kristin lívsvirði í Danmark, og hví hirðarnir nú vóru á varðhaldi, tá ein bóklingur við 100% bíbilskum innihaldi varð borin í hvørt hús í Danmark. Hetta var so eitt sindur um »yvirhirðan« hjá Aagaard sum [...] orðið. Fólkakirkjan hýsir sostatt nógvum meiningum og tað skal kirkjan sjálvsagt ikki lastast fyri. Men tá meiningarnar hjá sálarhirðunum spenna so langt sum eystur er frá vestur, so kunnu lombini lættliga [...] tí hon hýsir jú nærum øllum meiningum, og kann tí døma allar aðrar meiningar uttan at noyðast, at hava nakra meining sjálv. Í Sosialinum úttala tveir danskir teologar seg um ávísar fríkirkjuligar rørslur
eitt avgreiðslumál, áðrenn tað er greitt, at B36 í 1998 fer at hava lið í 1., 2. 3. og 4. deild. Hetta kemur sera væl við, tí vit hava nógv fólk, og tað fer at leggjast meiri afturat teimum eldru deildunum [...] hjá B36 vilja vera saman við meistaraliðnum, og tað fáa tey høvi til seinni um kvøldið, tá tað verður opið hús í B36 húsinum. 2. og 3. lið eisini góð úrslit Næstbesta liðið hjá B36 flutti upp í 2. deild [...] Tá B36 seinnapartin í dag hevur fingið FM skreytið handað, og vinnararnir eru avmyndaðir verður farið aftur til Havnar. Í høvuðsstaðnum skipar býráðið við Leivuri Hansen, býráðsformanni, á odda fyri móttøku
heldur var tann rætta. Niels Malmros royndi fyrst av øllum alvi at vissa okkum um, at vit skuldu gera tað fyrra, men tá ið vikan skifti, skifti senan eisini og lopið varð eina øld fram, meðan áskoðarin varð [...] besta innlitið. Gyklarin er, eins og vit, ein áskoðari, men samstundis miðdepilin í frásøgnini. Ein frálíkt hugskot hjá Hans Rozsenqvist og Zeppelin Teatrinum, sum hava evnað leikritið til. Hanus Johansen [...] upprunaliga ætlað til sjónleikahús, tá fyrispurningur um fígging til at byggja av fyrstan tíð varð sendur Norðurlandaráðnum. At tað so seinni bleiv avgjørt, at hús skuldi byggjast við víðari karmum, er
sum eg eisini vil nýta høvið at leggja áherðslu á, og tað er tann serliga ekstremistarasan sum vit hava í Føroyum. Fyri at lýsa hetta fyribrigdi, um eg kann brúka tað orðið, so lat meg nevna nøkur nøvn [...] undergroundsfelagsskapum - ella tiltøkum, er eitt so elementert ting sum at hava eitt stað at fundast í. Yvirhøvur at fólk leggja hús til veitslur og fundir, í tí liggur ein hjartaligheit ið ikki kann metast [...] var akkurát tað sum Steinbjørn gjørdi. Hann opnaði Háskúlan fyri eini tí størstu fylking sum vit yvirhøvur hava haft í Føroyum. At hetta hevur verið við til at flutt Háskúlan aftur til sínar undergroundsrøtur
dystinum ímóti Spania, er tá Todi í 1. hálvleiki hegnisliga lyfti uppum ein verjuspælara, men var taklaður akkurát, tá hann skuldi heilflukta ímóti málinum. Todi Jónsson segði tá, at hann hvørki sá ella [...] føroyskum fótbólti, verður ikki við, tá landsliðið í morgin fer á síðstu fótbóltsferðina í ár. Hann var við FCK í Jerevan, men hann spældi ikki við, tí hann var skaddur. Tá var tó sagt, at FCK hevði valt at [...] Eg fái ikki fylgt við í venjingini. Tað bilar ikki, tá eg renni fyri meg sjálvan, men eg fái bara spurtað við hálvari ferð, og tað er ikki nóg mikið, tá tú skalt spæla á hesum støðinum, sigur Todi Jónsson
