Tað var toppundirhald í Sarpugerði

Hóast víkingarnir vóru fleiri á vøllinum mest sum alla tíðina, so megnaði Víkingur ikki at vinna fulla úrtøku ímóti NSÍ, sum eina løtu í seinna hálvleiki var frammanfyri við tveimum málum

Tað var sera undirhaldandi, tá ið Víkingur í góðveðrinum í kvøld hevði vitjan av grannunum í NSÍ.

 

Stóripinnur hevði bara verið runt tríggjar ferðir, tá ið dómarin hevði reyða kortið á lofti. Lars Markmanrud, sum oftast er miðverji, var í kvøld verjukendur miðvallari. Tað var hann í færri enn fýra minuttir. Hann var skjøtisleysur og misti bóltin og var noyddur at brúka neyðbremsuna.

 

Víkingur vann fríspark í sambandi við reyða kortið, og eftir sparkið og eitt sindur av aftur og fram var tað Jørgen Nielsen, sum úr stuttari fjarstøðu setti bóltin í málið.

 

So var 1-0 til Víking, sum støðugt var á bóltinum og hevði fleiri góðar møguleikar at økja um leiðsluna, men tað eydnaðist ikki.

 

-Um tað seinni í heyst fara at mangla tvey stig í fyri at røkka kanska plássi í Europa, so fara vit at minnast aftur á hetta góðveðurskvøldið á heimavølli, tá ið vit ikki megnaðu at økja um leiðsluna og vinna ímóti NSÍ, sum var undirmannað í 86 minuttir, sigur Sølvi Vatnhamar hjá Víkingi í samrøðu við FM1 útvarpið.

 

Víikingur var uttan bæði Poul Kallsberg, sum er farin av landinum at spæla fótbólt í Hillerød IF, og Atla Gregersen. Hvussu tað verður við fótbóltsframtíðini hjá honum kendist eitt sindur ógreitt í kvøld.

 

-Eg dugi satt at siga ikki at siga, um Atli fer at spæla aftur. Hann hevur verið oddamaður her í meiri enn 17 ár, og tað kennist undarligt, at hann skal vera noyddur at gevast, tí hann nú er hjálparvenjari hjá landsliðnum, sigur Sølvi Vatnhamar, sum í kvøld var liðformaður hjá Víkingi.

 

Eftir steðgin skoraði NSÍ trý mál, og tað restaðu 19 minuttir, tá ið Klæmint A. Olsen úr stuttari fjarstøðu og eftir innlegg úr vinstru frá innskifta Aron Knudsen økti til 3-1. Klæmint A. Olsen var tvey mála skjútti, tí tað var hann, sum javnaði til 1-1 við fínum stútara eftir innlegg frá Brandi H. Olsen.

 

Tá var seinni hálvleikur tíggju minuttir gamal, og tveir minuttir seinni var aftur mál og 2-1 til NSÍ. Málskjútti var Michal Przybylski, sum eftir innlegg úr høgru frá Jasper Van Der Heyden og við handara stólpa stýrdi bóltin í málið.

 

Síðstu løtuna sást tað, at NSÍ hevði runnið nógv fyri at byrgja upp fyri, at tað vóru tíggju gulir ímóti ellivu ljósabláum, og innskifti Ragnar Skála minkaði við handara stólpa um munin til 3-2 eftir innlegg úr høgru frá Árna Nóa Atlason, og tveir minuttir undan leikloki var tað innskifti Martin Klein Joensen, sum við høvdinum setti bóltin inn við nærra stólpa eftir innlegg úr høgru frá Ara Olsen.

 

-Eftir síðsta bríksl eri eg vónbrotin um, at tað ikki eydnaðist at vinna, tá ið tað var eydnast okkum at venda 0-1 til 3-1 leiðslu. Vit fóru inn til Gøtir fyri at vinna, og tá ið vit í steðginum prátaðu um tingini, so roknaðu vit framvegis við tí møguleikanum, hóast vit bara vóru 10, og teir vóru frammanfyri 1-0. Tað var eingin orsøk at leggja seg aftur at verja. Vit søktu møguleikarnar og orkuna, og tað riggaði leingi væl. Síðstu løtuna rindaðu vit prísin fyri, at vit høvdu arbeitt ógvuliga nógv. Vit eru vónbrotnir um, at tað ikki eydnaðist at vinna, og samstundis kunnu vit fegnast um, at tað eydnaðist at reisa okkum, tá ið fyritreytirnar so tíðliga vórðu so vánaligar, sigur NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen í samrøðu við FM1 útvarpið.

 

Klæmint er nú toppskjútti við 21 málum.

 

 

 

Víkingur – NSÍ 3-3 (1-0)

 

1-0: Jørgen Nielsen

 

1-1: Klæmint A. Olsen

 

1-2: Michal Przybylski

 

1-3: Klæmint A. Olsen

 

2-3: Ragnar Skála

 

3-3: Martin Klein Joensen

 

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Ingi Arngrímsson, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson – Aron Jarnskor Ellingsgaard, Sølvi Vatnhamar, Árni Nóa Atlason – Jákup Johansen, Jørgen Nielsen, Olaf Bárðarson

 

NSÍ: Kristian Joensen – Jann J. Benjaminsen, Hassou Diaby Ndiaye, Daniel Obbekjær, Fabian Ness – Lars Markmanrud, Brandur H. Olsen, Michal Przybylski – Jasper Van Der Heyden, Klæmint A. Olsen, Beinir Nolsøe