Mussikskúlin og mong onnur kunnu fáa gleði av í framtíðini. Soleiðis siga tey í Vágs kommunu í dag, og lagt verður aftrat, at hetta mál var fyrstu ferð á tekniborðinum í 2016, tá fyrstu tekningarnar vórðu gjørdar [...] býráðsmeiriluti og skúlaleiðslan í Vágs skúla til framløgu við tekningunum um nýtt audiatorium, og hetta var hin 5. jan í 2017. Málið varð síðan tikið uppaftur í mentanarnevndini í mars 2021. Vágs býráð samtykti [...] at gera alt arbeiði liðugt, siga tey í Vágs kommunu í dag. Leggjast kann aftrat, at Fuglark Arkitektar hava gjørt nýggjastu tekningar av nýggja mentanardeplinum í Vági. Meira um verkætlanina kann lesast
vindmyllulundini í Porkerishaganum. - Vit møtast við niðankoyringina til vindmyllulundina og ganga ella koyra eftir vegnum, sum fer niðan til vindmyllurnar. Soleiðis siga tey í Vágs kommunu í dag. - Túrurin [...] henda seinasta dagin á árinum. - Komið og upplivið Føroyar frá síni vakrastu síðu! ljóðar áheitanin úr Vági.
høvuðssæti í Vági, fer at standa fyri arbeiðnum. - Fyritøkan hevur nógv arbeiði at vísa á innan bygging, og sigur seg vera fegna um at kunna loysa hesa uppgávu í heimbygdini. Tað vóru borgarstjórin í Vágs kommunu [...] Í vikuni er avtala undirskrivað millum Vágs kommunu og byggifyritøkuna Norcon úr Vági um at fara í gongd við arbeiðið at gera jørðarbeiði og fundamentir til nýggjar ljósmastrar við fótbóltsvøllin á Eiðinum [...] verkætlan, sum hevur stóran týdning fyri ítróttarumhvørvið í Vági. Við nýggju ljósmastrunum verða umstøðurnar á vøllin munandi betri, serliga í myrku árstíðunum, har ljós er ein avgerandi treyt fyri bæði
næstforkvinna í VB, fegnast um stuðulin. “Fyri okkum í Vágs Bóltfelag er Suðuroyar Sparikassi ein stoltleiki fyri Vágsbygd. Okkara ungdómur er okkara dýrabarasta tilfeingi og er framtíðin hjá felagnum, í bygdini [...] bygdini og í oynni. Tískil hevur tað størsta týdning fyri okkum sum felag, at hesi hava eitt so gott og mennandi tilboð sum til ber. Suðuroyar Sparikassi er einasti bankin heimahoyrandi í Vági, og tí vilja [...] avtaluna og at vera við til at stuðla ungdómsarbeiðinum hjá VB. Vit í Suðuroyar Sparikassa ynskja VB eitt gott kappingarár og góða eydnu í framhaldandi menningini av felagnum, skrivar Suðuroyar Sparikassi
burtur úr tí. Í tí sambandi eru tey í ferð við at útvega sær neyðugu útgerðina til endamálið. Tað er hesa útgerðina, gávan frá Lions skal brúkast til. Tina Grønbech, leiðari á Fab-Lab, í Vági sigur, at y [...] leingjast við at endurnýta tað, heldur enn bara at tveita tað í skrell. Hugsanin er, at børn og ung fara at samla plast saman, sum tey síðani kunnu fara í Fab-Lab við og gera onkran nyttugan lut burtur úr tí, [...] og sum tey síðani kunnu fáa heim aftur við sær. Byrjað verður í smáum við ávísum sløgum av plasti, eitt nú karamellublikkum, sum liggja í hópatali og sløðast allastaðni, ikki minst eftir jól. Og fáa tey
