tala fyri seg, at vikan gekk ómetaliga væl, og tyktist skapa trivna og gleði, og ikki minst sást, at felagsandin enn livir manna millum, og at fólk fegin taka eina hond í, har á stendur, tá umræður at skapa [...] Eitt nú vitjaðu stór føroysk tónleikanøvn á kirkjukonsertini, vinnulívsfólk norðaneftir greiddu frá, og “bikarar” (motorsúkklur, blðm.) úr Havn vitjaðu og settu dám á og hugnaðu sær við eittnú grill- og sangløtu [...] faldara, at 100 ára haldið hjá Vágs Kommunu fór at fara fram eina heila viku, og alskyns tiltøk vóru á skránni. So nógv tiltøk vóru, at tað er rúgvusmikið at greiða frá. Fleiri tiltøk vóru hvønn dagin og
Hetta, at vit báðar, saman við børnunum, sótu umborð á Dúgvuni á veg til Svínoyar var eitt slag av "Deja vu" ? nú var bara at vóna, at Másin ikki fór á víkina! Vit báðar hava mangan tosað um túrar, har Másin [...] fingurin so illa umborð á Dúgvuni, at hann mátti á skaðastovuna í Klaksvík. Eftir slíka hending er gott at sessast í fjálgari matstovu hjá góðum vinmanni og fáa sær ein bita. Á ja. Og morgunin eftir, tá [...] stuttligar og øðrvísi upplivingar á túrinum: Eingir Beatles-sangir at lurta eftir í bilinum, einki Mars at seta tenninar í umborð á Dúgvuni, eingin voffur fyri borð á Eiðinum (heldur álvarsligt) - og heldur
Hugsa tær ein gráan týsmorgun í november. Regnið slær á vindeygað í kamarinum. Eingin er inni at hála teg upp úr songini. Tá er lætt at venda sær á hina liðina, lata skúla vera skúla og fara aftur í dreymaverð [...] einum farra av sorgblídni, at man nú sigur farvæl, sigur hon. Franskt var yndismálið Erla hevur gingið á málsligu deild í ð-flokkinum, eisini nevndur 02ð. Erla væntar at fáa knapt 10 í meðal í próvnum. Sp [...] var skipari og mamman starvaðist í móttøkuni. Erla var bæði dekkari og starvaðist í bókasøluni umborð á skipinum, sum eisini hevur vitjað í Føroyum nakrar ferðir. Hesa tíðina, tá familjan var umborð, sigldi
fyri, at hann skuldi ikki verða aftastur á stigatalvuni, men tann partur helt ikki. Akkurát ikki. Hevði klokkan gingið bara 0,02 sekund seinni, tá trappurnar vóru á skránni, hevði Bogi havt eina stigið afturat [...] verið drívmegin, nú kappingin um at gerast Føroya sterkari aftur kom á dagsskrá, og hann var eisini fyriskipari, nú Battle of the North var á skránni. Dupult-leikluturin sum íðkari og fyriskipari er krevjandi [...] ikki verða. – Ja, hatta var súrt. Beint nú havi eg tað, sum havi eg staðið eitt fantastiskt downhill á skíð, men har eg gjørdist akkurát ov seinur. Onkur av hinum tók skemtiliga til, at hetta var ein vána
í lopi og á gólvinum. Tað gekk væl hjá føroysku fimleikarunum, og bendi alt á, at teir fóru at vinna kappingina. Til Isle of Man skuldi fyri seinastu ferð á gólvið. Tá mistu føroyingarnir á stokkinum. [...] upp ímóti gullinum. Men so gjørdist ikki. Tá øll stigini hjá londunum vóru samantald, endaðu Føroyar á einum øðrum plássi, bert 0,1 stig aftanfyri Isle of Man. - Tað var pissi-ergiligt fyri at siga tað beint [...] vera, at vit hava mist ein tíggjundapart av einum stigi við at byrja fyrst. Landsliðsvenjarin vísir á, at onki alment lutakasti hevur verið, og at Føroyar byrjaðu fyrst bæði í kvinnuliðkappingini og hjá
eftir at Dánjal á Lakjuni hevði sent innfyri. Men tað var sum so tað. Seinastu 20 minuttirnar undan steðginum fekk HB veruliga ferð á. Rógvi Poulsen og Bjarni Jørgensen fingu gott rásarúm á kantunum, og mest [...] heilhjartaða stuðul. Ov lítið hugflog Sæð burtur frá fyrsta góða korterinum ella so, so sat HB á øllum tí, sum gekk fyri seg í Gundadali. Áðrenn vertirnir raknaðu við, spruttaðu fuglfirðingar øgiligt, og Andy [...] hjá liðnum, og vinnur B68 í útsetta dystinum móti Víkingi, er munurin niðri á fýra stigum, og so verður av álvara trýst á oddaliðnum. Fuglfirðingar hava hinvegin eisini sítt at hugsa um. Fýra stig í teimum
stýrdi saman við Brigit Ryan verjuni, har blaðungu Lóa Samuelsen og Jórun Patwary vóru á bakkunum. Á miðvøllinum gekk liðformaðurin Sanna Svarvadal undan, og saman við henni vóru systrarnar Tóra og Jancy [...] Tað er einki nýtt í kvinnufótbóltinum skilt á tann hátt, at trífalda meistaraliðið í Klaksvík framvegis er topplið og við fullum stigatali. KÍ vann í dag 3-1 ímóti EBS/Skála, sum undan ferðini norður til [...] tað gjørdu tær stútt og støðugt. Bæði liðini ofraðu seg í nærdystunum, men heimaliðið var tryggari á bóltinum og liðavrikið var eyðkent av góðum spælskili. Av gomlu garduni vóru tvíburarnir millum tær
B68 spælarin reyða kortið. Heimaliðið var greitt oman á í 1. hálvleiki, men B68 kendi ikki sína vitjunartíð. Eftir hvíldina gekk tað meiri javn á, og eftir útvísingina vóru spentar støður í báðum endum [...] upp á fríspark av brotsteigarmarkinum eitt vet til vinstru. Dagfinn Forná bríkslaði fyri frísparki, tí Kristian Anton Andreassen hevði steðgað fremsta vágamanninum í skjótum mótálopi, og oman á frísparkið
Tað gekk als ikki soleiðis, sum støðutalvan kundi bent á, at tað fór at gera, tá ið 07 Vestur, sum stríðist fyri at flyta upp, seinnapartin var á vitjan hjá teimum næstbestu hjá HB, sum royna at sleppa [...] fastur maður á framrættaðum miðvallarplássi á besta liðnym, skiftur inn fyri Jógvan Róa Davidsen. Christian R. Mouritsen, sum fyrr í ár í eitt stutt skifti var í 07 Vestur, varð skiftur inn á HB liðið, tá [...] væl mannað, nú fleiri á besta liðnum trongdu til dystarvenjing. Millum teir ellivu fyrstu vóru Jógvan Rói Davidsen, sum inntil fyri stuttum var fastur høgri vongverji og liðformaður á besta liðnum og Andreas
felagið frá á heimasíðuni. Ken Fagerberg hevur spælt nærum hundrað dystir í donsku superliguni, har hann hevur skotið mál fyri eitt nú FC Midtjylland, AC Horsens og Viborg, innan leiðin gekk aftur á heimleiðin