skot fyri bógvin, og tað var so deiligt og stuttligt at fáa og hoyra, tí tað kom frá honum. Vit bæði hava havt ótrúliga nógvar góðar løtur saman, hann var og vitjaði meg í vikuskiftum og var altíð so lættur [...] at sita við hendur í favn, nei Rói vildi hava okkurt burturúr lívinum, men mongum brestur ætlan. Rói var eisini ein Guðsrøkin drongur, dámdi at lesa og hoyra um Guð og so standa vit eftir og spyrja Guð [...] tingum og lat ikki nakað bíða til í morgin, tað hann kundi gera í dag, gjørdi hann í dag. Var altíð glaður og erligur, og soleiðis hevur Rói inspirerað meg, at ikki lata tingini bíða til morgin og altíð
ommubørn, mamma og systkin. Og eftir standa vit øll spyrjandi. Spyrjandi um, hví ein kvinna, sum elskaði lívið saman við sínum kæru og sítt heim so høgt, ikki skuldi unnast longri tíð í kærleika og samljóði [...] í pørtum, og vit profetera í pørtum. Men tá ið hitt fullkomna kemur, tá skal tað fáa enda, sum er í pørtum. Tá ið eg var barn, talaði eg eins og barn, hugsaði eg eins og barn, dømdi eg eins og barn; men [...] tað húski ella einstakling, tey raka, eins og tey, ið rundan um eru. Men Ragnhild valdi at líta at møguleikanum heldur enn hóttafallinum, og bar við tign og virðing sín tunga lut, ikki at vita, um viðgerðin
Elibert í Fuglafirði og Erling, sum býr í Canada. Hesi eru øll væl undankomin og hava givið honum abba- og langabbabørn, sum nú vóru hansara gleði. Poul Martin var sjómaður í ungum árum, og tá íð hann legðist [...] Thabor varð víðkað og umbygt til tað rúmliga og prýðiliga hús, tað nú er. Hóast Poul Martin ikki hevði bókliga útbúgving, var hann ein belisin og vitandi maður og hevði lættan penn.Tað vitna allar greinarnar [...] í fleiri ár saman við Linu Johannesen, Kristinu Toftegaard og Theodor Johannesen, sum øll eru farin í Harrans hendur og so mong onnur. Klók og upplýst fólk. Meðan hendurnar livdu kvikliga, gekk prátið,
góður og hollur vinur at hava og gjørdi ikki nógv um teg. Vit minnast teg sum ein sera vinsælan, hugnaligan og skemtiligan mann, ið var sera góður við familjuna. Nú aldurin kom, og bæði Hansa og svigarsonurin [...] ørindinum 2 og 4 skrivar hann: Træið har stendur við bløðum um fót, breiðir út berar hendur. Lívið er tagnað og følnað er rót, er farið til ævigar strendur. Vit altíð teg minnast við gleði og gleim, og sorg í [...] við grøvina hjá Hansu og Osvaldi og hugdi út yvir kirkjugarðin, har fleiri av familju mínari og vinum nú liggja. Tað er henda sæla vónin, ið uggaði meg, har eg sat sorgtungur og undrandi henda heystmorgun
mín góði vinur Olvheðin í Harrans hendur. Nú fekk hann frið frá síni sjúku, sum tyngdi hann í nógv ár. Olvheðin var heilt ungur, tá hann gav sítt lív til Jesus. Eg og Olvheðin arbeiddu 4 ár saman á S
rúm tíð er fráliðin, nívir sorgin og saknurin er framvegis stórur. Elskaða mamma, tað er við inniligum takksemi í hjarta, at eg siti og minnist aftur á barnaárini og tíðina, ið farin er. Takk fyri allar [...] tínar signaðu hendur troystaðu, leiddu, stuðlaðu og hjúklaðu um mín lítla, hjálparleysa barnakropp. Sera klár eru minnini um tær løturnar sum barn, har tú hvørt kvøld sat við songarstokkin og segði frá søgum [...] sum vit høvdu tørv á, bæði andaliga og handaliga. Ófør var tú til hendurnar, bæði at seyma, brodera og binda, og var tað ikki so lítið, sum lá eftir teg, nú tú endaði lívsleið tína, hesi minni goyma vit
lívsskeið at enda komið og virknar hendur faldaðar á seinasta sinni. Hon var troytt nú og trongdi til hvíldina. Tað verður løgið aftur at ganga fram við hugnaligu húsum hennara mitt í Havnini og ikki at síggja [...] væl til hendurnar og nógv kom burturúr, sum hon plagdi at geva burtur. Hon var blíð at koma inn til og í hugnaligu stovuni hevur mangur sitið væl. Hon plagdi t.d. at bjóða 'góðaráð' og alt bakaði hon sjálv [...] virkna lív, um Málingahandilin, sum byrjaði í hennara kjallara, og har hon arbeiddi, og um tey 27 árini, hon var 'kaffikona' á Sjómansskúlanum og hvønn morgun rann niðan trappurnar har - hetta var góð venjing
Føroyum og í Norðanlondum, og var norska embætisverkið kanska tað mest ivasama. Tað vísti seg tó á fundinum, at flestu ráðharrarnir vóru fyri, og tók Noreg eisini undir við at byggjast skuldi, og virkaði [...] Egeland farin frá sum ráðharri, og hann varð valdur sum fyrsti norðmaður. Kjølv Egeland var maður, ið av heilum huga fór undir tað, ið honum varð litið upp í hendur, og soleiðis var eisini her. Kunnleikin [...] Við honum er ein góður vinur og Føroyavinur farin. Hann var ættaður úr Haugesund, men starv sítt hevði hann í Stavanger. Hann var skúlamaður burturav og nógv ár studentaskúlarektari. Kjølv Egeland hevði
Bæði Vík og Vág lógu spegilsblankar og sólin sá - tað var eins og í sanginum, sum bygdarmaður hennara Bernhard Brim á sinni yrkti. Roðin fór um Nestindar og hvørt fjall skein eins og reyðargull. Og júst sum [...] at gera væl. Og har sampakkaðu hon og Christian sera væl, tí hann er hegnigur og vælgjørdur sum fáur. Tískil er heim teirra fyrimyndarliga væl umsitið. Hon fór eisini sera væl við øllum og røkti sítt heim [...] enn fimmti árum síðan, tá tey gingu í hjúnarlag, og skaptu har eitt fjálgt heim fyri báðar døturnar Kristinbjørg og Jórun. Tey høvdu tað gott saman og Christian hevur verið ein sera góður konumaður í orðsins
seinastu ferð, eg skuldi síggja teg. Tú var so birgur og raskur sum tú komst inn eftir gólvinum í Betesda. Og setti teg har, tú altíð sat. Tú var stillur og segði lítið, men var altíð í sving. Eg havi altíð [...] var tú altíð klárur. Og tað sama kann sigast um Jyttu. Tit fingu tykkum summarhús i Danmark, og Jytta vildi hava okkum niður við. Vit høvdu eina sera góða tíð saman við tykkum, og eg minnist, at Jóhannes [...] okkum – tú hevði so nógv minni frá hesi lítlu bygd og greiddi frá minnum frá spæli og skúla. Einaferð tað nærkaðist mínum føðingardegi, tá hildu Jytta og Jóhannes at tit vistu, hvat tit skuldu geva mær á