45 ár við mjólkarvirki í Hoyvík

– Í dag er ein søguligur dagur hjá Meginfelag Búnaðarmanna, tí 1. apríl 1980 var fyrsti mjólkarpakkin pakkaður á mjólkarvirkinum í Hoyvík.

– Hesi 45 árini er hent nógv í felagnum, frá at vera ein framleiðslufyritøka við fáum vørum, er fyritøkan hesi árini víðkað munandi. Vit framleiða og selja í dag 70 ymiskar mjólkarúrdráttir, og er fyritøkan víðkað til eisini at vera ein handilsfyritøka, sum nøktar, so at siga, allan tørvin hjá landbúnaðinum í Føroyum, sigur Mjólkarvirki í tíðindaskrivi.

Felagið hevur í dag eina fóðurdeild, handil við hópin av brúkslútum og stórum úrvali av maskinum og vápnum, eykalutagoymslu og verkstað.

Í mai/juni mánaði fer felagið at taka ein framleiðslubygning í Skálavík í nýtslu, har tey fara at framleiða eitt stórt úrval av ostum.