Um ikki so langa tíð flytur Lýsiverksmiðjan í Gøtu til Leirvíkar. Ein av orsøkunum til, at Lýsiverksmiðjan má flyta, er tann, at hon stendur beint við skúlan og hetta hevur ikki verið serliga væl dámt. Líka síðan verskmiðjan fór at gera lýsi í 1994, hevur eitt og annað verið at hoyra um luktin.
- Ungdómurin í dag heldur, at fiskur skal lukta av parafumu, men tað er nú ikki bara skúlaungdómurin sum hevur havt ilt av luktinum. Tilflytaranir til Gøtu hava kanska verið teir ítarstu at gera vart við seg, greiður Eirikur Húsamørk frá.
1200 tons
Men tað er ikki bara luktin, Lýsiverksmiðjan í Gøtu hevur at stríðast við, tí áhugurin millum sjómannin at taka livrina úr fiskinum er bara minkandi og tá er sjálvt høvuðsgrundar-lagið undir virkseminum í stórum vanda.
Stjórin í Lýsaverksmiðjuni greiðir frá, at árini 94 til 96 gekst væl at fáa livur, men í fjør og í ár hevur illa borið til. Árini 94 til 96 fekk verksmiðjan um 1200 tons árliga, men í fjør fekk verksmiðjan bert um 300 tons, og í ár hevur bara verið tikið móti hávalivur frá Skútunesi.
Lýsiverksmiðjan hevur sjálv bil at fara eftir livrini, og farið verður um alt landið, so tað skuldi ikki verið trupulleikin.
20 mió. í havið
- Tað er løgið at tosa um kreppu í hesum landi, tá ið fiskimaðurin tveitir fyri einar 20 mió. kr. í livur aftur í havið. Fiskimaðurin stendur við livrini í hondini og hevur tvey í at velja, antin at tveita hana í havið ella í lastina, og tíverri hevur hann valt tað fyrra, sigur Eirikur Húsamørk.
- Høvdu vit bara fingið helvtina av teimum 10.000 tonsunum av livur sum fara aftur í havið, var grundarlag fyri eini slíkari verksmiðju sum hesi, men tað vísir seg heldur ikki at bera til. Og kortini, so hava vit ongar ætlanir at gevast, tí tað má bera til at motivera reiðaran og sjómannin.
- Hetta árið sær ikki so gott út, uttan so føroyingurin sær, at vit mugu í størri mun gangnýta okkara ríkidømi í havinum, leggur stjórin aftrat.
Nýggjan bygning
Og tað er heldur ikki ætlanin at gevast, tí nýggjur bygningur verður nú bygdur Úti á Vík í Leirvík, beint við Brennistøðina hjá IRF.
Heisn bygningurin er 1400 fermetrar stórur og arbeiðsumstøðurnar fara at bøtast munandi í nýggja bygninginum.
Framleiðslukapasiteturin verður kortini tann sami sum í dag, eitt gott tons um tíman.