royna okkurt heilt annað. Kjakið um eina møguliga oljuvinnu var júst byrjað í Føroyum og so hugsaði eg, at um eg varð ein av teim fyrstu føroyingunum við eini útbúgving innan oljuídnað fór eg at standa frammalaga [...] ein sameining av oljufeløgunum Dong, Amarada Hess, Lasmo og Hydro, farið undir at taka fólk, ið so ella so hava kunnleika til økið og viðkomandi útbúgvingar, inn í fyritøkurnar, har tey fáa royndir og venjing [...] bløðunum, har Dong lýsti eftir fólki. - Eg sókti, fór til samrøðu og fekk beinanvegin boð um, at eg kundi byrja so skjótt eg hevði fingið summarfrí. Nú arbeiði eg á granskingardeildini hjá Dong undir royndum
byrjan er byrjanin til ein góðan enda, og í løtuni er a-liðið hjá ÍF væl koyrandi. Fleyr yvirhálað Fram? Fram hevði eitt gott kappingarár í fjør, men teir tykjast ikki vera eins væl fyri og í 1997/98. Í øllum [...] enn seinasta kappingarár. Fleyr vann dystin 3-0, og bert í triðja setti gav Fram hinum havnarliðnum nakra veruliga mótstøðu. Fram hevur mist nakrar av lyklaspælarunum, men teir eiga framvegis at hava eitt [...] skulu spælast áðrenn henda dystin, men um tað gongur sum nú, kann hetta gerast ein áhugaverd uppgerð. Orsakað av FK-kappingini liggur landskappingin nú still fram til 7. november, tá øll liðini í meist
byrjaðu bátarnir í august, men tá var so nógv at fáa, at hildið varð, at tað loysti seg at byrja fyrr í ár, tí roknað varð við, at tunfiskatíðin kundi dragast eitt sindur fram. -Ein japanskur tunfiskabátur kom [...] var ikki fyrrenn um mánaðarskiftið september-oktober, at fiskiskapurin kom uppá nøkunlunda sama støði, sum í fjør,sigur Jákup Reinert. Hann sigur, at tað er vónleyst at siga nakað um, hvat tað merkir, [...] at fiskiskapurin hevur verið so nógv verri í ár, enn hann var í fjør. Tað ber heldur ikki til at siga, um talið á loyvum er hóskiligt. Nú er tunfiskur at fáa niðri við Rokkin og skipini, sum nú eru givin
ásarnar. Tað tykist sum um, at teir hava hugsað nógv um smálutirnar við Focus, er niðurstøðan hjá Motor. Knøttarnir til radio, sum eru á róðrinum, eitt øskubikar, sum er sett høgt uppi, um tú ikki velur eina [...] Upprunaliga var tað so, at Ford Focus og Ford Escort skuldu koyra lið um lið í eini tvey ár, men síðani hevur Ford Focus tikið yvir lutin hjá Ford Escort, sum ein av mest seldu bilunum á marknaðinum. Nú [...] fimmhurðaði hatchback halda fram eina tíð framyvir. Danska bilblaðið Motor hjá FDM hevur verið í Onglandi og roynt Ford Focus áðrenn hann kom á marknaðin í Danmark. ? Tað tykist, sum um allar bilverksmiðjur nú
stóð fyri góðkenningini av Reyni Service, at miðalstigatalið vanliga liggur um 95%, so Eivindur av Reyni kann saktans vera fegin um úrslitið - og stoltur av sínum 36 starvsfólkum, sum sjálvandi eiga sín stóra [...] hava eina so høga tænastu til kundan, sum gjørligt. Hetta var eisini nakað, sum Eivindur av Reyni legði stóran dent á í takkarrøðu síni á samkomuni. ? Er tað nakað, eg vil taka fram, tá eg hugsi um tað, sum [...] eru vorðin ein partur av, so eru tað tvey orð, sum serliga falla mær í huga, nevniligi »álit« og »opinleiki«. Hesi hava verið týðandi faktorar undir allari góðskutilgongdini, og um vit framhaldandi halda
