07 Vestur fingið svenskan áleypara

Eina ferð kostaði hann 15 milliónir krónur

07 Vestur hevur gjørt 2 ára sáttmála við 27 ára gamla svenska áleyparan Ken Fagerberg. Tað boðar felagið frá á heimasíðuni.

 

Ken Fagerberg hevur spælt nærum hundrað dystir í donsku superliguni, har hann hevur skotið mál fyri eitt nú FC Midtjylland, AC Horsens og Viborg, innan leiðin gekk aftur á heimleiðin og til svenska Assyriska, skrivar 07 Vestur.

 

Ken Fagerberg byrjaði yrkisleiðina í svenska Orgryte í 2007, og bleiv seinnu seldur til FC Midtjylland fyri 15 milliónir krónur.

 

Tað verður sagt úr 07 Vestur, at besta liðið hjá felagnum longu er í holt við venjing og fyrireiking til komandi kapingarár. Trygvi Mortensen er nýggjur venjari.

 

Ken Fagerberg flytir í næstum til Føroyar saman við unnustuni og teirra nýføðingini. 07 Vestur flutti farna kappingarár upp í bestu deildina.