Vit vilja ikki taka ábyrgd fyri ein politikk sum Arbeiðaraflokkurin meinar er ábyrgdarleysur, segði fráfarandi norski forsætisráðharrin, Thorbjørn Jagland, aftaná landstýrisfundin í flokkinum leygardagin.
Á tíðindafundinum eftir floksfundin, har eisini partar av Stórtingsmanningini luttók, løgdu Thorbjørn Jagland og Jens Stoltenberg dent á fíggjarpolitikkin hjá eini komandi miðflokka-stjórn.
Soleiðis sum hesir flokkarnir løgdu fram sín fíggjarpolitikk í vár, í samband vid at fíggjarlógin bleiv endurskoðað, so er hetta ikki at taka ábyrgd. Heldur ikki tann fíggjarpolitikkurin sum hesir flokkarnir løgdu fram undir valstríðnum vísir at teir vilja taka neyðugu ábyrgdina, segði Thorbjørn Jagland.
Neyðugt at tálma
Jens Stoltenberg samanber miðflokka-politikki við ein bilstjóra sum økir ferðina tá hann skuldi trýst á bremsuna.
Eingin ivi er um at norski búskapurin má kølast av. Miðflokkarnir vilja gera tað øvugta.
Jens Stoltenberg ávarðar ímóti at Noreg kann enda í eini støðu sum landið var í í 80-unum og búskapurin var uttan stýring.
Miðflokkarnir hava tveir møguleikar. Teir kunnu bróta vallyftini. Tá halda teir ikki orð, og tað er ikki gott. Ella teir kunnu lata vera við at halda lyftini, og tað er nógv verri, segði Jens Stoltenberg.
Vit koma aftur
Thorbjørn Jagland avvísir ikki at flokkur kann koma í stjórn aftur áðrenn komandi stórtingsval um fýra ár.
Arbeiðaraflokkurin kann koma í stjórn aftur heilt skjótt, um tað er ein meiriluti í Stórtinginum fyri at føra ein ábyrgdarmiklan fíggjarpolitikk. Vit vilja vera við til at stuðla ein politikk sum styrkir um norska búskapin, ikki oyðileggjan hann, segði Thorbjørn Jagland.










