linjuverjin hevði flaggið uppi, og at nú mátti hann fáa tamarhald á dystinum, men tað skuldi hann ikki sagt, tí hann bleiv revsaður beinanvegin við gula kortinum. Nú gingu 10 min. og Harley fór í eina takling [...] kortið frá honum í teimum trimum dystunum eru: Símun Høgnesen, Jan Joensen, Kurt Mørkøre, Zoran og Harley Bertholdsen. Onki løgið er í tí, at áskoðarar og leikarar eru í øðini inn á dómaran, men mín áheitan [...] Sami dómari hevur nú í trimum teimum síðstu dystunum sent heili fimm KÍ leikarar av vøllinum við reyða kortinum, har hann hevur dømt ímóti KÍ, og ein hevur næstan ikki tal á gulum kortum, sum hesin sami
umvælingar á Landssjúkrahúsinum er ikki greitt enn, tí landsstýrisfólkini eru ikki liðug at viðgera íløgukarmin enn. Vit eru sjálvandi varhug við, at Landssjúkrahúsið er niðurslitið og í ringum standi [...] byggiætlanin er eitt sindur seinkað. Tað er avmarkað, hvussu nógv arbeiði vit kunnu hava í gongd í senn á Landssjúkrahúsinum. Vit eru sjálvandi klár yvir, at stórt umvælingararbeiði krevst, at betongið er [...] m á Landssjúkrahúsinum. Nú er tað serliga útbyggingin, satsað verður uppá. Tá ið hon er farið í gongd, ræður um at fáa hana lidna so skjótt til ber. Í langtíðarætlanini eru 18 mill. krónur settar av
eins góð og besta ullin í londunum rundanum okkum. Royndirnar vit hava aftaná at hava spunnið føroysku náttúruvøruna til tógv í eitt hálvt ár eru góðar og vísa at samfingið tógv gevur eitt haldgott og vakurt [...] skal spinna føroyska ull og marknaðarføra vør-una tekur sína tíð. Vit meta at um 5 ár er fyrsta stigið tikið og úrslit av arbeiðinum, sum nú verður gjørt fer at síggjast skilliga aftur. Ein treyt fyri at [...] stig rætta vegin, um vit vóru før fyri at fáa eitt føroyskt tilfeingi sum er afturvendandi hvørt ár til høldar, og virka tað til tógv og vørur, sum liður í menningini av landinum. Vit taka ímóti ull á B
landsliðsfótbólti og í liðfótbólti. Landsliðið var ikki við í HM endaspælinum í summar, og longu nú eru svensku liðini farin úr UEFA Cup. Tey bæði fyrrverandi stórliðini, sum hava vunnið meistaraheitið [...] so langt eysturi og suðuri, sum tað ber til at koma, tá tað verður spælt í Europa Cup. Todi og teir eru í Aserbadjan, har teir seinnapartin í gjár klokkan 15 føroyska tíð skuldu spæla seinna dystin móti [...] lærskaðanum, sum eisini helt honum uttanfyri, tá landsliðið í síðstu viku var í Bosnia-Hersegovina. Vit hava einki hoyrt um, hvussu liðið hjá FCK fer at síggja út seinnapartin í dag, men tað hevði ikki komið
reagerað, um ein skuldi verið har í upp til 14 dagar, sum oljuarbeiðararnir eru tað. Løgmaður heldur, at umstøðurnar umborð eru sera góðar, og tað sær út til, at alt er sera væl skipað. Eiga at verða við [...] verða við. Men samtíðis skal eina gera sær greitt, at tað skal vera á einum støði, sum vit megna at handfara. Her eru so veldugar íløgur, sum skulu gerast og so stórar tekniskar avbjóðingar, at tú má fara [...] tú fer undir slíkt. Mugu stýra sjálvir Løgmaður er ikki minni sannførdur um, at vit eiga at fara undir eina slíka vinnu, nú hann hevur vitjað á einum oljupalli og sæð við egnum eygum, hvussu arbeiði fer
