Ein dystur er leiktur í SMS-deildini í dag.
Suðuri í Vági høvdu verandi meistararnir, H71 tungt hoyggj við heimaliðnum, VB.
Tað eydnaðist hoyvíkskvinnum at vinna dystin 36-33, men tá 40 minuttir vóru leiktir av dystinum var VB á odda 25-23. H71 fótaði sær tó seinastu løtuna, og fekk knógvað sigurin heim. Í steðginum var munurin eisini trý mál. H71 var á odda 18-15 í steðginum.
Agatha Kjærbæk Djurhuus var við 12 málum stórskjútti hjá VB. Toppskjútti hjá H71 við átta málum var Lukka Arge.
Kyndil er fremst í deildini við 14 stigum, og VÍF er nummar tvey við 12 stigum. H71 og Neistin hava 10 stig hvør. Stjørnan hevur átta stig á fimta plássinum, og EB hevur fýra stig á sætta plássinum. StíF hevur tvey stig, og VB er aftast við ongum stigi.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum suðuri í Vági:
##med2##












