til staðar, tí hesa løtu hevði eg unt øllum Føroya fólki. Tó høvdu nógv leitað sær í Gøtu kirkju hendan sunnudagin. Ja, í kirkjuni var neyvan stólur tomur; og var tað við til at geva hendan serliga »stemningin« [...] meðan ein sat har og lurtaði. Tit skulu hava tøkk fyri hetta. Tøkk fyri at tit leggja so nógva orku í at gera okkum áhoyrarum gerandisdagin lættari. Tí eitt vita vit, og tað er, at tað liggur eitt stórt
Næstseinasta hósdag var Jóhannes Jacobsen í Leirvík ella Jóhannes í Geilini, sum hann varð nevndur her í bygdini, borin til sítt seinasta hvíldarstað. Hann gjørdi ikki nógv um seg, og hann fór ikki langt [...] størri í Leirvík, boð um. Jóhannes var føddur 1. august í 1944, og hann slóknaði nýggjársdag, 53 ára gamal. Foreldrini vóru Anna, fødd Joensen, og ættað úr Klaksvík, og Emil Jacobsen úr Leirvík, sum var [...] Randal Nybo av Viðareiði. Tey búgva í húsunum, sum foreldrini lótu byggja. Barnaheimið hjá Jóhannesi var í Geilini. Tað var tætt ímillum húsini í Geilini og hjá okkum í Beitinum. Bara Beitisvegurin var ímillum
gøtur og stræti í Fuglafirði. Hon var í einum sjaldsama vøkrum grønum frakka, ið klæddi væl til tað brúnu læknataskuna, sum fylgdi henni um tún, Skarðið og Fuglafjarðarboðar, tá ið hon var í læknaørindum [...] Hellurnar og Oyndarfjørð í stormi og kavaroki? Tá skuldi sannur dugnaskapur og skil til. Á einum sinni, miðskeiðis í fimmti árinum, var boð sent eftir Emmu at koma norður til eina barnakonu í Oyndarfirði. Hetta [...] Oyndfirðingar gingu til bytis, og møttust tey Uppi í Klyv oman fyri Hellurnar. Í hesum døgum bar Emma sjálv barn undir belti, og mundi tað vera Dávur, sum fjálgur lá í móðirlívi og lurtaði eftir vindi og guvum
nevndarformaður, fulltríu í vinnumálastýrinum, Eyðbjørg Kass, skrivstovukvinna í Norðurlandahúsinum, Finn Danberg, fíggjarleiðari á landssjúkrahúsinum, Súsanna Sørensen, fulltrúi í Oljufyrisitingini og Poul [...] Í sambandi við at tryggingarlóggávan er broytt, er Føroya Lívstrygging nú umskipað, og hevur Føroya Landsstýrið sett nýggja nevnd fyri Føroya Lívstrygging. Í nýggju nevndini sita Hákun Niclasen, nevnd [...] at stjórn og nevnd fyri Tryggingarsambandið somuleiðis hava verið leiðsla fyri Føroya Lívstrygging í hesum tíðarskeiði. Orsøkin til, at Føroya Lívstrygging verður umskipað, er ein avleiðing av avtaluni
Fiskavirking í Gøtu »specialisera« seg í at salta serliga brosmu og longu, men eisini toskur og nakað av blálongu verður arbeitt á virkinum. Umframt hetta er laksakryvjing ein munandi táttur í arbeiðinum [...] sjálvandi ikki, um lítil fiskur er. Men higartil í ár hevur arbeiðið verið støðugt, tó at tað í hesi vikuni var heldur slakari enn vanligt. Fiskavirkið í Gøtu er stórt arbeiðspláss og tískil sera týdningarmikið [...] Fiskavirking. Men kortini eru eingi tekin til, at tey ikki standa seg í kappingini. Eitt av teimum góðu gomlu virkjunum er Fiskavirking í Gøtu. Teir standa og hava eisini altíð staðið uttanfyri ætlaðu mon
