Undan landsdystinum millum Føroyar og Frakland á Tórsvølli í dag, hava londini fýra ferðir spælt ímóti hvørjumøðrum. Tvær tær fyrru ferðirnar var tað í undankappingini til HM-endaspælið í Týsklandi í 2006, og tær báðar seinnu ferðirnar í undankappingini til EM-endaspælið í 2008, sum Eysturríki og Sveis hýstu í felag.
Føroyar hava tapt allar fýra dystirnar, og málmunurin er 16-0 til Frakland, sum tí í miðal hevur vunnið 4-0 hvørja ferð. Enn eiga vit fyrsta málið til góðar, og í teimum undanfarnu dystunum hevur í onkrum verið møguleiki at fingið mál, men eisini púrt eingin møguleiki í onkrum av hinum dystunum.
Av núverandi føroysku spælarunum, eru tað bara Jákup Mikkelsen og Fróði Benjaminsen, sum hava verið við allar 90 minuttirnar í teimum fýra undanfarnu dystunum. Hjá Fraklandi er bara Thierry Henry byrjaður inni allar ferðirnar, men hann er so ikki við hesa ferð.
Óli svaraði aftur
Fyrsti dysturin var á einum fullsettum Tórsvølli tann 8. september í 2004, tá Frakland vann 2-0. Føroyar høvdu fýra dagar frammanundan tapt 0-6 á útivølli ímóti Sveis, og vánaliga úrslitið í Basel gav ikki tær stóru vónirnar fyri nøkrum serligum ímóti fronsku stjørnunum.
Men tað skuldi vísa seg, at hóast tapið, so megnaði føroyska liðið veruliga at reisa seg og vísa nakað av tí besta spælinum, Føroyar nakrantíð hava havt í einum landsdysti. Serlig miðvøllurin var heilt framúr, og tað gjørdist ikki verri, tá Arsenal-stjørnan, Patrick Viera, fekk seinna gula kortið 10 minuttir inn í seinna hálvleik og noyddist undir brúsu í ótíð.
Undan dystinum høvdu mong funnist at, at Óli Johannesen var tikin út, hóast hann spældi við TB í næstbestu deildini. Men í hesum dystinum læt hann føtur sínar svara aftur á vøllinum, og sum liðformaður gekk hann undan og vísti aftur øllum atfinningunum um, at hann var »over the hill«.
Jákup vardi væl
Tá útidysturin var á skránni á Stade Bollaert í Lens tann 3. september í 2005, sást ikki nógv aftur til góða føroyska spælið, ið hevði merkt fyrra dystin. Tvørturímóti vóru føroysku spælararnir í løtum at líkna við keylur á vøllinum, meðan franska maskinan koyrdi, sum ongantíð fyrr.
Var tað ikki fyri Jákupi Mikkelsen, sum ferð eftir ferð borðreiddi við framúr bjargingum, hevði talan verið um eitt nógv størri skrædl, tí Frakland vann kortini »bara« 3-0 við einum føroyskum sjálvmáli og Cissé sum tvífaldum málskjútta.
Ein hin størsta upplivingin í hesum dystinum var stóri fótbóltssnillingurin, Zinedine Zidane, sum hetta kvøldið í løtum vísti fram síni bestu kynstur, ið rættiliga vístu, hví hann av mongum var mettur sum heimsins besti fótbóltsspælari.
Stórur munur á
Tá Føroyar á heysti 2006 vitjaði í Fraklandi í EM-undankappingini, vóru tað varaheimsmeistararnir, ið tóku ímóti. Og ikki kann sigast annað, enn at munur sást á næstbesta liðnum í heiminum og lítlu tjóðini, sum tá var nummar 179 á FIFA-styrkilistanum.
Frá mitt í fyrra hálvleiki, tá støðan longu var 2-0, og líka til eitt korter var eftir, vísti Frakland okkum náði, men so gjørdu Anelka og Trezequet bart við trimum málum aftrat, so 5-0 til Frakland stóð á máltalvuni til endans.
Føroysku spælararnir gjørdu sítt besta á Stade Bonard í Sochaux-Montbéliard og stríddust av lívsins kreftum, men ímóti mestsum fullkomna yvirvaldinum var tað til fánýtis.
Lendu ongantíð
Undan returdystinum í Føroyum tann 13. oktober í 2007 var stórur spenningur, um franska landsliðið yvirhøvur fekk lent. Flogfarið setti seg fáar tímar undan dystinum, men spurningurin er, um fraklendingarnir nakrantíð lendu, tí teir snøgt sagt hølvaðu føroyska liðið av við turrum tennistølum, 6-0.
Umframt mjørkan, minnast mong óivað dystin, tí so fáir áskoðarar møttu. Heili 4.000 setur stóðu tóm á Tórsvølli, og vantandi áskoðarainntøkurnar góvu Fótbóltssambandinum ein fíggjarligan smeit, umframt at úrslitið av sjálvum dystinum var vánaligt.
Tað var forrestin í dystinum, at Henry tangeraði gamla metið hjá Platini sum besti málskjútti hjá Fraklandi nakrantíð, tá hann longu í áttanda minutti skoraði til 2-0 og kom upp á 41 landsliðsmál.
MYNDATEKSTUR:
Christian Lamhauge Holst í nærdysti við franska málverjan, Mickaël Landreau, í síðsta dystinum hjá Føroyum ímóti Fraklandi, sum á heysti í 2007
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir