KVØÐA
Jonhard Mikkelsen
----------
Góðan dag og hjartaliga vælkomin út á læraraskúlan í dag tann 20. juni – nú dagurin toyggir seg so langt, sum hann kann – sólin er komin so langt norður, sum hon orkar og varpar sínar fløvandi geislar oman yvir okkum.
Ljósið hevur týdning. Hetta at lýsa og at varpa ljós á øll handa viðurskifti gav einum søguligum tíðarskeiði navn. Eitt skeið, tá ið ljós varð varpað á mangt og hvat, ið áður lá fjalt í myrkri. Gongdin fram, varð sagt, var at upplýsa fólk, og í hesum upplýsingarskeiði var Jens Chr. Svabo uppi á døgum. Tá setti hann sær fyri at varpa komandi ættarliðum ljós á eitt talað mál, hann var sannførdur um, fór at fara í søguna. Sum fór at doyggja av berari vanrøkt.
Tað, ið Svabo gamli ikki kundi vita tá, var, at vit fóru at hava eitt skriftmál halva øld seinni. Hann kundi heldur ikki vita, at hetta bragd fóru at kveikja so ógvusliga í føroysku sálina, at ein mentanarlig kollvelting fór fram á leið eina øld eftir, at hann hevði skrivað minningarorð um málið. Brádliga vaknaði alt, ið áður lá í dvala og í myrkri. Vit festu tankar á blað, vit fingu bløð og skaldskap, og vit fóru at krevja at verða upplýst á okkara egna máli.
Nú eini 230 ár eftir at Indberetningar vórðu skrivaðar, kunnu vit sita í stórari høll á føroyskum læraraskúla og hátíðarhalda, at ein av størstu føroysku málfrøðingum verður stjeytifimm ár. Hátíðarhalda mann, sum er víða gitin fyri, hvussu væl hann hevur røkt føroyska málið seinastu hálvu øldina. So sjáldsama væl kann alt laga seg. Tað er einki minni enn eitt undur, sætt í hesum ljósi. Tí hetta er framburður, sum hevur kravt ómetaliga nógva orku, áræði, treiskni, nógvan kunnleika, nógv vit og nógvan lærdóm.
Men ljósið rakti kraftina, sum lá í dvala. Ljósið og mátturin runnu saman í eind og fluttu okkum fram.
Ein skrøna er um ein av okkara landsmonnum, sum var sambandsmaður av heilum huga. Hann helt tað vera so hátíðarligt at lesa Dimmalætting, at hann fór í tær betru tenninar, tá ið hann setti seg við spísstovuborðið at lesa leygardag.
Nakað soleiðis kendu fleiri tað, tá ið orðabókin var á skránni í útvarpinum. Onkur stongdi úthurðina, tí nú skuldi friður vera. Børnini vórðu kveistrað ut í tún at spæla. Onnur tóku stikkaran úr telefonini, tí nú varð orðabókin á skránni. Hátíðardámur.
Tá ið fólk lurtaðu eftir Jóhan Hendriki Winther Poulsen, sum segði teimum frá rárum orðum og forvitnisligum orðafellum, sat mestum øll tjóðin undir lestri.
Gomul kona úr Funningi skrivar
Bræv er komið sunnan av landi
– øll kenna eyðkendu orðingarnar.…..
Jóhan Hendrik gjørdi tað, ið fram til tá var hildið at vera ógjørligt. Hann breyt fordómin um hin turrisliga málfrøðingin og gjørdi hann til landsins besta undirhaldara. Púrasta óhoyrt. Her var einki fyridømi. Hann rakti eina tægr, sum liggur djúpt í okkum øllum.
Jóhan Hendrik fór inn í teir smáu kistlarnar, har málsliga reyðagullið verður goymt. Í málsliga reyðagullinum liggur slóðin av søguni og tilverutreytunum og tillagingunum og snildunum og skemtinum og øllum tí, sum til samans hevur skapt okkara mentan gjøgnum øldir. Bita fyri bita. Orð fyri orð. Alt tað varpaði hann ljósið á við síni orðabókasending
Hann fór inn í rúmini, sum orðini vóru dyrnar til, og varpaði ljós á ymist, ið annars lá í myrkri. Kenslan var kanska nakað sum, tá ið tú leitar í gomlum køssum, sum leingi hava staðið í myrkri á ovastalofti, og tú kemur fram á bæði eitt og annað, ið fær teg at undrast, vekur gomul minni og forvitni.
Góði Jóhan Hendrik – tín partur hevur ikki ligið eftir. Tá ið tosað verður um føroyska málmenning í dag, verður títt navn altíð nevnt. Orðabókin gjørdi teg so viðgitnan, sum um tú vart rokkstjørna – øll í landinum kendu Jóhan Hendrik Winther Poulsen, og tað hevur eingin orðabókafrøðingur nakrastaðni í heiminum megnað hvørki fyrr ei heldur seinni. Tí leksikografar er tiltikið turrisligt slag.
Eingin í Føroyum fer nakrantíð aftur at verða kallaður Orðabókin. Eingin fer aftur at eiga ein fýramannafar, ið verður nevnt Orðabókin, ongantíð fara fólk aftur at siga, at Orðabókin var í grind, eingin fer at aftur eiga døtur, sum eru døtur orðabókina.
Tú og orðini og bókin eru so samantvinnað, at eingin loysir teir tríggjar tættirnar sundur aftur. Og nú fært tú orðabókina um eina løtu og eingin annar enn eykabindið hevur lagt hana til rættis. Anfinnur sat so trúgvur undir liðini á tær, meðan tit ritstjórnaðu móðurmálsorðabókina, at hann fekk navnið eykabindið.
Vit hava nógv á skránni hesa løtuna. Hetta var tíðarskamturin, mær var tillutaður. Enn einaferð hjartaliga til lukku við degnum og eg takki tær hjartaliga fyri ta leið, tú hevur slóðað okkum, sum royna okkum í sama starvi.