Britt-Mari Friberg er útbúgvin lærari, men hevur eisini tikið nógvar myndir. Á framsýningin eru myndir av ein av teimum vøkru oyggjunum í Eystursjónum. Hetta er finska oyggin Jurmo, sum merkir eitt ríki av steini.
Framsýningin, sum nú er komin til Føroyar, hevur eisini verið í Danmark, og eftir at hon hevur verið í Føroyum, fáa finnar høvi til at síggja hesa vøkru framsýning, sum telur 20 litmyndir umframt svart/hvítar myndir.
Myndirnar hevur Britt tikið, tá hon hevur verið og vitjað á Jurmo. Tær eru frá øllum árstíðum, og siga frá um avbera góðar nætur við mánalýsi, kavastormar, og náttúru, sum yvirlivir í hørðum korum, men sum er kensluborin, litrík og vøkur.
Britt-Mari Friberg er ein sera virkin fotografur, hon er limur í elsta fotoklubbanum í Finnlandi og hevur vunnið virðislønir í fotokappingum í Finnlandi.