broytingar eru gjørdar t.d. í Eysturoy og Suðuroy, so kann tað eisini væl vera tekin um, at júst hesi plássini ikki hava veitt somu tænstu, sum á hinum plássunum, sigur landsstýrismaðurin. Nú verður ein [...] Persónliga haldi eg tað vera rætt, at fólk eru heima so leingi sum til ber. Røktarskipanin er góð, og tí skulu tey avvarandi hava eina vanliga tilveru, eitt nú sleppa til arbeiðis o.s.fr., uttan at vera [...] tørvurin á røktarplássum er stórur. Kortini eru dømi um, at tá tey gomlu flyta á røktarheim, so missa tey sambandið við familjuna. Tí haldi eg tað vera best, um fólk eru heima sum longst, men at tað kortini
Støðan lítið batnað Hon heldur ikki, at truplleikarnir eru av enn. Ójavnt er býtt millum ymsu samfelagsbólkarnir, tí munur varð gjørdur á fólki. Tað eru teir, sum fingu ein kjans, meðan tað varð noktað øðrum [...] um viðurskiftini aftaná skrædlið. Nógv megnaðu at selja húsini áðrenn tey fóru á tvang, men tað eru sanniliga eisini nógv, sum enn dragast við gamla skuld. Tá avtalur vóru gjørdar við bankan í 94 - [...] - 95, varð avrátt at frysta ein part av lánunum í fýra-fimm ár. Eftir hesum at meta, skal skuldin nú tinast upp aftur. Hugsandi er, at ikki allir sethúsaeigarar tola tað, sigur Súsanna Dam. Hvussu ber
koyring - tí tað eru dekkini, sum eru bindiliðið millum vegin. vit koyra á, og bilin, sigur Fríðrikur Bláhamar, sum rekur Super Dekk í Havn. Vitjanin frá Goodyear fyritøkuni í Danmark er komin í lag, tí leiðsluni [...] til ymsu forhandlararnar at vitja, samstundis sum teir eru sera áhugaðir í at tosa við myndugleikarnar um týdningin av dygdargóðum dekkum. ? Vit trúgva upp á, at tað hjálpir at tosa við fólk, og greiða [...] er vónleyst hjá vanligum fólki at finna út av, hvat er júst tað dekkið, teimum treingir. Tí leggja vit so ómetaliga stóran týdning í, at okkara fólk er vælútbúgvið, og tískil kann greiða fólki frá hesum
avstað atlíkavæl. Tit, sum eru sett at stýra okkum, eiga at skilja, at tað eru ússalig, óhjálpin fólk vit arbeiða hjá, tað er ikki sum at arbeiða fisk ella annað. Tey gomlu eru bangin og ótrygg og fáa ikki [...] Vit fingu at vita, at tá heimahjálp og heimasjúkrasystrar vóru lagdar saman í ein bólk, so fór alt er vera betur, men ak og ve, tað hevur bara gingið øvugtan veg. Vit, sum heimahjálpir, eru bara skerdar [...] skerdar, hóast vit altíð hava klárað okkum við tað játtan, okkum varð latin. Her í Eysturoynni er hvørki stuttligt ella gott at blíva gamal, tí næstan eingin heimahjálp er eftir. Vit eru vitandi um fólk
nógvar myndir. Á framsýningin eru myndir av ein av teimum vøkru oyggjunum í Eystursjónum. Hetta er finska oyggin Jurmo, sum merkir eitt ríki av steini. Framsýningin, sum nú er komin til Føroyar, hevur eisini [...] umframt svart/hvítar myndir. Myndirnar hevur Britt tikið, tá hon hevur verið og vitjað á Jurmo. Tær eru frá øllum árstíðum, og siga frá um avbera góðar nætur við mánalýsi, kavastormar, og náttúru, sum yvirlivir