Zelenskyj: - Ógvuliga góð tíðindi

- Í einum kríggi noyðast vit altíð at halda okkara kenslum aftur, og tað er eingin orsøk at fara út við nøkrum, sum fíggindin kann brúka ímóti okkum, sigur ukrainski forsetin.

- Ukrainski herurin fer varisliga fram - uttan at taka óneyðugan váða, sigur Volodymyr Zelenskyj í kvøld.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur á Telegram í kvøld, at tíðindini um, at Russland helst er farið undir eina afturtøku á eystursíðuni av Dnipro-ánni í Kherson, eru gleðilig.

 

Men, hóast forsetin fegnast, tekur hann kortini nøkur fyrivarni.

 

- Hetta eru ógvuliga góð tíðindi í dag, men í einum kríggi noyðast vit altíð at halda okkara kenslum aftur, og tað er eingin orsøk at fara út við nøkrum, sum fíggindin kann brúka ímóti okkum, sigur hann.

 

Volodymyr Zelenskyj sigur, at tá Ukraina hevur úrslit at vísa á, fara øll at vita tað. Einki kemur ókeypis - ella sum gávur frá fíggindanum í einum kríggi.

 

Forsetin skrivar á Telegram, at ukrainski herurin fer varisliga fram - uttan at taka óneyðugan váða, tí tað verður á henda hátt, at herurin fer at frígera Kherson, Donetsk og aðrar býir í landinum.

 

##med2##

 

 

 

 

 

- Ukrainski herurin fer varisliga fram - uttan at taka óneyðugan váða, sigur Volodymyr Zelenskyj í kvøld.

Her sæst eystursíðan á Dnipro-ánni við býnum Kherson til vinstru og vestursíðan til høgru.