til diskin. Band er band spent millum handilsdiskin og málingina, sum stendur niðri í handlinum. Tað merkir, at tann, sum keypir, sigur, hvørji ynskini eru, og síðan kemur tann, sum er í handlinum og hjálpir [...] handilshølini í Álakeri øðrvísi og tryggari við atliti til smittuvanda, er ikki løgið. Hann dylur ikki fyri, at hann sjálvur er í vandabólki. - Eg eri nýrasjúkur og havi staðið á bíðilista til nýggj nýru [...] SRI Máling hevur stóran handil í Álakeri í Havn, og her hevur verið opið alla tíðina undir korona-kreppuni. Men, skipanin í handlinum hevur verið øðrvísi, síðan myndugleikarnir heittu á allar landsins
filosofi er, at tað loysir seg best at hava bóltin við allatíðina, og hetta er uttan iva eisini tað, sum spælarunum dámar best. Tað er eisini stórur munur á superligaspælarum og so spælarunum her uppi. [...] venjing av teimum, enn hvat krevjast kann her uppi. Tað verður eisini ein spurningur, ið eg skal finna út av ? hvussu nógv kann eg krevja av spælarunum her? Bo Johansson er fyrimyndin Teir føroyingar, ið fylgja [...] Fótbóltur Hann er mest skorandi leikarin í søguni hjá donsku superligaini, og hann hevur eisini vunnið tvey donsk meistaraheitir við ávíkavist Silkeborg í 1994 og FC Keypmannahavn í 2001. Navnið er Heine Fernandez
sigur 45 ára gamli, Palli Skorheim, sum er stjóri og ein av eigarunum í bilasøluni, Nordcar í Smiðjugerði 4 í Havn. Í VikuskiftisSosialinum, sum kom fríggjadagin, er ein størri samrøða við mannin, sum stendur [...] Klaksvíkar at búgva. Foreldrini eru Jóna og Jóannis Skorheim. Mamman hevur røtur á Trøllanesi, og pápin er eiðismaður, vaksin upp í Klaksvík. Í mong ár hava tey bæði havt egna fyritøku við bókhaldi og grannskoðan [...] 45-50 BMW-bilar um árið. Palli Skorheim sigur, at hann trívist væl í bilavinnuni, og hann heldur, at her liggur nógv spennandi fyri framman. - Bilavinnan stendur ikki í stað, og vit eru til reiðar at taka
hjá mær er at stuðla flokkinum, so at hann kann fáa annað umboðið. -Eg verði neyvan tann stóri stemmuslúkarin, leggur hon skemtandi aftrat. Eldraøkið Hóast hetta er fyrsta ferðin, at Kristbjørg er stillað [...] Kristbjørg Toftegaard. Hon er eitt av teimum 22 valevnunum á tjóðveldislistanum til valið í dag. Eitt val, har hon avgjørt vónar, at flokkurin fær annað umboðið. Kristbjørg er eisini von við politiskt tos [...] grundsjónarmið fyri føroyska samfelagið er tað sama sum hon kennir aftur frá flokkinum, nevniliga at vit skulu standa á egnum beinum. Nær hetta verður, - tað er so ein annar spurningur. -Hetta hendir líka
hartil, at eg skal flyta inn í húsini. Tú, tað er so snedugt ? ja, so óveruligt at tað er bara heilt løgið. - Eitt veit eg kortini, og tað er, at tað er sera hugaligt at gjalda fyri eitt, tá tað kemur [...] máltíð er goldin við tí, sum fløskurnar hava kastað av sær, sigur Bagge, eitt sindur errin kortini. Húsaleiga, sjúkrakassi og aðrar útreiðslur er farið av avlamishjálpini. Og avlopið, ið var, er farið til [...] hann var millum tey fyrstu sum regluliga runnu kondi. - Nú er alt hetta ikki so óvanligt longur. Tí nú gera øll tað sama, sigur Bagge. Tað er kortini sum orginalur, at Bagge fyri eini 15 árum síðani setti
