framtíðartryggja netið í Sandoynni, har fleiri útbyggingar eru fyri framman. Eitt nú smoltstøð í Skálavík og vindmyllulund í Klivaløkshaga. Harumframt er hetta eisini liður í at styrkja netið í Suðuroy, har stórar [...] kemur í bræði, verður farið undir at leggja sjókaðal til Suðuroyar fyri at knýta elnetið í Suðuroy í netið í meginøkinum, sigur Jón Nielsen, deildarstjóri fyri netið. Koblingarstøðin hevur verið í umbúna [...] kommunu og Sev vóru møtt í nýliga innilokaðu koblingarstøðini á Sandi. Sev skrivar, at bygningurin, sum er staðsettur inni í grótbrotinum í bygdini, er 962,5 fermetrar til støddar í partvís tveimum hæddum
landbúnaðinum í Føroyum, sigur Mjólkarvirki í tíðindaskrivi. Felagið hevur í dag eina fóðurdeild, handil við hópin av brúkslútum og stórum úrvali av maskinum og vápnum, eykalutagoymslu og verkstað. Í mai/juni [...] mai/juni mánaði fer felagið at taka ein framleiðslubygning í Skálavík í nýtslu, har tey fara at framleiða eitt stórt úrval av ostum. [...] – Hesi 45 árini er hent nógv í felagnum, frá at vera ein framleiðslufyritøka við fáum vørum, er fyritøkan hesi árini víðkað munandi. Vit framleiða og selja í dag 70 ymiskar mjólkarúrdráttir, og er fyritøkan
bátahylinum. Nú vit hava havt hampiliga gott várveður í nakrar dagar, hevur verið arbeitt við at seta portrið í innsiglingina til bátahylin. Skálavík er brimpáss, og tá uppgangurin er ringastur, stendur [...] bryggjuna. - Hetta eru treytirnar, tá bygdin liggur út til havssíðu í mun til bygdirnar, sum liggja við deyðavatn. Soleiðis hevur borgarstjórin í Skálavíkar kommunu, Linjohn Christiansen, sagt, og tí setti kommunan [...] nógv á havnarlagnum, tá ringast er, og tí ætla tey í Skálavíkar kommunu eisini at “konstruera” endan á grótkastinum øðrvísi. - Vit fara at seta spunsil í, so eingin ivi verður um, at grótkastið heldur, tá
og vaks upp í Skálavík fyrst í farnu øld. Eftir nøkur ár til skips og ein vetur á háskúla í Havn helt hann seg hava ráð at fara burtur at lesa. Í 1928 tók hann prógv sum búnaðarfrøðingur í Danmark. Heimkomin [...] Heðin Brú mundi eiga innivist í stovuni í mongum føroyskum heimi í sínari tíð. Í nógvum húsum sóust allar hansara bøkur standandi á hillunum. Skaldsøgur og stuttsøgusøvn í einari røð. Føroyingar lósu Heðin [...] Heðin Brú. Hann skrivaði søgur, sum fólk kendu seg aftur í og tóku til sín. Av føroyskum prosahøvundum var hann kanska tann, sum føroyingar í drúgt áramál vóru bestir við. Týddur til fleiri fremmandamál
mest í Vágs og Sunda kommunu. Í kommununum við millum 500 og 1000 íbúgvum hevði Kvívíkar kommuna lutfalsliga størsta fólkavøksturin, meðan fólkatalið minkaði lutfalsliga mest í Sands kommunu. Í kommununum [...] sum tók dik á seg í 2014, náddi toppin á sumri í 2019, tá fólkatalið vaks við umleið 900 fólkum ella 1,8 prosentum uppá eitt ár. Síðan tá er fólkavøksturin støðugt minkaður niður í ein triðing, og seinastu [...] Talvan niðanfyri vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. februar 2024 og 2025. Í kommununum við fleiri enn 1000 íbúgvum var lutfalsligi fólkavøksturin størstur í Sjóvar og Nes kommunu. Lutfalsliga
