Evrima kom til Havnar í morgun og eftir ferðaætlanini skal hon fara avstað aftur klokkan 15 í dag. Hon er á eini tíggju nátta ferð, sum byrjaði í Reykjavík týsdagin 18. august. Áðrenn Føroyar hevur skipið [...] skipið vitjað Grundarfjørð og Vestmannaoyggjar í Íslandi. Eftir vitjanina í Havn gongur leiðin víðari til Lerwick, Kirkwall og Edinburgh. Evrima er ikki eitt vanligt stórt ferðamannaskip. Ritz-Carlton nevnir [...] hóast hon er 190 metrar long, er pláss bert fyri í mesta lagi 298 ferðafólkum. Hon hevur 149 svítur, og allar hava egna terassu. Manningin telur 246 fólk. Hetta merkir, at tað næstan er eitt starvsfólk
Í 2024 kom í lag, at sjálvar blóðroyndirnar skulu sendast aftur til Føroya, eftir at kanningarnar í Danmark eru lidnar, og nú fylgja kanningarúrslitini so við. Allir nýføðingar, sum verða føddir í Føroyum [...] Mannagongdin í kanningini er, at ein blóðroynd verður tikin úr hælinum á barninum stutt eftir føðing. Blóðið verður koyrt á eitt serligt filtpappír, eitt sonevnt PKU-kort, sum verður sent til SSI í Danmark [...] til kanningar hjá SSI í upp til 12 mánaðir, og síðani verður tilfarið sent Heilsustýrinum. Avrit av kanningarúrslitunum verða tó framvegis tøk hjá SSI. Føroyskar dátur í Føroyum - Tað er ein stórur fyrimunur
flóðaldu Eftir jarðskjálvtan ávaraðu indonesisku myndugleikarnir um vanda fyri flóðaldu upp í tríggjar metrar við oyggjarnar Flores og Sulawesi. Fólk í hóttum økjum vórðu biðin um at fara niðan í hægri øki [...] rakti tíðliga í morgun lokala tíð og varð máldur til 7,7. Suharyanto, leiðari fyri indonesisku tilbúgvingarmyndugleikarnar, upplýsir sambært AFP, at 38 fólk eru staðfest deyð. Tvey fólk eru álvarsliga [...] Miðdepilin í jarðskjálvtanum var 68 kilometrar í ein útnyrðing úr býnum Ende á oynni Flores, upplýsir amerikanski jarðfrøðistovnurin USGS. Fleiri harðir eftirskjálvtar hava síðani verið í økinum. Ein
kona og maður eru prestar í fólkakirkjuni í Føroyum. Maður hennara, Tummas, er kallaður í embætið sum sóknarprestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi. Hann verður innsettur í Hvalvíkar kirkju 16. august [...] skipaði Idu í embætið við gudstænastu í Eiðis kirkju. ##med2## Undir somu gudstænastu doypti Henning Bøgesvang langabbason sín, Gilla. Eftir gudstænastuna bjóðaði kirkjuráðið á Eiði til drekkamunn í hølunum [...] Jonhard Jógvansson er í lestrarfarloyvi komandi tríggjar mánaðirnar. Kirkjuráðini hava tí kallað Idu at røkja tænastuna. Ida er ættað av Vestursælandi og varð prestvígd í Danmark í 2021. Hon hevur millum
Manshondbóltsliðið úr Odense, GOG, sum var í Føroyum um vikuskiftið í sambandi við nakrar venjingardystir, brúkti sín frídag í Vestmanna. - Hópurin vildi fegin sleppa at fiska, og tað var skjótt, at fimm [...] Vestmanna verður sagt, at tað var ein sera væl nøgdur hópur, sum kom aftur á land eftir nakrar góðar tímar á sjónum og í føroysku náttúruni. - Sum tøkk fyri túrin fingu bátaeigararnir, Jákup Martin Andreassen [...] fimm útróðrarbátar úr bygdini vóru til reiðar at fara ein túr við teimum. Soleiðis siga tey á heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu. - Veðrið var av tí allar besta, hýrurin var góður, og fiskiskapurin var
