Tað sigur Torkil Dalsgaard, bóndi.
Á veðurlagssráðstevnuni sum varð hildin i Havn fyrr i vikuni var komið inn á, hvussu veðurlagsbroytingarnar ávirka bøndur okkara og tær siðbundnu framleiðslurnar ,og har Jóannes i Miðstovuni gjørdi vart við, at vit ikki longur hava nakað vár við gróðri og lýðku og alt ov heit heyst, sum fer at framleiða tað ræsta og turra kjøtið, DNA Føroyingar.
Tórkil Dalsgaard bóndi í Skálavík, sum var burturstaddur, tá seminarið var, hevur skrivað sínar sera áhugaverdu huxan um hetta evni:
Torkil Dalsgaard, bóndi á Dalsgarði
Mínar royndir seinastu 8 árini sum bóndi, men eisini árini áðrenn tað, eru, at kjøtterrin og kvaliteturin á ræsingini sýnist at vera meira svingandi, enn tað var fyri umleið 15 árum síðani.
Her hugsi eg serliga um, at verri er at fáa líka javna ræsing, sum fyrr. Hjallurin, sum stendur úti í haganum, er púra óvardur fyri umhvørvinum. Sami hjallur og sama øki, einki er broytt í flettingini, uttan at minni verður opað, so ræsingin skuldi bara verið betri. Av tí, at vit eru í opnari náttúru, ber ikki til at “snýta” við at lata kjøtið hanga í hita, inntil ræsingin er “kickstartað”. Krovini fara beinleiðis í hjallin, eins og tey hava á garðinum í eitt mannaminni, og bert veðrið stýrir ræsingini, tá hugsað verður um hita og vætu.
Hitin hevur svingað ógvusliga til tíðir, úr 13-14 hitastigum niður til frostmarkið, síðan uppaftur til 10-11 hitastig nakrar dagar seinni, fyri síðan at falla aftur. Hetta viðførir, at ringt er at fáa javna ræsing.
Tískil er slaktið framskundað eitt sindur á garðinum. Harvið er vandin so, at hitin kann vera í hægra lagið, men av tí at kjøtið hongur í fríum óbygdum, er vandin ikki líka stórur her.
Tó so hevur vætan verið allarhelst størsti vandin. Seinnu 5-10 árini virkar til at hava verið nógv vátari í bestu tíð til slakt - javnan samregn og áarføri, ið hevur gjørt truplari at virka seyð og kjøt í haganum.
##med2##
Avleiðingin av hesum hevur til tíðir verið, at krov eru rotnaði, áðrenn tey eru ræstnaði. Hetta er óhoyrt í hesum hjallinum. Krovini eru í ávísum førum ikki stadnað eftir heilari viku, og hetta er ikki gott fyri kjøtið. Tveir hjallar eru á garðinum, ein í haganum og ein í bygdini. Kjøtið í haganum hevur altíð verið nógv minni álagt, enn tað í bygdini, men seinnu árini er nógv meira lagt á tey, enn eg kann minnast.
Eg kann so bara tosa fyri meg sjálvan, men hjá mær hevur verið broyting í. Hvørjar so orsøkirnar til tað munnu vera, kann man bert gera sær tankar um. Tó vil eg siga, at tann samanhangandi vætan, ið vit hava havt um heystið seinastu árini, hevur ikki gjørt kjøtinum gott.