Royndirnar frá ullainnsavningini í fjør vístu, at tann besta føroyska ullin er eins góð og besta ullin í londunum rundanum okkum. Royndirnar vit hava aftaná at hava spunnið føroysku náttúruvøruna til tógv í eitt hálvt ár eru góðar og vísa at samfingið tógv gevur eitt haldgott og vakurt plagg í náttúrulitum.
At reka eitt virki, sum skal spinna føroyska ull og marknaðarføra vør-una tekur sína tíð. Vit meta at um 5 ár er fyrsta stigið tikið og úrslit av arbeiðinum, sum nú verður gjørt fer at síggjast skilliga aftur.
Ein treyt fyri at fáa virki til at bera seg er at fólk taka undir við ætlanunum og stuðla við at gerast lutahavarar. Sum er eru umleið 800 føroyskir seyðaeigarar lutahavarar í virkinum.
Øll kunnu gerast lutahavarar og ull kann nýtast sum lutahavaragjald. Í ár verður bert tikið móti ull frá lutahavarum og til ber hjá teimum, sum enn ikki hava teknað seg, at gera tað við at lata ull sum lutahavarapening. Tey sum lata ull í ár fáa tógv og ella vørur í býti við ullina.
Tað hevur verið eitt stig rætta vegin, um vit vóru før fyri at fáa eitt føroyskt tilfeingi sum er afturvendandi hvørt ár til høldar, og virka tað til tógv og vørur, sum liður í menningini av landinum.
Vit taka ímóti ull á Búnaðarseplinum í Kollafirði komandi hósdag, fríggjadag og leygardag frá kl. 15.00 til kl. 20.00
Lýst verður í bløðunum um innsavningina runt landið.
Við vón um góða undirtøku!