fótbóltsvenjari hjá ÍF í Fuglafirði í 1981, og hann hevur vitjað aftur í Føroyum heilar 35 ferðir. - Øll eru hjartaliga vælkomin at lurta eftir fyrilestrinum mikukvøldið, siga tey í Vestmanna kirkju. [...] Fyrilesturin varar í umleið hálvan tíma, og í steðginum verður ein drekkamuður at fáa í forkirkjuni. Sjálvur sigur Ronald Risvig, at hetta er ein fyrilestur um hin reyða tráðin í lívinum, sum hann lýsir [...] er um fólk, eg havi hitt, og hvønn týdning tey hava havt í mínum lívi. Danski presturin fer eisini at lýsa, hvønn týdning fótbóltur hevur havt fyri hansara máta at hugsa uppá. - Hetta seti eg í fyrilestrinum
listafólkum í Føroyum. Og tað síggja vit longu úrslitið av. Vit hava fingið eina rúgvu av føroyskum veggjamálningum. Og so seint sum í dag byrjaði Jan Mohr Hermansen uppá tveir veggjamálningar í Skúlanum [...] hava sæð veggjamálningarnar. Fólk í Hetlandi hava spurt, um We Need Art kann koma hagar. Og stórir altjóða miðlar hava varpað ljós á tað, sum er hent her. Børn og barnagarðar fara út at vitja verkini. Ung [...] eitt alment veggjalistaverk. Og nú er hann í holt við nummar 4. Og Sanna og Rakul - sum málaðu teirra fyrsta almenna vegg í juni - byrjaðu eisini uppá ein vegg í dag. Hesaferð er tað Sinnisbati, sum fær
m parkera nógv fólk har, tá tey fara oman á sandin. Kristian Oskar Henriksen heldur tó ikki, at vanlig bilferðsla er ein stórur trupulleiki. – Vit vilja verja vøkru náttúruna, men fólk mugu eisini sleppa [...] kommuna hevur í løtuni ongar ítøkiligar ætlanir um at gera gøtur ella timburleiðir við Mølheyggjarnar. Tað sigur Kristian Oskar Henriksen, borgarstjóri á Sandi, við Kringvarpið. Málið kom fram, eftir at leiðarin [...] leiðarin í Visit Sandoy, Michal Antony Charles Johannessen, í Degi og Viku vísti á eina hugsan um at gera eina timburgøtu við Mølheyggjarnar. Borgarstjórin leggur dent á, at talan bert er um eitt hugskot frá
Arbeiðsloysið í Føroyum var 0,9 prosent í juli. Tað er 0,1 prosentstig minni enn í juli í fjør. Tilsamans vóru 323 fólk rakt av arbeiðsloysi í juli, og tað eru 53 færri enn sama mánað í fjør. Umroknað [...] færri enn í juli í fjør. Fulltíðararbeiðsloysi merkir, at tíðarskeiðini hjá teimum arbeiðsleysu verða roknað saman til fulla tíð. Hava tvey fólk til dømis verið arbeiðsleys í ein hálvan mánað í part, telja [...] prosentum. Tó var arbeiðsloysið í Suðuroy 0,2 prosentstig lægri enn í juli í fjør. Býtt eftir aldri var arbeiðsloysið størst millum tey 25–34 ára gomlu og tey 35–44 ára gomlu. Í báðum aldursbólkum var tað 1
hevði frumsýning í Noregi fyrr í ár. Við støði í savnsupptøkum, sum fara yvir hundrað ár aftur í tíð, og persónligum frásøgnum lýsir filmurin, hvussu lívið fram við landi myndar fólk og teirra virði og [...] nógvar mátar munnu kunna kenna okkum aftur í frásøgnunum og havsins leikluti, sum er avgerandi fyri gerandisdagin, lívið og mentanina. Filmurin verður sýndur í Norðurlandahúsinum 14. august kl. 18.30. [...] søguligar hendingar, sum til dømis byrjanina á norska oljuævintýrinum og endurbyggingina av Finnmørkini eftir seinna veraldarbardaga. Leikstjórnað hava Elisabeth Kleppe, Henrik Hylland Uhlving og Elin Sander