vera opin fyri nýskapan og øllum tí, ið kundi skapa framburð. Tí stríddist hann áhaldandi fyri, at søguligu virðini og fornminnini skulu kunna brúkast og gerast partur av eini livandi framtíð - og at tey [...] en fyrimynd fyri onnur og víst eina ótrúliga styrki, tá sjúkan og mótgongdin rakti. Vit eru mong, ið hava samkenslu við tær, Jóannesi, Siggerti og Pouli við familjum - eins og við systkum og øllum, ið stóðu [...] hann hevur borið fram á leiðina, og alt, sum hann hevur sátt, er í tryggum hondum og fer at grógva víðari hjá næsta ættarliðnum - og hjá teimum, ið koma. Páll sáddi og skapti lív kring seg. Hann heystaði
árini, og man kann siga, at fiktiv skip, bíløgd av fiktivum reiðarum, blivu send avstað at veiða meir og minnið fiktivan fisk. Eisini fiktivir byggningar reistu seg upp úr træðum keyptar og seldar fyri fiktivar [...] kanum, Føroya Banka og hjá teimum útlendsku kredittfeløgunum, fyri undirgravandi virksemið. Marknaðurin reguleraði seg sjálvan, var boðskapurin hesi høvdu at bera føroysku tjóðini. Men tey tosaðu ikki [...] hugleiðingarnar um politisku støðuna og um altartalvuna, eru ikki fyrst og fremst skrivaðar fyri at háða. Eg havi m.a. tað felags við ein stóran part av føroysku tjóðini, at eg líði av eini djúpari indignasjón
saman, og at blaðið tí ikki fór at koma út framyvir. Professionellur journalistikkur fekk eitt ordiligt skot fyri bógvin, og óhefta og kritiska eftirlitið við teimum, ið sita við valdinum viknaði og er í [...] Tjóðveldi merkir fólkaræði, og grundleggjandi fyritreyt fyri einum sunnum og vælvirkandi fólkaræði eru sterkir og kritiskir fjølmiðlar, ið hava eftirlit við valdshavarunum. Fyri góðum mánaða síðan gjørdist [...] órætt móti teimum eldsálum, ið – hóast trong fíggjarlig kor og langt frá ideelum umstøðum – ótroyttiliga arbeiða fyri einum ríkum mentanarnarlívi í Føroyum, og megna at skapa sannar mentanar- og listaligar
á fimm deildum og skúlum: · Føroyamálsdeildin skipar fyri gransking og útbúgving í føroyskum máli, bókmentum og skaldskapi av manna munni. Náttúruvísindadeildin skipar fyri gransking og útbúgving í B.Sc [...] ar í búskapi, marknaðarførslu og leiðslu á akademi- og diplomstøði. Alsamt fleiri fara undir fjarlestur, og skulu vit eggja fólki til tess, og geva teimum møguleika fyri lestrarstuðli. Nýggj vegleiðingarstova [...] av teimum við skerdum førleikum, teimum, sum eru í vanda fyri at missa sítt tilknýti til arbeiðsmarknaðin, umframt teimum, ið nýliga eru flutt til landið og hava eina aðra mentanarliga bakgrund og aðrar
skattalætta. Fyri ikki so langari tíð síðani hækkaðu tingmanna- og landsstýrismannalønir munandi. Hetta segðist vera neyðugt fyri at tað politiska arbeiðið kundi gerast til lítar. Argumentið fyri skattalætta [...] einaferð, og svarar verkið aftur við at siga enn fleiri fólk úr starvi, og síðani at taka gjald frá fólki, sum koma á skaðastovurnar. Og enn er ikki nóg mikið. Pensiónsupphæddirnar eru fastfrystar og pensi [...] avgerðir flyta og fordeila fólksins ogn. Fólkið velur politikarar, ið tey vóna fara at vísa ábyrgd fyri, at ognin verður umsitin á ein skynsaman hátt, so hon tryggjar rakstur og framburð, tjóðini at frama.