ini, er, at í 80-árunum vóru hálvtannað starvsfólk í umsitingini. Hetta er nú minkað niður í helvt soleiðis, at nú er eitt starvsfólk 3/4-tíð. Somuleiðis eru 5 av teimum 17 skótaliðunum í Føroyum ikki [...] eina niðurgongd, og er í løtuni í nakað av einum aldudali. Serliga stóra fráflytingin fyrrapartin av 90-unum ávirkaði limatalið skeiva vegin, og gongdin er at kalla hin sama sum í hinum Norðanlondunum. [...] tjóð. Aloftast verður limaskapur í ST settur sum treyt fyri, um eitt land kann gerast limur í altjóða skótarørsluni. Tískil mugu Føroyar vera umboðaðar gjøgnum Danmark í hesum máli, men arbeitt verður alsamt
nasta í Leirvík Allir skótar í Eysturoynni luttaka í gudstænastuni í Leirvík sunnudagin 22. febr. kl. 12 í sambandi við føðingardagin hjá Baden Powell. Missiónshúsið í Hovi Missiónsvika byrjar í kvøld [...] (inngongd vestanfyri). AA-fundir verða í Havn í kvøld kl. 20 og kl. 22.30 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). Bahá?í Miðstøðin í Gundadali er opin hvønn hósdag frá kl. 17.00 til kl. 20.00. Øll eru hjartaliga vælkomin [...] fundirnar bjóða vit ein drekkamunn. Samkoman Malta í Hirtshals Herning, Jylland 21. febr. verður tiltak fyri føroyingar í Jyllandi í Danmark. Tiltakið verður í Josvalskúlanum, Dalgasgade 11, Herning. Byrjað
Keldan í Skálabotni Leygarkvøldið kl. 21: Opið hús v/ Heidi og Erlandi. Sunnukvøldið kl. 17 verður familjumøti. Skótagudstænasta í Leirvík Allir skótar í Eysturoynni luttaka í gudstænastuni í Leirvík sunnudagin [...] verður samkoma í KFUK fyri øllum leiðarum og patruljuførarum í Havn og á Argjum. Sjómanskvinnuringar hittast í Nesvík Mánadagin 23. febr. kl. 19.30 savnast hesir sjómanskvinnuringar í leguhúsinum í Nesvík: [...] fundirnar bjóða vit ein drekkamunn. Samkoman Malta í Hirtshals Herning, Jylland 21. febr. verður tiltak fyri føroyingar í Jyllandi í Danmark. Tiltakið verður í Josvalskúlanum, Dalgasgade 11, Herning. Byrjað
20 mió. í havið - Tað er løgið at tosa um kreppu í hesum landi, tá ið fiskimaðurin tveitir fyri einar 20 mió. kr. í livur aftur í havið. Fiskimaðurin stendur við livrini í hondini og hevur tvey í at velja [...] 96 gekst væl at fáa livur, men í fjør og í ár hevur illa borið til. Árini 94 til 96 fekk verksmiðjan um 1200 tons árliga, men í fjør fekk verksmiðjan bert um 300 tons, og í ár hevur bara verið tikið móti [...] vit mugu í størri mun gangnýta okkara ríkidømi í havinum, leggur stjórin aftrat. Nýggjan bygning Og tað er heldur ikki ætlanin at gevast, tí nýggjur bygningur verður nú bygdur Úti á Vík í Leirvík, beint
fyrstu dystirnir í kappingini um løgmanssteypið spældir. Mest spennandi dysturin var í Vági millum 2. deildarliðini Royn og EB/Streym. Dysturin varð spældur í Vági, tí grasvøllurin í Hvalba enn ikki er [...] víðari Í Leirvík tók LÍF ímóti skálamonnum, og her vann heimaliðið 4-0. Øll málini komu í seinna hálvleiki. Jonhard Høgnesen gjørdi tvey tey fyrstu, áðrenn póllendingurin Tomek setti eitt brotsspark í netið [...] hvussu góðum standi vøllurin í Hvalba er í. Vinnarin av dystinum B71-FS Vágar skal síðani í bólk saman við HB, KÍ og NSÍ, meðan vinnarin av dystinum Royn-LÍF sleppur at royna seg í bólki saman við GÍ, B68 og