Virkandi stjórnin í Danmark heldur, at tað kann gerast trupult at fáa samtykt eina fíggjarlóg fyri 2023 fyri árslok.
Tað vísa skjøl, sum í gjár vórðu send til flokkarnar í Fólkatinginum, og sum TV2 hevur fingið innlit í.
Tí hevur virkandi stjórnin boðað frá, at tað kann gerast neyðugt við eini bráðfeingis játtanarlóg – eins og í Føroyum – sum so skal vera í gildi til endaliga fíggjarlógin verður samtykt.










