Við eini framúr væl eydnaðari kapping, har ein stúgvandi full høll av áskoðarunum veruliga fekk valuta fyri pengarnar, kundi Føroya sterkari maður ikki veruliga loyva sær at vera ónøgdur, tá hann rindaði møðina eftir kappingina.
Men hann var skjótur at staðfesta, at úrslitið varð ikki heilt tað, sum hann hevði vónað. Bogi hevði sett sær fyri, at hann skuldi ikki verða aftastur á stigatalvuni, men tann partur helt ikki. Akkurát ikki. Hevði klokkan gingið bara 0,02 sekund seinni, tá trappurnar vóru á skránni, hevði Bogi havt eina stigið afturat, men soleiðis skuldi ikki verða.
– Ja, hatta var súrt. Beint nú havi eg tað, sum havi eg staðið eitt fantastiskt downhill á skíð, men har eg gjørdist akkurát ov seinur. Onkur av hinum tók skemtiliga til, at hetta var ein vána heimavøllur, sum ikki kundi skaffa mær hasar marginalarnar afturat, so kanska skuldi eg bara flutt av landinum, segði Bogi Hammer.
Stafettin fer víðari
Bogi hevur verið drívmegin, nú kappingin um at gerast Føroya sterkari aftur kom á dagsskrá, og hann var eisini fyriskipari, nú Battle of the North var á skránni.
Dupult-leikluturin sum íðkari og fyriskipari er krevjandi, men Hammer helt tó ikki, at hetta hevði nervað.
– Eg fekk eisini góða hjálp frá Jákup Suna Berg og Magna Mouritsen. Teir báðir tóku mest sum púrasta yvir teir báðar seinastu dagarnar, so eg fekk hugsað um kappingina í frið. Men sjálvandi tekur hetta nakað av fokus.
Og hvussu verður við kappingini um at gerast Føroya sterkari. Tá tit byrjaðu við tí kappingini segði tú, at hetta var ein kapping, sum føroyskir íðkarar høvdu saknað. Fer kappingin í søguna, nú tú hevur boðað frá, at tú gevst.
– Nei, tað hvørki vænti ella vóni eg. Nú gekk bara heilt væl í dag, og eingir skaðar gjørdu um seg, so eg rokni við, at eg taki eina kapping afturat heima í Føroyum. Men so verður tað liðugt fyri mítt viðkomandi. Tað er tó eingin ivi um, at aðrir standa til reiðar at føra kappingina víðari, og so verði eg kanska tann, sum bara stendur við stopp-urinum ístaðin, sigur Bogi Hammer.