Útvikla heldur enn avvikla

Fólkatingið viðger í dag fíggjarlógina fyri 2008. Í røðu í dag førir undirritaði fólkatingsmaður m.a. hetta fram: Ríkisveitingin hevur størri týdning, enn landsstýrið vil sanna, og týdningurin av veitingini økist, nú serfrøðingar síggja myrk skýggj á luftini. Hetta er enn ein orsøk til at fegnast um Ríkisfelagsskapin. Evnið á lestrarstevnuni hjá Norðuratlantsbólkinum á Christiansborg herfyri var púra malplaserað

Í sambandi við viðgerðina av donsku fíggjarlógini á Christiansborg í dag fer undirritaði fólkatingsmaður m.a. at leggja dent á hesi viðurskifti:

 

Ríkisveiting stóran týdning

Ríkisveitingin til Føroya, ið bert telur 0,1 prosent á donsku fíggjarlógini, telur heili 15 prosent á føroysku fíggjarlógini. Sostatt hevur veitingin framvegis sera stóran týdning fyri føroyska landshúsarhaldið og búskapin sum heild.

Búskaparráðið o.o. síggja í hesum døgum myrk skýggj á luftini, og tí fær ríkisveitingin støðugt størri týdning. Tí tykist tað løgið, at samgongan í Føroyum, sum framhaldandi arbeiðir við at skerja ríkisveitingina, heldur fast um, at veitingin hevur lítlan týdning.

Ongin ivi er um, at almenna tænastustigið versnar, og livifóturin í Føroyum lækkar, um ríkisveitingin verður tikin burtur.

 

Malplaserað stevnað

Sæð í hesum ljósi var lestrarstevnan hjá Norðuratlantsbólkinum á Christiansborg herfyri fullkomiliga malplaserað.

Heldur enn at hava fokus á, hvussu tann týðandi ríkisveitingin skal skerjast, áttu umboð fyri bólkin at havt fokus á, hvussu vit skapa fleiri inntøkur. Vøkstur og menning eru treytir fyri, at væl útbúgvin fólk koma heim aftur til Føroya, og tí kundi ein lestrarstevna hóskandi viðgjørt m.a. henda spurning.

 

Útvikla heldur enn avvikla

Heldur enn at avvikla Ríkisfelagsskapin arbeiðir Sambandsflokkurin við at útvikla hann.

Flokkurin vil økja samstarvið við Danmark á øllum økjum, har har felags úrslit kunnu fáast burturúr – innan útbúgving, gransking, heilsu, vinnu og umhvørvi.

Játtanin á donsku fíggjarlógini til at granska í klima og havstreymum kring Føroyar er eitt gott dømi um, at danska stjórnin ítøkiliga og nýhugsandi stuðlar upp undir felags áhugamál í Ríkisfelagsskapinum.

Ríkisfelagsskapurin, ið byggir á søgulig, mentunarlig og ættarbond, eigur ikki at verða gjørdur upp í pengum, men tað skal ikki forða nøkrum í at síggja, at ríkisveitingin hevur stóran týdning fyri Føroyar.