fyritøkurnar hava virkað í Vági í nógv ár, og Sævar greiddi frá, at hann keypti bygningin, har Radioservice er, í 1995. - Jóna greiddi frá, at Toystovan flutti í núverandi hølir í 1989, og hon segði, at [...] vinnurekandi í Vági. Toystovan verður væl vitjað og nógv ferðandi, sum vitja Suðuroynna, koma inn á gólvið. - Sigast kann, at fyri føroyingar, sum vitja í Vági, er Toystovan eitt ferðamál í sær sjálvum [...] suður fyri at keypa klæðir og skógvar í Toystovuni í Vági. Í løtuni gera Jóna og dóttirin Diana klárt at fyrireika sølubás til tiltakið Jólabrell, sum VB skipar fyri í Vágs Høll hetta vikuskiftið. - Sævar
Fult umfar var leikt í SMS-deildini í dag. Í høllini í Vestmanna mistu verandi meistararnir fyrsta stigið hetta kappingarárið. Dysturin millum VÍF og Kyndil endaði við javnleiki 30-30. Í steðginum var Kyndil [...] Bára Krossteig Hansen var við níggju málum toppskjútti hjá Kyndli. Í høllini á Hálsi í Havn vann Neistin stórsigur 37-21 á Stjørnuni. Í steðginum vóru neistakvinnur greitt á odda 18-6. Silja Olivia Heðinsdóttir [...] Karlsdóttir Ljósstein toppskjútti hjá Stjørnuni. Suðuri í Vági fekk VB fyrsta sigurin, og fyrstu stigini til høldar hetta kappingarárið. VB vann 32-28 á EB. Í steðginum vóru vágskvinnur á odda 15-13. Agatha Kjærbæk
22. mars 1980, og í dag verður 45 ára hátíðarhald í Listasavni Føroya kl 14. Endamálið hjá Barnabata er at virka fyri at bøta og menna um kor, trivnað og menning hjá børnum og ungum í Føroyum, og eftir [...] Signy Olsen, var ein av stovnarunum av Barnabata. Virksemi helt fyrst til í Vági, men bleiv síðani flutt til Havnar í 1980. Tað varð gjørt nógv arbeiði til tess at fáa savna inn pengar til Barnabata. Eitt átak [...] serliga væl vóru teir vælumtóktu jólakalendararnir, sum eg gekk runt við í Vági og seldi fyri Barnabata. Hetta hevur verið miðskeiðis í 80 unum. Hugskotið var ómetaliga gott, tí man hevði fingið eitt listafólk
Ein dystur er leiktur í SMS-deildini í dag. Suðuri í Vági høvdu verandi meistararnir, H71 tungt hoyggj við heimaliðnum, VB. Tað eydnaðist hoyvíkskvinnum at vinna dystin 36-33, men tá 40 minuttir vóru leiktir [...] 25-23. H71 fótaði sær tó seinastu løtuna, og fekk knógvað sigurin heim. Í steðginum var munurin eisini trý mál. H71 var á odda 18-15 í steðginum. Agatha Kjærbæk Djurhuus var við 12 málum stórskjútti hjá VB [...] og VB er aftast við ongum stigi. HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum suðuri í Vági: ##med2##
Í dag var ítróttarøkið á Eiðinum í Vági karmur um stórt ítróttartiltak fyri stóran part av ungdóminum í Suðuroynni. Tað hevur verið árligt og afturvendandi tiltak í útvið 40ár, ið Miðnámsskúlin við Magna [...] á skránni og finalan í badminton bleiv spæld beint undan døgurðasteðginum, har næmingur av ítróttaháskúlanum streyk avstað við sigrinum. Eftir frálíka døgurðan, ið var borðreiddur í VB-húsinum, fóru øll [...] appingina í Vágs høll. -Skúlaítróttardagurin er eitt stuttligt, samansjóðandi og eisini hugnaligt tiltak, ið vónandi heldur á eisini komandi árini, sigur lærari, ið lúttók á serliga degnum í dag. ##med2##