fulla ferð frameftir, og eftir fáar sendingar varð avsluttað, og so lá bólturin aftan fyri Lars í málinum. John og Arthur fingu hesa løtuna rættuliga glið á spæl og málskjóting, og serliga tvey av málunum [...] savnaðir í høllini á Hálsi mikukvøldið, og hesir vóru vitni til besta dystin higartil í hesum kappingarárinum. Ferðin var høg, spenningurin stórur og talan var um bæði lið- og einmansavrik á høgum støði, tá StÍF [...] um 4-2 settu strandingar av álvara ferð á, og eftir einans 8 minuttum høvdu teir tikið seg upp á 9-4. Hesa løtuna sýndu StÍF sera skjótt og einfalt spæl, og grønu menninir á mótstøðuliðnum vistu ikki síni
øll somul og hjartaliga vælkomin til Sjómannadagin 2024. Tað er bara ein vika síðan, at býurin var á tremur við gestum frá nær og fjar, og nú savnast vit aftur í túsundatali til mentan og hugnaliga samveru [...] Summarfestivalurin og Sjómannadagurin eru blivin til. Hóast Summarfestivalurin og Sjómanndagurin eru tvey ógvuliga ymisk tiltøk, so hava tey tað til felags, at tey gera mun í nærumhvørvinum og eru við til at [...] minninum. Og tað eru júst hesar upplivingarnar, sum eru við til at varðveita mín áhuga fyri fiskivinnuni á sjógvi og á landi. Men at eg kann koma oman her saman við mínum abbabørnum, og geva teimum
minuttir. Hann var skjøtisleysur og misti bóltin og var noyddur at brúka neyðbremsuna. Víkingur vann fríspark í sambandi við reyða kortið, og eftir sparkið og eitt sindur av aftur og fram var tað Jørgen Nielsen [...] hálvleikur tíggju minuttir gamal, og tveir minuttir seinni var aftur mál og 2-1 til NSÍ. Málskjútti var Michal Przybylski, sum eftir innlegg úr høgru frá Jasper Van Der Heyden og við handara stólpa stýrdi bóltin [...] søktu møguleikarnar og orkuna, og tað riggaði leingi væl. Síðstu løtuna rindaðu vit prísin fyri, at vit høvdu arbeitt ógvuliga nógv. Vit eru vónbrotnir um, at tað ikki eydnaðist at vinna, og samstundis kunnu
danska Jakob Fuglsang, og 44 sekund frammanfyri Peter Sagan. Alejandro Valverde liggur á 9. plássi, 2 minuttir og 11 sekund aftanfyri Nibali og Contador er nummar 16, 2 minuttir og 37 sekund aftanfyri. Av [...] vandamikið. Tað hjálpti als ikki, at tað oysti niður í Fraklandi mikudagin, so vegirnir og brúgvarsteinarnir vóru sera vátir. Og tað gekk sum tað mátti. Longu áðrenn súkklararnir komu til fyrsta strekkið við [...] tvey í fyrraárið og sum vera man, ein av favorittunum í ár, takkaði mikudagin fyri seg. Týsdagin datt hann av súkkluni í einum óhappi, men valdi at halda áfram. Mikudagin, í oysandi regni og hálum vegum, datt
í talvi, tá Korona setti allar føroyskar telvarar skák og mát um miðjan mars. Nú verða talvfólkini aftur flutt á teimum 64 puntunum. Tíggjunda og seinasta leikumfar í landskappingini 2020, sum skuldi vera [...] nú leygardagin 23. mai. Og tá fæst umsíðir at vita, hvør verður føroyameistari, skrivar Talvsambandið í tíðindaskrivi. Stríðið stendur enn sum áður millum Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag, sum [...] teimum fýra borðunum í FM-finaludystinum millum Sandavág og Havnina verða varpaðir beinleiðis á netinum. Telvað verður í skúlanum á Giljanesi, og byrjað verður klokkan 14.00 leygardagin. Fleiri av telvarunum
