Alu-Plast fer í gongd nú og handilsmiðstøðin í næstum

Í Gøtu kommunu bíða tey spent eftir rundkoyringini, sum Landsverk fer at byggja í Gøtudali. Ætlandi verða seks "armar" úr rundkoyringini, harav ein fer vestureftir til møguligan tunnil inn Millum Fjarða, og ein til eitt framtíðar ídnaðarøkið vestanfyri landsvegin, har ídnaðurin í Gøtu kommunu fær velduga stórar møguleikar

Gøtu kommuna

Hans Mourits Foldbo sigur, at Gøtu kommuna bíðar í spenningi eftir rundkoyringini, sum Landsverk fer at byggja í Gøtudali, har vegurin úr Leirvíkstunlinum kemur oman í landsvegin niðanfyri nýggja ídnaðarøkið.
- Landsverk hevur sett pening av til hetta arbeiði, og vit vænta, at teir fara at gera skjótt av við projektering, soleiðis at arbeiðið kann byrja miðskeiðis í komandi ári.
Borgarstjórin sigur, at úr rundkoyringini verða tilsamans seks armar – ein til Fuglafjarðar, ein til Leirvíkstunnilin og ein oman í Gøtubygd.



Ídnaðarøkið, sum Gøtu kommuna hevur planerað eystanfyri landsvegin norðuri í Gøtudali, er liðugt fyri einum góðum mánaða síðan, og beint eftir ársskiftið er ætlanin, at Alu-Plast fer undir at byggja á økinum.
Planeraða økið er tilsamans einar 13.500 fermetrar, harav teir, sum hava stovnað handilsmiðstøðina, ráða yvir 10.200 fermetrum, meðan Alu-Plast ræður yvir 3.300 fermetrum.

Lítil seinking
Hans Mourits Foldbo, borgarstjóri í Gøtu kommunu, sigur, at tað tók umleið eina viku longri enn ætlað at gera ídnaðarøkið klárt, men nú er økið gott og væl klárt at fara inn á.
- Vit hava skilt, at Alu-Plast fer í gongd beinanvegin, og um ikki so langa tíð fara teir, sum skulu byggja handilsmiðstøðina, eisini í gongd, sigur hann.
Ætlanin var, at handilsmiðstøðin, sum fer at hýsa fleiri handlum og skrivstovum, skuldi standa liðug til jólar komandi ár, men sum skilst, fer hendan ætlanin ikki at halda. Tí verður handilsmiðstøðin helst ikki liðug fyrr enn móti sumri 2008.
- Vit hava skilt, at tað tekur 12 mánaðir at byggja bygningin hjá handilsmiðstøðini, og síðan tekur tað einar tveir mánaðir hjá handlum og skrivstovum at flyta inn í hølini og rigga seg til. Jólaresið byrjar longu tíðliga í november, og tí náa teir, sum skulu byggja handilsmiðstøðina, ikki at verða klárir til jólasøluna komandi ár. Til tess verður tíðin ov tepur.

Aðrar umsóknir
Hans Mourits sigur seg hava skilt, at byggingin av sjálvari handilsmiðstøðini fer í gongd um einar 3-4 mánaðir, soleiðis at hon kann lata upp fyri almenninginum fyri summarfrítíðina í 2008.
Borgarstjórin sigur, at tað ikki er óhugsandi, at kommunan í næstum fer undir at planera eitt enn størri øki eystanfyri landsvegin í Gøtudali.
- Vit hava onkrar umsóknir um vinnuligt virksemi, men hesar eru ikki almennar enn, sigur hann.
Spurdur, hvussu stórt samlaða økið eystanfyri landsvegin norðuri í Gøtudali er, sigur Hans Mourits Foldbo, at hetta fer nakað yvir 30.000 fermetrar tilsamans.
- So, her eru nógvir møguleikar og rúmligt hjá vinnulívinum, leggur hann aftrat.

Rundkoyring nærkast
Hans Mourits Foldbo sigur, at Gøtu kommuna bíðar í spenningi eftir rundkoyringini, sum Landsverk fer at byggja í Gøtudali, har vegurin úr Leirvíkstunlinum kemur oman í landsvegin niðanfyri nýggja ídnaðarøkið.
- Landsverk hevur sett pening av til hetta arbeiði, og vit vænta, at teir fara at gera skjótt av við projektering, soleiðis at arbeiðið kann byrja miðskeiðis í komandi ári.
Borgarstjórin sigur, at úr rundkoyringini verða tilsamans seks armar – ein til Fuglafjarðar, ein til Leirvíkstunnilin og ein oman í Gøtubygd.
- Haraftrat verður vegur bygdur úr rundkoyringini og niðan á nýggja ídnaðarøkið, ein vestureftir til enn eitt nýtt ídnaðarøkið vestanfyri landsvegin, og síðan verður ein sætti armur bygdur vestureftir til ein møguligan tunnil úr Gøtudali og vestur Millum Fjarða.

Stórir møguleikar
Borgarstjórin sigur, at Gøtu kommuna hevur sett nakað av peningi av til vegagerð vestur úr rundkoyringini, har framtíðar ídnaðarøkið hjá kommununi væntandi fer at liggja.
- Enn er einki gjørt við ognarviðurskiftini vestanfyri landsvegin, men lítil ivi er um, at hetta verður framtíðar vinnuøkið í kommununi.
Hans Mourits sigur, at møguleikarnir hjá ídnaðinum vestanfyri landsvegin eru óendaliga stórir, tí hetta tilsamans er eitt velduga stórt og gott øki.
- Tað er rættiliga slætt vestanfyri landsvegin, og soleiðis er hetta lendið sera væl egnað til framtíðar vinnuøki í kommununi.
Borgarstjórin endurtekur, at enn er einki gjørt við ognarviðurskiftini til lendið vestanfyri landsvegin.
- Enn eru fleiri møguleikar og gott pláss á ídnaðarøkinum eystanfyri landsvegin, so tað verður í fyrstu syfti her, at vit fara at skapa ídnaðinum og handilsvinnuni karmarnar í nærmastu framtíð, sigur Hans Mourits Foldbo, borgarstjóri í Gøtu kommunu.