táttur á Summartónum og harafturat hava tey hildið Várkonsertir í Listaskálanum á hvørjum vári saman við føroysku tónaskøldunum. Eisini uttan fyri landoddarnar hevur Aldubáran fingið avbera móttøku. Á fyrstu [...] spælimenn á hægsta stigi, ið als ikki vóru glataðir«. Aldubáran er samansett av ungum føroyskum tónleikarum. Trý teirra virka á Musikkskúlanum í Havn, fýra teirra eru yrkistónleikarar í Danmørk, m.a. á Kgl. [...] skulu tey í heyst á heysti 99 hava framførslur við Hanusi Johansen í Norðurlandahúsinum, har bæði nýtt og gamalt tilfar hjá Hanusi verður klætt í nýggjan búnað. Spennandi verður. Á ferðini til Danmarkar
Mikkjal Sørensen, Marjus Dam, Jákup Sverri Kass og Sámal Petur í Grund, landsstýrismenninir Signar á Brúnni og Eyðun Elttør og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi. Til viðgerðar: 1. Atkvøðugreiðsla um fy [...] fyrispurning nr. 100-5/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Sámal Petur í Grund, løgtingsmanni, viðvíkjandi Skálafjarðarleiðini. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast. 2
farloyvistíð síni sum landsstýrismaður. Eyðun Viderø, sum er avloysari hjá John Petersen, verður sitandi á tingið, eisini meðan John Petersen hevur farloyvi. Hesum hevur John Petersen boðað Finnboga Ísakson [...] enn, men ein møguleiki er, at løgmaður tekur ábyrgdina av málsøkinum. Hetta hava vit sæð eitt nú tá Sámal Petur í Grund fór frá sum landsstýrismaður í samferðslumálum.
tingmáli nr. 11/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um bjargingarútgerð á opnum bátum og á førum undir 20 tons (BRT/GT). 3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 12/1998: Uppskot til løgtingslóg [...] almannaveitingum 5. Svar uppá fyrispurning nr. 100-5/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Sámal Petur í Grund, løgtingsmanni, viðvíkjandi Skálafjarðarleiðini. 6. Munnligir fyrispurningar. 7. Framløga
Fundur Skipað varð fyri fundi fyri politikarum, har ferðafólkini greiddu frá sínum sjónarmiðum. - Sámal Petur í Grund legði ein fyrispurning fyri Løgtingið, eg haldi tað var 9. apríl, men enn hava vit einki [...] tá, at bert eini 18 ferðani vóru við bátinum hvønn túrin. Nú koyrir bussurin tómur úr Havnini árla á morgni og ikki eru nógv við heimaftur um dagin og tá eru fleiri túrar. Heldur ikki er nakar við aftur
mótmælt varð í Tinganesi á sinni, sigur seg ikki skilja, hví tey ikki kunnu fáa svar frá landsstýrismanninum í samferðslumálum. Løgtingsmenn í økinum hava roynt sítt og eitt nú hevur Sámal Petur í Grund lagt [...] út, tá peningur longu var játtaður, men enn er einki svar komið. Ingun Gaardbo hevur spurt seg fyri á Løgtingsskrivstovuni og har varð sagt, at 20 dagar skuldu ganga, áður enn nakað hendir. Hetta skuldi [...] yrkadagar skulu ganga. - Onkur, ið hevur internet, hevur hugt, men einki sæst til, at málið er komið á nakra fundarskrá í løgtinginum, sigur Ingun Gaardbo, sum arbeiðir sum sjúkrasystir í Havn. Ferðin ov
eg sá Hans Petur, var í Eysturgrønlandi. Vit vóru á hvør sínum báti og sigldu tætt fram við hvørjum øðrum. Hans Petur stóð á dekkinum og dró nót um borð á »Strømnes«. Hann veittraði til mín og smíltist [...] og systkin hansara, má Harrin styrkja tykkum í tykkara stóru sorg og sakni. Hans Petur fór til skips á ungum árum. Fyrsta túrin var hann við »Morgunstjørnuni« og síðani fór hann við »Strømnes«, har hann [...] sum hava mist tykkara kæra mann og pápa. Men eg veit, at tit hava mangar og góðar løtur at minnast á, sum fara at styrkja tykkum í tykkara stóru sorg og sakni. Má Harrin styrkja tykkum bæði. Eg vil við
landsliðið at vinna til dømis á Spania? At kalla null. Helst hevur Sumba heldur størri møguleika at klára HB, í hvussu so er á heimavølli á Krossinum (í ár vóru sumbingar á odda og taptu 1-2 í endanum) [...] vinnur á HB ella B36, skulu vit siga, 3-1, so verður hetta ein bumba, ein sensasjón, sum øll leingi fara at tosa um. Fólk minnast enn, hvussu Sumba vann á HB 3-1 í Gundadali í 1991. Men um HB vinnur á B36 [...] altjóða kappingum á jøvnum føti við »risarnar« úr Onglandi, Týsklandi og Italia. Próvgrundir fyri at útihýsa »dvørgunum« framføra Beckenbauer, Berlusconi og hinir fótbóltssnobbarnir júst á sama hátt, sum
ein minutt fyri hálvleik vóru á odda 16-11. Hoyvíkingar rendir um koll Tað vóru gestirnir úr H71, sum fingu bestu byrjanina upp á seinna hálvleik. Spakuliga ótu teir seg inn á vertirnar, og tá ið sjey minuttir [...] liðið hjá sær. Bárður Brimvík, sum vanliga spælir á strikuni hjá H71, var leikbannaður, og hetta førdi við sær, at Olaf Vestergaard fekk fulla spælitíð á strikuni, og at Finnur Hansson tók plássið hjá Bárði [...] sindur løgið, at Finnur skuldi verja fyri høgra bakki hjá vestmenningum, Sámal Joensen. Finnur er ikki av størstu monnum, meðan Sámal er ein risi. Heimaliðið byrjaði sum eitt ódnarveður, og tað var týðuligt
sum var eftir hjá abbanum, tá ið hon rýmdi. Leikurin byggir á gerandisdegin hjá hesi familju. Har er sorg, skemt, gleði og álvara, alt saman á ein hátt, ið ger leikin fólkaligan og viðkomandi. Tónleikurin [...] hava verið so nógv at sæð á palli fyrr. Her verður serliga hugsað um Jógvan Hansen, sum spælir tann ungi Dávur, Jacobina Joensen, sum tann ólukkuliga Sigrid, kona løgreglumannin á staðnum, Hans Hjalti Skaale [...] Olsen, Jórun Ljósstein, Allan Poulsen, Súsanna Jacobsen, Jan Gardar, Øssur Hentze, Jógvan Jacobsen, Sámal Christiansen og Sólgerð Jacobsen. Leikstjóri og sjónleikari Tað er Saga Jónsdóttur sum hevur leikstjórnað