halda, at før oysk ur tónleikur er í einum góðum stima í løtuni. – Ongantíð áður er so nógvur tónleikur komin út sum í fjør. Í so máta hendur nógv, og tað er dygd í nógva tilfarinum sum verður út givið [...] sen. Aron Højgaard gongur á eftirskúlanum Brúgvin í Skálavík og var í starvsvenjing hjá Jens L. Thomsen. Ætlanin er at skipa fyri kapping á hvørj um ári í ársins jinglu. Ongantíð áður er so nógvur tónleikur [...] hildin í Varpinum, og øll sum hava verið til FMA tiltakið eru boðin við. – Eftirveitslan verður meira fevnandi, vit skulu ikki úr einum stað í annað, og øll eru boðin við, tað halda vit vera gott. Í fjør
Leygardagin hin 6. juni verður almennur ruddingardagur í Skálavík, og her ætla tey at gera nógv burturúr degnum. Dagurin byrjar á Keldu klokkan 10 við góðum morgunmati, áðrenn farið verður at rudda, og [...] farið at grilla við øllum góðum, sum tey siga í Skálavíkar kommunu. Heitt verður á bygdarfólkið um at taka alt uttandura órudd upp - ikki minst tað, sum liggur í lendinum. - Óruddið skal leggjast fram við [...] skipar fyri at savna ruskið saman og fáa tað burtur. - Vónandi fáa vit ein hugnaligan dag saman, so Skálavík verður rein og ruddilig, nú summarið stendur fyri durum, verður lagt aftrat. ##med2##
Helgi Fossádal í samrøðu í Lestrarblaðnum, sum er í Sosialinum hesaferð. Hann er 22 ára gamal og lesur bachelor í International Shipping and Trade á Copen hagen Business School (CBS) í Keypmannahavn, [...] hann í Lestrarblaðnum, sum er í Sosialinum hesaferð. Í blaðnum kanst tú eisini lesa: Um Sirið Stengberg, sum staðfestir, at føroyski báturin átti at fingið endurreisn Um borgarstjóran í Skálavík, sum sigur [...] farmavinnu og handilsskap. Sum liður í útbúgv ingi er tað krav, at næmingarnir skulu uttanlands í eitt lestrar hálvár. Hóast møguleiki er fyri at taka lestrarhálvárið í Evropa, valdi Markus at allan vegin
Hann er føddur á Mølini í Skálavík, har pápi hansara Viggo var víðakendur handilsmaður í næstan 50 ár. Mamma hansara æt Sigrun, og var ættað úr Skopun. Útlongsul og vilji til at uppliva alla ta fjølbroyttu [...] við týskum- og føroyskum máli. Hann er ógvuliga kønur í týskum og hevur ofta verið tolkur, bæði í Føroyum og á ymsum uttanlandsferðum. Jens hevur í øllum sínum skúlaarbeiði fjálgað væl um føroyskt mál og [...] hann hevur verið á øllum fjallatoppum í Føroyum. Tey síðstu árini hava hann og ein Gjáarvinur eisini vitjað og avmyndað tey allarflestu vøtn í Føroyum. -Tá ið Jens er í Danmark og vitjar- og tað er hann ofta
er óhoyrt í hesum hjallinum. Krovini eru í ávísum førum ikki stadnað eftir heilari viku, og hetta er ikki gott fyri kjøtið. Tveir hjallar eru á garðinum, ein í haganum og ein í bygdini. Kjøtið í haganum [...] stendur úti í haganum, er púra óvardur fyri umhvørvinum. Sami hjallur og sama øki, einki er broytt í flettingini, uttan at minni verður opað, so ræsingin skuldi bara verið betri. Av tí, at vit eru í opnari [...] ber ikki til at “snýta” við at lata kjøtið hanga í hita, inntil ræsingin er “kickstartað”. Krovini fara beinleiðis í hjallin, eins og tey hava á garðinum í eitt mannaminni, og bert veðrið stýrir ræsingini