hittast í hugnaligu kaffistovuni á Hotel Marriott Courtyard mitt í býnum Tbilisi, har føroyska landsliðið skal spæla í annaðkvøld. Gudmundur Djurhuus greiðir frá, at teir búgva í høvuðsstaðarøkinum í Danmark [...] umboðað, men tað merkir tó ikki, at eingin verður og rópar á liðið, tá føroysku leikararnir renna inn á vøllin á tjóðarleikvøllinum í georgiska høvuðsstaðnum Tbilisi mikukvøldið. Tríggir suðuroyingar í Georgia [...] Georgia Hallur Sumberg, Gudmundur Djurhuus og Tommy Tausen búgva í hesum døgum á Hotel Marriott Courtyard í Tbilisi. Teir eru úr Suðuroy, búgva í Danmark men hava ferðast til Georgia fyri at fylgja landsliðnum
gongur í hvítum kilti innan fyri fýra veggir á einum sjúkhúsi. Men tað finnast eisini læknar, sum ganga í skotsikrum vesti og hjálmi. Ein teirra er 29 ára gamla Hanna Bjarkhamar Poulsen úr Vági, sum í løtuni [...] sín arm. Men er tað nakað, sum hon hevur lært, so er tað, at mann noyðist at hava ein positivan hugburð. – Tað nyttar ikki at hugsa negativar tankar. Í staðin fyri at hugsa um bløðrurnar í fótinum, so hugsi [...] hvussu eg havi tað, og hvussu tað fer at gangast mær. Men tey hava góðtikið, at hetta er nakað eg vil, og sum eg ikki fari at sleppa. Sjálvt um tey eru stúrin, so stuðla tey mær í tí. Tað betýðir alt fyri
stavraðnum – á teknmáli. Plakatin fæst í trimum ymiskum litum. Í løtuni verður pakatin seld í Alfa Bókhandli í Klaksvík, Bókabúðini í Runavík, Gamla bókhandli- og Rit og Rák í Havn. Inntøkan frá søluni fer til [...] føroyskt talumál serstakt. Tað hevur egna mállæru og ber egna mentan. Tað er rættiliga vanlig uppfatan millum fólk, at teknmál er eitt altjóða mál, men tað er tað ikki. Tað líkist hinum norðurlendsku [...] mennist, har tað verður tosað. – Vit vita, at húski við deyvum børnum mentu egin tekn, áðrenn tað varð vanligt at fáa undirvísing. Í mong ár fóru føroysk deyv til Danmarkar á deyvaskúlar. Í nýggjari tíð
barnið verður ørkymlað? Støður, sum stinga seg upp frá, at barnið fer heimanífrá, inn í bussin, inn í skúlan og heim aftur. Hvør skal taka sær av hesum? Skal tað bara verða onkur í skúlanum, sum hevur áhuga [...] samstundis sum eg eisini hugsi um, hvussu næmingarnir hava tað í gerandisdegnum! Rúmvíddin er nakað kommunurnar eiga at gera nakað við, og tað arbeiðið er í gongd við skúlaútbyggingum, bæði her í Vága kommunu [...] viðhvørt brúk fyri at fáa raðfylgjuna í smáum myndum, t.d. frá tí tað fer upp úr svimjihylinum, til tað hevur latið teg í og er klárt at fara hús. Hesi børnini kunnu ivast í, nær tey skulu brúka handklæði ella
at mæla frá slíkum uppskoti, um tað verður nakað, sum verður tikið víðari á politiskum stigi í Føroyum. – Um man yvirhøvur skal umhugsa at fara handan vegin, so má man sum minimum seta nøkur krøv. Eitt nú [...] 53a fyrispurning um málið. Men í Ráðnum fyri Ferðslutrygd halda tey ikki, at tað er eitt gott hugskot at lækka aldursmarkið til at fáa koyrikort frá 18 til 17 í Føroyum. – Sum útgangsstøði eru vit ikki fyri [...] eldri fólk og hava ikki tær somu royndirnar. Tað er ein kombinatión av tí, sum ger, at eg ikki haldi, at tað er eitt gott hugskot, sigur hon og vísir á, at tað tekur nógv ár at blíva ein góður bilførari