Eysturríki og Sveis hýstu í felag. Føroyar hava tapt allar fýra dystirnar, og málmunurin er 16-0 til Frakland, sum tí í miðal hevur vunnið 4-0 hvørja ferð. Enn eiga vit fyrsta málið til góðar, og í teimum [...] ímóti. Og ikki kann sigast annað, enn at munur sást á næstbesta liðnum í heiminum og lítlu tjóðini, sum tá var nummar 179 á FIFA-styrkilistanum. Frá mitt í fyrra hálvleiki, tá støðan longu var 2-0, og líka [...] millum Føroyar og Frakland á Tórsvølli í dag, hava londini fýra ferðir spælt ímóti hvørjumøðrum. Tvær tær fyrru ferðirnar var tað í undankappingini til HM-endaspælið í Týsklandi í 2006, og tær báðar seinnu
fyrst og fremst takka Kristinu Griksaite fyri. Hóast hon í fleiri ár hevur verið millum fremstu mávlerjarnar í landinum, so hevði Kristina ikki vunnið gull í føroyskari kapping undan leygardegnum, og eina [...] skotroynd, og fallið var somikið óheppið, at tað ikki var hugsingur hjá henni at halda fram í dystinum. Við at seta Adelu í málið stóð eisini greitt, at Marinela Patru ikki kundi fara á vøllin. Og uttan Anniku [...] Anniku Thomsen legði hetta eyka trýst á Adinu og Alinu. Og so gjørdi tað ikki støðuna lættari, at Alina stóran part av dystinum varð hildin uttanfyri ávirkan við mansverju. Fysikkurin á muni Tjaldur treiskaðist
teir, ið veruliga hava alsk og vælmeint sinni til hetta arbeiði, skulu fáa loyvi at fara í hann fyri at lúka og seta út nýggjan vøkstur. - Hinir gera svart eftir sær, og illgras og deyðasina skjýtst upp úr [...] enskum tungumáli, og úr donskum eru 235 sálmar, úr norskum 135 og svenskum 140. Upprunaligir føroyskir eru um 140 sálmar. Av teimum hevur Óli Reinert yrkt 52, Jákup Olsen 15, Petur Háberg 6 og Victor sjálvur [...] av hesi sálmabókini. Og X í Klaksvík er einki undantak: - Við at blaða gjøgnum hesa bók, verð ur ein brátt varur við, at hetta er eitt stórarbeiði, ið Victor hevur latið úr hondum, og eiga landsmenn okkara
stilla uppaftur, og Jens Christian Olsen varð valdur á løgtingsvalunum hetta árið og aftur í 1954, 1958 og í 1962. Jens Christian Olsen doyði 20. novembur í 1963 ? hann var tá 62 ára gamal ? og tá kom næsti [...] staðin varð Edmund Joensen valdur á ting, og síðani hava teir báðir sambandsmenninir í Eysturoy, sum eru valdir á løgtingsvalunum í 1988, 1990 og í 1994 búð á Oyri og á Toftum. Jens Christian Olsen Pápi til [...] bygdir eru javnstórar og harvið hava javngóðan møguleika at vinna sær sess í tinginum. Strendur Jóhan Poulsen á Strondum umboðaði sambandsflokkin í Eysturoy í 50 ár ? frá 1920 og til 1970. Tá hann kom
bygningin hjá handilsmiðstøðini, og síðan tekur tað einar tveir mánaðir hjá handlum og skrivstovum at flyta inn í hølini og rigga seg til. Jólaresið byrjar longu tíðliga í november, og tí náa teir, sum skulu byggja [...] Leirvíkstunnilin og ein oman í Gøtubygd. - Haraftrat verður vegur bygdur úr rundkoyringini og niðan á nýggja ídnaðarøkið, ein vestureftir til enn eitt nýtt ídnaðarøkið vestanfyri landsvegin, og síðan verður [...] ein til Leirvíkstunnilin og ein oman í Gøtubygd. Ídnaðarøkið, sum Gøtu kommuna hevur planerað eystanfyri landsvegin norðuri í Gøtudali, er liðugt fyri einum góðum mánaða síðan, og beint eftir ársskiftið