stóðu hjarta tínum so nær. Tú hugsaði ikki bert um tíni nærmastu, men títt hjarta fevndi eisini um øll míni og annars tey, tú kendi, ? so hjartagóð, tú var. Aldrin hugsaði tú bert um teg sjálva, men altíð [...] Danmark, so brádliga skuldi verða tikin frá okkum, tínum kæru, ? manni, børnum, barnabørnum, verbørnum, langommubørnum og ikki minst tíni fosturmammu, Annu í Jansagerði, ? ja, øllum teimum, sum tú var so sera [...] altíð, altíð um hini, tíni kæru. Fyri meg vart tú, góða Lena, ikki bert ein vinkona, men sum ein onnur mamma, sum eg kundi halla meg til og tosa við um alt, sum birtist í hjarta mínum, og tú lurtaði og skilti
Mangt er sagt og skrivað um sjónleik í Føroyum hesa øldina. Sjónleikir hava verið skrivaðir og framførdir so at siga á hvørjum tanga. Men er hann í dag ein høgt mett listargrein á heimligum botni? Stendur [...] hann um at detta burtur í millum allar hinar listargreinarnar? Hesum spurningum og ivaleyst fleiri við fer Laura Joensen at lofta í hugleiðingum í Norðurlandahúsinum mikukvøldið, har hon ber fram nakrar [...] Laura. »Og sjálvsagt er, at viðvíkjandi búning og innihaldi, so eigur sjónleikur altíð at vera á einum vegamóti«. »Men«, heldur Laura fram, »tá umræður tær ítøkiligu umstøðurnar, tá krevst tryggleiki«
at siga um tað. Tað snýr seg ikki um persónar Eisini hava verið fleiri greinar, sum bert hava snúð seg um persónligar atfinningar móti mær. Tað má eg kunna tola - hóast beinleiðis ósannindir um mína fortíð [...] menning í Føroyum. Men halda vit fram at skíra hvønn annan óðar menn, sum vilja skaða land og fólksins vælferð og um vit leggja ætlanirnar skeivt fram fyri danskar politikarar, so fáa vit eina vána samráðingarstøðu [...] ikki út frá leysum pástandum um, hvat framtíðin hevur at bjóða. Danska stjórnin hevur í avtaluni frá 10. Juni 1998 bundið seg til at samráðast við landsstýrið um fullveldi og um eina búskaparliga skiftisskipan
Ólavur Halgi er ikki so ómetaliga dýrur, hann skal væl hava útvið 10.000 um dagin, umframt rakstrarútreiðslurnar. - Men rakstrarútreiðslurnar hevur Vaktar og Bjargingartænastan so at siga allar frammaundan [...] frammaundan.talan er m. a. um hýrur, olju og proviant. Tað eru útreiðslur, sum ikki slepst undan, hvat skip talan so er um hetta skipið ella hitt. - Sostatt ivast Anfinn V. Hansen ikki í, at gamli Ólavur Halgi [...] heldur, at talan var um eitt gott keyp. Smakkar illa Vit hava tíverri ikki fingið fatur á leiðaranum á Vaktar-og bjargingartænastuni, Elmari Højgaard so vit fingu ikki spurt hann, um ætlanin er at taka av
Elmar Højgaard ikki Og hóast talan er um rættiliga grovar skuldsetingar, sigur hann, at tær eru so heilt burturvið, at hann kann ikki so frægt sum øsa seg upp um tær. - Tá ið ein fær ábreiðslur frá monnum [...] nevndir. Vita ikki hvat teir tosa um Vit hava spurt leiðaran á Vaktar- og bjargingartænastuni, Elmar Højgaard, ið er tann, sum útinnir føroyska fiskiveiðeftirlitið, um tað er so tilvildarligt ov vánaligt, sum [...] ÁKI BERTHOLDSEN - Hatta er so burturvið, at eg kann ikki so frægt sum taka mær tykni av tí.. Elmar Højgaard, leiðari á Vaktar- og bjargingartænastuni hevur ikki mist svøvnin av teimum grovu atfinningunum