signing fyri arbeiðið í framtíðini, sigur Jóhannus, sum gongur fyrsta árið á Læraraskúlanum í Havn. Ein gularót fyri ung Fyri meinigheitsarbeiðið eru skaptir ótrúligir møguleikar, - ikki minst fyri tann [...] fleiri ung eru komin á hesi møtini. Skráin fyri hesi ungdómsmøtini eru fjølbroytt og skiftandi. Onkutíð er ein tala um eitt ávíst evni og onkutíð er sangur og vitnisburðar. - Men vit leggja eisini stóran [...] alla orsøk at fegnast um góðu umstøðurnar. Tað gera børnini og tey eldru á Skála eisini. Her eru møguleikar skaptir fyri framhaldandi virksemi og eisini heilt nýggjum virksemi. Ein teirra sum eisini fegnast
givið út eina mongd av navnframum týðingum og nýggjum bókmentum á móðurmálinum - tilsamans sløk 300 bókaheiti. Tað er tí fyrst og fremst tær og konu tíni fyri at takka, at allar hesar dygdarbøkur á føroyskum [...] dýrdarveður og blíðan byr, men mangan mótburð og andstroymi. Og tað fekk Bókagarður sum so mangur annar so dyggiliga at sanna, tá ið fíggjarkreppan í 90-árunum eisini tók kvørkratak um hann og alt virksemi [...] sum hann sjálvur so rámandi segði, "at aftan fyri alt útgávuvirksemi mítt er goymdur alskurin til tað land og fólk, ið meg hevur fostrað, og til tað mál og mentan, ið sprottin er úr móðurjørð. Tí kendi
skrúgongu oman í býin, har røður og tónleikur vóru á skránni. Taka vit tónleikin fyrst, so var tað Finnur Jensen, sum stóð fyri hesum. Og hann dugdi bæði at syngja og undirhalda. Serliga tá hann kom til [...] nakað hvassari. Hon legði eftir teimum, hon kallaði moralskar krimpireyvar og sýtti fyri, at hesar skulu umboða hana. Bíblian hevur ofta verið nýtt sum argument í kjakinum, og hetta fekk Marnu Jacobsen at [...] Paulus, sum skrivaði hópin av brøvum til fólkabólkar og greiddi teimum frá, hvussu tey áttu at liva. – Og í Føroyum eru tað so nógv sum eita Paulus og vita betur enn onnur, hvussu vit skulu liva, soleiðis
bergtaka fólk á landi. Og mín sann, um tey ikki eisini dugdu tað á sjógvi! Angela og Hannibal vóru tey, sum tóku sær av undirhaldinum fyri børnini og tey vaksnu eisini. Við søgum, kappingum og práti dugdu tey [...] Aberdeen og í Peterhead, so hevði eg ikki leypt eina einastu jólagávu í Føroyum! Henda kvinnan var farin á jólatúrin saman við familju síni fyri at slappa av eitt sindur frá jólaresinum heima og sjálvandi [...] verið so bevístur, at viðkomandi tók golf-útgerðina við, og ætlaði at vitja onkra av kendu golfvøllunum, sum Skotland er vorðið so kent fyri. Og onkur annar kundi halda sín 50 ára føðingardag umborð á Norr-önu
gur vóru hildnar og ófriðurin vaks. Í hesi tíðini harnaði hetta nýggja stríðið millum palestinskar arabarar og jødar, og smærri vápnaðir yvirgangsbólkar vóru skipaðir á báðum síðum og fingu vaksandi stuðul [...] palestinar eisini dagin. Fyri teimum kallast hendingarnar kring hendan dagin »al-Nakba«, sum merkir »vanlukkan«. »al-Nakba« - vanlukkan Síðst í 19. øld, tá ið jødar í Evropa fyri fyrstu ferð fluttu til Palestina [...] stýrdar úr Konstantinopel, Beirut og Damaskus. Í økinum í 1880unum búðu umleið 450.000 palestinskar arabarar og 25.000 jødar, harav teir allarflestu ultra-ortodoksir og ikki tjóðskaparsinnaðir við búðstaði