egnari sannføring í etiskum málum, og sjálvt um flokkurin hevur boðið Anniku Olsen vælkomnari aftur í flokkin, so hevur friður ikki lagt seg um flokkin enn. Fyrr í dag frættist, at formaðurin í ungmannafelag [...] nevndin er farin frá, og at tað er í sambandi við tað, sum er farið fram í flokkinum, men annars havi eg ikki fleiri viðmerkingar, sigur Rói B. Poulsen. Hini í nevndini í Havnar Framburðsfelag um framt formannin [...] hevur ljóðað í allan dag, at Annika Olsen skal stilla upp fyri Tjóðveldi til løgtingsvalið. Sjálv hevur Annika Olsen ikki svarað í dag, og í Tjóðveldi eru tey ikki so tíðindafróð um hesi tíðindi. Men staðfestast
høgrabeinið, og Nathan Evans fer so avgjørt at seta lív í fjøldina í Vágsbotni. – Vit gleða okkum at kunngerða enn fleiri nøvn í næstum, tí Voxbotn 2023 verður størri enn nakrantíð og heili 2 dagar, siga [...] vísingum og eisini megnaði hann at koma ovast á hittlistarnar kring heimin. Í Føroyum hava sjómansvísur ofta verið nýttar í veitslulagi, men uttanlands hevur hendan sjangran so at siga verið útdeyð; men [...] sokallaði Sea Shanties, og sangurin bleiv eitt viralt hitt. Eftir stuttari tíð var Nathan Evans miðpunktið í einari nýggjari mentanarligari rørslu við sokallaðum Sea Shanties, sum eftir stuttari tíð hevði yvir
hvønn dag, sigur Evy Jacobsen, forstjóri í Betri samtakinum. Betri Deildin 2023 hjá monnum byrjar væntandi fyrsta vikuskiftið í mars, meðan Betri Deildin 2023 hjá kvinnum væntandi fer av bakkastokki ein [...] okkara liði, sigur Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya. Fyrrapartin hósdagin skrivaðu Evy Jacobsen, forstjóri í Betri samtakinum, og forsetin í FSF, Christian Andreasen undir nýggja stuðulsavtalu [...] kvinnurnar skulu undir ein nýggjan kappingarleist í UEFA Nationas League, so vilja vit sjálvandi vera við. Fótbóltur fyllir eisini nógv í samfelagnum – í øllum aldursbólkum. Fótbóltur er savnandi og mennandi
hendir nógv í krígnum í Ukraina í hesum døgum - og helst eisini í hesari løtu, soleiðis sum útlendskir miðlar í dag vita at siga. Norska Dagbladet skrivar, at ukrainskar herdeildir nú eru farnar inn í sjálvan [...] deildirnar verið varligar í sínari framtøku í Kherson, tí vandi kundi vera fyri, at tær endaðu í einari russiskari fellu. - Nú tykist tað, sum um ukrainsku deildirnar eru komnar inn í sjálvan býin, og at ukrainska [...] Kherson-býi. Kherson er ein av fýra landslutum í Ukraina, sum russiski forsetin, Vladimir Putin, herfyri innlimaði í Russland, og nú standa russisku deildirnar í regiónini eftir øllum at døma fyri stórum tapi
Virkandi stjórnin í Danmark heldur, at tað kann gerast trupult at fáa samtykt eina fíggjarlóg fyri 2023 fyri árslok. Tað vísa skjøl, sum í gjár vórðu send til flokkarnar í Fólkatinginum, og sum TV2 hevur [...] hevur fingið innlit í. Tí hevur virkandi stjórnin boðað frá, at tað kann gerast neyðugt við eini bráðfeingis játtanarlóg – eins og í Føroyum – sum so skal vera í gildi til endaliga fíggjarlógin verður samtykt
fyrsta byggistig verður liðugt í 2023. Tey, sum hava fingið tillutað grundstykki fáa í næstum nærri kunning um, nær grundstykkini eftir ætlan verða klár. Allir sáttmálarnir í verkætlanini eru uppsagdir, og [...] desember í ár. Umframt samráðingar um at enda fyrsta byggistig, verður eisini samráðst um, hvussu farast skal fram viðv. restini av verkætlanini (byggistig 2 og 3). Verkætlanin á Fossum varð sett í gongd [...] Klaksvíkar býráð hevur tikið avgerð um, at verkætlanin á Fossum í fyrstu atløgu verður steðgað. Samlaði kostnaðurin fyri alla verkætlanina er 124,5 mió. kr. Hetta skrivar Klaksvíkar kommuna á klaksvik
Í komandi EM-undankappingini eru Føroyar í bólki saman við Pólandi, ið kemur at spæla á Tórsvølli 7. september í 2023. Póland skal kappast í HM-endaspælinum í Katar, og HM-hópurin hjá Pólandi er nú úttikin [...] úttikin. Póland er í bólki saman við Argentina, Meksiko og Saudiarabia. 22. november spælir Póland móti Meksiko. 26. november spælir Póland móti Saudiarabia, og 30. november er stórfundur millum Lewandowski
allan fysiska partin í felagnum, og talan er um førleikar, ið vit í felagnum vænta sera stóra gleði av komandi árið. EB/Streymur bleiv nummar fimm í Betri deildini hjá monnum í fjør. [...] EB/Streymur hevur sett Ronju H. Joensen sum kropsligan venjara fyri 2023. Hon skal verða venjari hjá monnunum, kvinnunum og hjá ungdóminum, skrivar EB/Streymur. - 24 ára gamla Ronja, ið er ættað av Skála [...] árini verið fysiskur venjari á Skála. Ronja er væl lisin og er útbúgvin persónligur venjari, arbeiðir í Burn og lesur til lærara. Umframt tað hevur Ronja tikið útbúgvingar innan kostráðgeving, massør og annað
fegnast, tekur hann kortini nøkur fyrivarni. - Hetta eru ógvuliga góð tíðindi í dag, men í einum kríggi noyðast vit altíð at halda okkara kenslum aftur, og tað er eingin orsøk at fara út við nøkrum, sum fíggindin [...] forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur á Telegram í kvøld, at tíðindini um, at Russland helst er farið undir eina afturtøku á eystursíðuni av Dnipro-ánni í Kherson, eru gleðilig. Men, hóast forsetin fegnast [...] hevur úrslit at vísa á, fara øll at vita tað. Einki kemur ókeypis - ella sum gávur frá fíggindanum í einum kríggi. Forsetin skrivar á Telegram, at ukrainski herurin fer varisliga fram - uttan at taka óneyðugan
vøllin. Í fjør royndu hesi bæði feløgini at leggja saman, men tað miseydnaðist. Í ár hevur Undrið FF eftir uppflytingina í fjør átt lið í næstbestu deildini, og FC Hoyvík hevur eftir niðurflytingina í fjør [...] fjør átt lið í 2. deild. Í kvøld er tað vorðið greitt, at feløgini nú fara at leggja saman, og at besta liðið hjá samanlagda felagnum nú fer at spæla í 1. deild undir navninum FC Hoyvík. Undrið FF hevur á [...] Nú er tað greitt, at tað í 2023 bara verður eitt felag, sum fer at eiga heimavøll á vøllinum við Skúlan á Løgmannabreyt. Higartil hava bæði FC Hoyvík og Undrið FF átt heimavøll har, og bæði feløgini hava