the enemy of good”, sum mann sigur á enskum, so tað ræður um at blíva við at skriva, sjálvt um tað aldrin verður perfekt. (Sosialurin - spurningarnir eru settir í juni) LES EISINI: – Sum tannáringur fjeppaðist [...] eftir fyri sum heilt ungur? – Eg eri uppvaksin við nógvum andaligum tónleiki. DC Talk var tað, sum fangaði meg mest. Tað var kul at hoyra, at mann kundi syngja um Gud og enn ljóða líka væl sum Linkin Park [...] artistur. Hann er ein sangskrivari av Guds náði. Fyrstu ferð eg hoyrdi plátuna, var tað sum okkurt broyttist inni í mær. Tað var sum at kaga út gjøgnum eitt vindeyga, og síggja ein annan heim. Plátan er lutfalsliga
dyrnar til, og varpaði ljós á ymist, ið annars lá í myrkri. Kenslan var kanska nakað sum, tá ið tú leitar í gomlum køssum, sum leingi hava staðið í myrkri á ovastalofti, og tú kemur fram á bæði eitt og annað [...] tosað verður um føroyska málmenning í dag, verður títt navn altíð nevnt. Orðabókin gjørdi teg so viðgitnan, sum um tú vart rokkstjørna – øll í landinum kendu Jóhan Hendrik Winther Poulsen, og tað hevur [...] rakti kraftina, sum lá í dvala. Ljósið og mátturin runnu saman í eind og fluttu okkum fram. Ein skrøna er um ein av okkara landsmonnum, sum var sambandsmaður av heilum huga. Hann helt tað vera so hátíðarligt
David Jones hevur áður verið upp á tal sum venjari í Fuglafirði, men uttan at nakað ítøkiligt er spurt burturúr. Stendur tað til bretska venjaran, verður tað neyvan bara í ár, at hann fer at standa við stýrisvølin [...] venjaran David Jones er betri. Tað koma óivað óvart á fleiri fuglfirðingar, tá David Jones varð settur sum venjari hjá Formulaliðnum hjá ÍF í vár. Tí bretin er ikki hvør sum helst í Fuglafirði. Hann er um nakar [...] fótbóltsfelagnum í býnum. David Jones var í 1979 við til at lyfta ÍF á ovastu rók í føroyskum fótbólti, tá fuglfirðingar vunnu sítt higartil einasta føroyameistaraheiti í søgu felagsins. Sum málsøkin og ágrýtin
skal royna seg í realityrøðini Paradise Hotel, sum fyrigongur seg á einum luksus hotelli í Mexico. Tað verður tó ikki í donsku útgávuni av Paradise Hotel. Hann skal hinvegin vera við í tí norska Paradise [...] Paradise Hotel – sum er byrjað í dag 22. januar. – Tað verður ikki betri Hvussu ber til, at tú ert við í Paradise Hotel? – Eg havi altíð droymt um at vera við í Paradise Hotel! Og altíð vitað, at eg passi perfekt [...] høvd. Tað ljóðar kanska ikki so glamourøst fyri summi, men eg stórtrívdist í øllum spenninginum, eg elskaði tað. Øll, sum eg kenni frá Paradise Hotel, siga tað sama. Hatta hotellið livir víðari í einum
ð og búskapin sum heild. Búskaparráðið o.o. síggja í hesum døgum myrk skýggj á luftini, og tí fær ríkisveitingin støðugt størri týdning. Tí tykist tað løgið, at samgongan í Føroyum, sum framhaldandi arbeiðir [...] ivi er um, at almenna tænastustigið versnar, og livifóturin í Føroyum lækkar, um ríkisveitingin verður tikin burtur. Malplaserað stevnað Sæð í hesum ljósi var lestrarstevnan hjá Norðuratlantsbólkinum á [...] ið byggir á søgulig, mentunarlig og ættarbond, eigur ikki at verða gjørdur upp í pengum, men tað skal ikki forða nøkrum í at síggja, at ríkisveitingin hevur stóran týdning fyri Føroyar.