Jóla(innkeyps)skipið úr Aberdeen

- Tað er nógv fyri at siga tað: Men eg angri meg grønan, at eg keypti so nógvar av jólagávunum í Føroyum. Hevði eg vitað av hesum!, sigur ein av teimum 1000 føroyingunum, sum hesa vikuna hava verið jólatúr við Norrönu í Aberdeen.

Norröna: - Ja, hevði eg vitað, at tað var soo bíligt í Aberdeen og í Peterhead, so hevði eg ikki leypt eina einastu jólagávu í Føroyum!
Henda kvinnan var farin á jólatúrin saman við familju síni fyri at slappa av eitt sindur frá jólaresinum heima  og sjálvandi fyri at vitja handlarnar í Aberdeen.
Tey høvdu fyri langari tíð síðani teknað seg til henda jólatúrin. Tað sama høvdu 1000 aðrir føroyingar gjørt, tá flaggskip okkara legði frá landi í Havn mánamorgunin og setti kós móti Peterhead í Skotlandi.
Tey allarflestu ætlaðu at shoppa í Aberdeen ella í Peterhead. Onnur ætlaðu at vitja familjuna ella bara at vitja ymisk støð í landinum.
Onkur annar hevði verið so bevístur, at viðkomandi tók golf-útgerðina við, og ætlaði at vitja onkra av kendu golfvøllunum, sum Skotland er vorðið so kent fyri. Og onkur annar kundi halda sín 50 ára føðingardag umborð á Norr-önu.
So millum hesi 1000 ferðafólkini vóru ymisk endamál við ferðini. Men uttan eina trygga farleið við Norr-önu var hesin serstaki møguleikin ikki til staðar.

Úrval
Henda kvinnan av bygd hevði altso bara eitt í kvittanini  at keypa inn. Og tað gjørdi hon so sanniliga.
- Eg hevði hoyrt frá øðrum, at tað skuldi vera sera bíligt her. Og tað var tað so sanniliga, sigur hon.
Hon legði eisini merki til, at úrvalið av vørum var so ótrúliga stórt og øðrvísi enn hjá okkum.
- Tað er so púra sikkurt, at eg ætli mær aftur higar eina aðru ferð. Og tá er spurningurin, um eg fari at keypa nakra jólagávu í Føroyum frammanundan, sigur hon.
Í gjár kom henda kvinnan og hini 1000 fólkini aftur í land, - ein góðan túr ríkari, men kanska fíggjarliga fátækari!

Undirhald
Mánamorgunin var ein øgilig stákan á bryggjuni í Havn, tá Norr-öna legði frá landi.
Farið varð av Havnini kl. 10, og 22 tímar seinni skuldi skipið so leggja at í Peterhead. Hetta var, sum skiltist, fyrstu ferð at eitt slíkt skip hevði lagt at í hesi størstu fiskivinnuhavnini í Europa.
Hóast 22 tímar kann tykjast sum ein long tíð, so varð alt gjørt umborð fyri at stytta ferðafólkunum um ferðina. Her skuldu øll kunna hugna sær sum best, bæði børnini, tey ungu og tey tilkomnu.
Tí hevði ein lagt eina fjølbroytta skrá við undirhaldarum, sum hava prógvað at tey duga at bergtaka fólk á landi. Og mín sann, um tey ikki eisini dugdu tað á sjógvi!
Angela og Hannibal vóru tey, sum tóku sær av undirhaldinum fyri børnini  og tey vaksnu eisini. Við søgum, kappingum og práti dugdu tey at bergtaka børnini á ein serstakan hátt.
At tey vóru á pallinum tvær ferðir, tað gjørdi ongan mun. Børnini sótu við stórum eygum og lurtaðu eftir teimum og svaraðu til, tá okkurt var, sum tað ikki átti.
Tað hevði eisini eydnast at fáa Føroya stuttligasta mann, Hilmar Jan Hansen við sær umborð. Hann var á pallinum bæði sum undirhaldari og sum fyristøðumaður í Syngið Við-tiltøkunum um kvøldarnar.
Og tá hann var liðugur við sítt, tóku Showmenn yvir við tónleiki. At hesir fýra tónleikasnillingarnir duga sítt kram er eingin ivi um, og tað prógvaðu teir til fulnar á hesum túrinum.
Tað vóru eisini onnur tiltøk á skránni. Millum annað var skipað fyri fleiri bingospølum, har tann eini høvuðsvinningurin var ein cruiseferð til Bergens.

Avstað aftur
Longu í heyst lýsti Smyril Line við hesi ferðini, og tað var rættiliga skjótt at fólk fóru at tekna seg.
Og tá Norr-öna legði frá landi, var skipið at kalla fullsett av spentum og keypshugaðum føroyingum.
Tann stóri spurningurin er so, um ein líknandi túrur verður aftur komandi ár. Tað eru flestu ferðafólkini helst samd um, men í síðsta enda er tað so leiðslan í fyritøkuni sum tekur avgerð um tað.
Lítil ivi man kortini vera um, at handlarnir í Aberdeen og í Peterhead hava gjørt kvettið. Tað hevur hinvegin helst gjørt sítt til, at fólk eisini brúktu meiri pening umborð.
So her skuldu verið øll líkindi fyri, at 1000 føroyingar aftrat kunnu fara á jólatúr aftur komandi ár.


Fleiri samrøður
Millum jóla og nýggjárs fara vit at prenta samrøður við fleiri av ferðafólkunum á hesum jólatúrinum.
Vegna plásstrot var ikki møguligt at fáa hesar samrøðurnar við í dagsins blað.