Tíðliga í summar skal Skálavík ruddast

- Vónandi fáa vit ein hugnaligan dag saman, so Skálavík verður rein og ruddilig, nú summarið stendur fyri durum

Leygardagin hin 6. juni verður almennur ruddingardagur í Skálavík, og her ætla tey at gera nógv burturúr degnum.

 

Dagurin byrjar á Keldu klokkan 10 við góðum morgunmati, áðrenn farið verður at rudda, og ætlanin er at rudda ein stóran part av degnum.

 

- Tá alt er liðugt umleið klokkan 15 seinnapartin, verður farið at grilla við øllum góðum, sum tey siga í Skálavíkar kommunu.

 

Heitt verður á bygdarfólkið um at taka alt uttandura órudd upp - ikki minst tað, sum liggur í lendinum.

 

- Óruddið skal leggjast fram við vegnum so samlað sum gjørligt, og ruskposar fáast á ruskplássinum.

 

Sagt verður, at bygdarráðið skipar fyri at savna ruskið saman og fáa tað burtur.

 

- Vónandi fáa vit ein hugnaligan dag saman, so Skálavík verður rein og ruddilig, nú summarið stendur fyri durum, verður lagt aftrat.

 

##med2##