niður yvir føroyingar, hava síðan roynt at skapt ta mýtu um hesa lóg, at hon gevur okkum fult vald í Føroyum. Men latum okkum stutt hyggja at hesi lóg, og hvussu hon kom. Forsøgan Tá Danmark varð hersett [...] og »? Nýskipanin skal altso vera eitt heimastýri, t.v.s. vit skulu fáa nakað av umsitingarvaldi, men sjálvstýri ella ræði í egnum landi fáa vit ikki«. Fólkaflokkurin førdi eisini fram, »? at hvør gerð [...] fyribilsstýrisskipanarlógina í mai 1940, sum løgtingið síðan arbeiddi eftir. Eftir kríggið vildu danir hava okkum innaftur í amtsstøðuna; føroyingar/løgtingið segði nei, og fólkaatkvøðan 1946 varð sett í verk
ir hava tveir møguleikar. Teir kunnu bróta vallyftini. Tá halda teir ikki orð, og tað er ikki gott. Ella teir kunnu lata vera við at halda lyftini, og tað er nógv verri, segði Jens Stoltenberg. Vit koma [...] Vit vilja ikki taka ábyrgd fyri ein politikk sum Arbeiðaraflokkurin meinar er ábyrgdarleysur, segði fráfarandi norski forsætisráðharrin, Thorbjørn Jagland, aftaná landstýrisfundin í flokkinum leygardagin [...] miðflokka-stjórn. Soleiðis sum hesir flokkarnir løgdu fram sín fíggjarpolitikk í vár, í samband vid at fíggjarlógin bleiv endurskoðað, so er hetta ikki at taka ábyrgd. Heldur ikki tann fíggjarpolitikkurin
arkitektakappingina um skúlan á sinni, og sum bæði arkitektar og verkfrøðingar hava arbeitt eina tíð uppá at projektera. Tá ið vit vita, hvørja støðu, landsstýrismaðurin í Skúlamálum hevur havt til spurningin [...] hvussu undirlendið er, har fimleikarhøllin stendur. So kunnu vit spyrja, hví undirlendið er størri trupulleiki í dag, enn tað var, tá ið tá ið kappingin var og líka til hátíðarhaldið á skúlanum herfyri [...] sami landsstýrismaður førir seg so harðliga fram. Tey flestu hava annars gingið og billa sær inn, at rektarin í Hoydølum longu fekk ?gávuna³, tá ið vinnarin í arkitektakappingini var funnin og settur ígongd
ið liðin vóru, síðani vit vóru á okkara danmarkarferð, og sigast má, at tey vóru nógv fleiri, enn vit høvdu hildið. Vit reistust, meðan nøvnini vórðu lisin upp, og aftaná mintust vit tey í tøgn eina løtu [...] føroyskum skúlabørnum, ið hevur verið á einari uttanlandsferð. Vit vóru 100 børn til saman umframt lærararnar, ið vóru 6 í tali. Vit undirritaðu hava hugsað um, at stuttligt hevði verið at hittast aftur, men [...] aftur eftir so nógv ár. 10 ár seinri um heystið 1988 vóru vit aftur saman, og hesa ferð vóru vit á Parnassinum á Hotel Hafnia. Skilligt var, at vit vóru nógv færri enn í 1978, og var tað tí, at fleiri vóru
týdning teir hava havt og framvegis hava - so er veruliga talan um alstór virði, sum teir gomlu hava latið eftirkomarum sínum. Uppgáva okkara er tí at verja væl um hesi stóru virði, sum vit hava fingið til [...] Hetta er andaligur viðførningur og lívsáskoðan, sum vit á okkara døgum hava ov lætt við at gloyma. Nútíðar materiella samfelagið hevur gjørt, at vit hava ov lætt við at gloyma fedrannar arv og tey lívsvirði [...] til at føra bygdina víðari. Men her í Æðuvík kunnu vit fegnast um, at bygdin er í vøkstri - um vit lít aírking so síggka vit at eisini fleiri nýggjari hús eru - og er hetta tekin um at ungfólkið støðist.