brosi. Klaksvík, hósdagur 27. mai 2010: Atli er júst komin til arbeiðis. Hann hevur sagt farvæl við sonin sum er farin í skúlan við Ósánna; við konuna sum er farin til arbeiðis í Barnahúsinum Margit, og [...] minnist ikki hendingina, men mær er fortalt, at øll gjørdust sera kløkk og illa við av hesum. Tað var ikki sørt av panikki í køkinum hesa løtuna, greiðir Atli álvarsamur frá. Her var einki at bíða við. Í einum [...] var hann fyrstu ferð valdur inn í Klaksvíkar kommunu. Tað er helst so sum Atli brosandi tekur til: - Eg havi roynt so nógv í mínum lívi, at tað er næstan bara gynækolog sum eg ikki havi roynt. Hugsa alternativt
fyri tað er at Ferðsluváðin er í útgangsstøðinum tann sami, men um hædd verður tikin fyri at tað almenna kann stýra samlaða infrakervinum, so er váðin størri hjá tí privata. Fíggingarkostnaðurin er størri [...] váðan er at siga at vit meta eins og tit, at váðin at byggja er tann sami fyri privat og alment, tó meta vit at hann kann avmarkast nógv í byrjunarfasuni við góðum undankanningum. Men rakstrarváðin er størri [...] almenna tí lánveitarin krevur eykakostnað fyri váðan. Hesin váðin er annars neyvt knýttur at hvussu sáttmálin er settur saman. Um t.d. møguleiki er at leingja sáttmálan ella ongar bindingar eru á prísásetingini
bátar regluligan útróður. Ein av hesum er Eyðin, sum er ein longdur íslendskur bátur av slagnum Gáski. Eyðin er 40 føtur langur, og eigari og einsamallur á bátinum er útróðrarmaðurin, Samson í Lambanum, sum [...] heldur hann, at hetta ikki er verri, enn man ger tað til sjálvur. - Einar tveir tímar eftir, at fyrsti línustubbin er komin niður, leggi eg á at draga, og tá øll línan er drigin, er eisini alt kruvt, sigur [...] Hvítingurin, sum bátarnir fáa norðanfyri, er vanliga størri enn fiskurin eystanfyri, men hetta er kortini lutfalsliga smáur fiskur, kanska sum hýsa 3 ella har umleið. Tí er eisini leingi at kryvja eina stóra
førum eri eg serfrøðingur, í summum førum er onkur annar serfrøðingur. At tora at siga, at man ikki veit ella at man er bangin, er ein styrki. Fyrsta reaksjónin er álit - onnur síggja, at tey kunnu hjálpa [...] Hon er fyrsta kvinnan í stjórasessinum á Ferðaráðnum og sjálv heldur hon, at fólk, myndugleikar og almenningur í byrjanini høvdu trupult við at góðtaka ein stjóra sum umframt er kvinna eisini er so ung [...] varð drigið uppí politiskar samanhangir. Tað er sera óheppið, tí tá er vandin, at orðaskiftið fer frá tí sakliga yvir í tað politiska. Tá ið hetta hendir er tað av týdningi, at landsstýrið stuðlar og eg
Virkið er nógv útbygt gjøgnum fleiri ár, og í dag kunnu 2.000 tons fara gjøgnum maskinurnar um døgnið. Fólk sita við teldum, og øll arbeiðsgongdin er nógv lættari, effektivari og betur. Hetta er ein heilt [...] ein ógvuliga fryntligur maður, um teir ikki kundu landa sjálvir. Men her noyddist eg at vera avgjørdur og siga, at teir í hvussu er ikki kundu fáa amboðini hjá Havsbrún til landingina. Jákup Oluf fekk [...] dygdin á fiskinum, sum virkið keypir í dag, er sera góð. Hann vísir á, at bæði svartkjafturin, lodnan, sildin og makrelurin, sum virkið keypir, eru góð, og stundum er lodnan so fesk, at teir noyðast at "goyma"