Tað hendir nógv í krígnum í Ukraina í hesum døgum - og helst eisini í hesari løtu, soleiðis sum útlendskir miðlar í dag vita at siga.
Norska Dagbladet skrivar, at ukrainskar herdeildir nú eru farnar inn í sjálvan fylkishøvuðsstaðin, Kherson, sum hevur verið hertikin av russum síðan innrásina.
Heimasíðan vísir á, at tað er av røð av ukrainskum miðlum, sum bera hesi tíðindi, og her síggjast myndir, sum skulu vísa móttøkuna, sum ukrainsku deildirnar fáa í Kherson-býi.
Dagbladet skrivar, at tað enn ikki er váttað av óheftum keldum, um myndir og video, sum skulu lýsa móttøkuna av ukrainsku herdeildunum í býnum, eru sannar.
Russiska verjumálaráðið hevur sagt, at russisku deildirnar hava tikið seg úr Kherson, men eitt sindur ógreitt hevur verið, um afturtøkan eisini fevnir um herdeildir í sjálvum Kherson-býi.
Kherson er ein av fýra landslutum í Ukraina, sum russiski forsetin, Vladimir Putin, herfyri innlimaði í Russland, og nú standa russisku deildirnar í regiónini eftir øllum at døma fyri stórum tapi.
Sambært Dagbladet hava ukrainsku deildirnar verið varligar í sínari framtøku í Kherson, tí vandi kundi vera fyri, at tær endaðu í einari russiskari fellu.
- Nú tykist tað, sum um ukrainsku deildirnar eru komnar inn í sjálvan býin, og at ukrainska flaggið aftur veittrar í Kherson-býi, skrivar heimasíðan, sum sigur, at tey fara at dagføra tíðindaflutningin um gongdina leypandi.