og tað var so veruligt og so viðkomandi fyri meg sum eitt veikt menniskja, og so var tað Somebody´s Coming, sum rættiliga festi seg. Hann er vónríkur um at alt órættvísi og allur óndskapur [...] einkis, og alt skal verða broytt og nýtt. Annars snúðu tekstirnir, Russ hevði valt til okkum, seg um einleika millum Guds børn, um trúgv í øllum umstøðum, uppreisn, um kvøl og stríð, um Jesus og um altíð
systkini, ið eins og Brandur hava upplivað tað at gerast kendur í ungum aldri. Sangur og dansur Á konsertunum í Føroyum vera tey bæði Sonny og Gigi einsamøll á palli. Tónleikurin er forritaður, og tey syngja [...] Fredie Pedersen familjan pápin, mamman og børnini Sonny og Gigi. Vit hava avtalað at hittast í Dansestudionum. Sonny og Gigi koma í næstum til Føroyar at spæla í Cippo og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði undir [...] Sister í 2002 og Sonny vs. Gigi í 2005. Síðan seinastu útgávuna hava tey ferðast nógv kring Danmark og aðrastaðni og nú gongur leiðin til Føroyar. Gjøgnum eina glashurð ber Gigi eyga við okkum og veit beinanvegin
Mastrarnar vóru brotnar, og skipið rak fyri vág og vind. Danska verjuskipið Beskytteren lá eystanfyri Nólsoynna og hætti sær ikki at fara til hjálpar, so ringt sum veðrið var. Christian og Johan Hendrik mannaðu [...] mannaðu saman við Rubekki og Kristian Martin Rubeksen ein motorbát, og teir fara til hjálpar. Teir fingu fast á skonnartini og sleipa hana inn í Nólsoyarfjørð. Tá kemur Beskytteren og yvirtekur bjargingina [...] Pauline Marie Nolsøe av Trappuni og Thomas Joensen Skylv. Thomas var skipari. Hann førdi Bikuben í 15 ár (1872-87). Hon var merkt 32 tons, og tað var Jørgen Bech og Sønner í Klaksvík, sum átti hana.
Tað var hálvfløtt, tá teir bundu um kvøldið, og teir mundu komið heilt illa fyri. Morgunin eftir var fjarað, og báturin lá á liðini, men hann var ikki sokkin, og so væl var útgerðin surrað á dekkinum, at [...] tríggir skúrin upp og fóru so smátt undir fiskiskapin við »Brandi«. Tað tók sína tíð at koma á lagið, og Oddmar minnist, at ein dagin, hann var umborð á »Oyrnafjalli«, helt skiparin Palli Sigurskjold fyri [...] tíðliga í august, og Berint og Oddmar vóru eftir eina tíð. 3. september fór Oddmar úr Føroyingahavnini við sluppini »Galatheu« úr Heiðunum. Hann ætlaði sær heim at hoyggja, tí bara mamman og tey yngru systkinini
orkestur- og kamartónleik og fekk undirvísing, og eg kom uppí gospelkórið, sum í dag eitur Norwegian Gospel Voices, sigur Sigrid. Og tað vóru nøkur í hesum kórinum, sum stungu høvdini saman og »lokkaðu« [...] knýtt at bólkinum hjá okkum. Fyri at eingin skal útnytta teg og títt, má man vera varin og vita, hvat alt gongur út uppá og hvat tú sigur ja og nei til. Við hvørt er trupult at hava yvirlit, men við tað [...] fer hon at standa á palli í Norðurlandahúsinum saman við føroyska gospelkórinum United Voices undir leiðslu av Eiriki Skála í sambandi við Tórshavnar Jazz-, Fólka- og Bluesfestival. Og um tvær vikur kemur
yvirkroppi og svørtum guitarum staðið á palli í Føroyum, og spurningurin er um talan er um at hetta slagið av tónleiki er komið fram aftur millum føroyyingar, ella um tað bara altíð hevur verið har og ongantíð [...] stóðu fólk so at siga og bíðaðu, og tá Poul Anri, sangarin, segði »og nú kemur tað tit øll hava bíða eftir« vistu øll hvat hann meinti við. Tann eyðkenda guitarintroin fór í gongd, og hárini byrjaðu at reisast [...] geva tónleikarunum góðar umstøður handan pallin, og áhoyrarunum góðar umstøður framman fyri pallin, og so manglar bara okkurt at seta á sjálvan pallin. Og eisini har er bati at síggja, tí tónleikalívið í