Ireland, segði Rose í eini blaðsamrøðu stutt undan fráferðini úr USA, og so kundu vónríka áskoðararnir vóna ella óttast – alt eftir, hvussu tey tulkaðu útsøgnina. Hóskvøldið um midnáttarleitið kundu tey [...] ikki fekk nakað lív í fjøldina – so var talan um framúr konsert-uppliving. Enntá eina mest sum intima av slagnum, nú eitt standipláss merkir, at tú kanst troka teg so nær sum 10-15 metrar frá pallinum [...] útgávan bert er hálvtfjórða ára gomul, so vóru tað fyrst og fremst árini ’87 til ’91, sum skaptu legenduna um Guns N’Roses. Og hóast nøkur løg vóru av Chinese Democracy, so vóru tað tey frá Appetite for Destruction
Tað er eitt sindur ringt at koma upp so tíðliga, men eg eri so heppin, at eg búgvi tætt við studio, so eg havi ikki langt at fara. Harafturat er ongin ferðsla so tíðliga um morgunin, sigur Tórun Ellingsgaard [...] New York, tá eg søkti eitt starv í SvF. Tað stutta av tí langa er so, at eg slapp at gera og vera vertur í eini ítróttarsending, og tað førdi so við sær, at eg eisini byrjaði at gera innsløg til Dag og [...] hava altíð góða tíð at tosa við gestirnar, so tað er eitt heilt annað tempo, enn tá talan er um tíðindasendingar. Harafturat hevur tað verið ógvuliga læruríkt at sleppa at arbeiða við so garvaðum journalistum
Í langa tíð hevur støðutalvan fyri 2. deild víst, at NSÍ hevur verið niðast, og aftaná at teir høvdu tapt heimadystin móti EB/Streymi vóru tey mong, ið roknaðu teir sum upplagdar niðurflytarar. Støðutalvan [...] miðjuni og fram ímillum í vinstru, og Gunnar Nielsen potaði framvið málverjanum. So var spennandi og javnt eina løtu, men eftir at NSÍ var komið framum aftur vóru tað teir, sum høvdu flestu málmøguleikarnar [...] at teir báðir álopsmenninir, Gunnar Nielsen og Tórálvur Poulsen, fingu neyvar bóltar í brotsteigin. So varð roynt við onkrum hissini langskoti, men tað hevði NSÍ ikki stórvegis trupulleikar av. Hjá NSÍ
aftur gjørdi, at fyritreytirnar at trýsta mótstøðuna gjørdust betri. Og tað tók heldur ikki so langa tíð, so var javnleikurin veruleiki. Fríspark varð sent inn í TB brotsteigin, har John Petersen var hægstur [...] man, so viðførdi málið eitt enn størri trýst á TB, men hóast hetta, so var talan um eitt kontra-mál, tá B36 loksins fekk lagt seg á odda. B36 vann bóltin, tá TB var á veg niðan eftir vøllinum, og so gekk [...] árstalsfelagið úr Havnini alt meira líkst einum oddaliðið, og tó at leikbannini eftir sigurin á HB vóru fleiri í tali, so mundu fáur ivast í, at her fór talan at verða um avgreiðsluspurning. Fýra á toppinum
havi skilt tað, so skulu lýsingar eisini setast á útsíðuna á Tórsvølli, og tá vera vit ikki spurdir, og tað er svínarí, sigur Kristian á Neystabø. B36 kanska á Toftir Um ikki so langa tíð skal B36 eisini [...] ? Fyri tað fyrsta er tað soleiðis, lýsingarnar hava verið á veg í eina tíð, og skuldu eftir røttum verið komnar upp fyri eini tíð síðani. Vit hava ikki sett lýsingarnar upp fyri at provokera nakran, sigur [...] eins og onnur ítróttarfeløg liva av lýsingarinntøkum og so tí sindri, sum vit fáa inn í limagjaldi. Missa vit møguleikan at fáa lýsingarinntøkur, so missa vit eisini møguleikan at hava eina vælvirkandi
tá, at nærum dagliga kemur ein teldupostur til Cambridge úr Vági, og tað tekur honum ikki langa tíð at ferðast, so fjarstøðan tykist óivað minni orsakað av hesum. Sigrun vónar at síggja føroyingar í Cambridge [...] Sambært formanninum í B36, Kristjani á Neystabø, so var alt komið uppá pláss. AB var sinnað at býta dystirnar um, og DBU og UEFA høvdu eisini givið grønt ljós. So skuldi tað bara verið ein formalitetur at fáa [...] at býta dystirnar um, tí at so høvdu fleiri føroyingar komið til dystin í Danmark. Formaðurin í fótbóltssambandinum, Thorleif Sigurðsson, sigur, at lutakastið lagaði seg so væl, at tey bæði føroysku liðini
iðra seg um. Tveir minuttir fyri tíð fekk B36 løn fyri stríðið. Róaldur Jakobsen kom í góða skotstøðu og meddaði til. Hóast skotið ikki sat heilt úti við stongina, so fór bólturin allan vegin í málið [...] gosið, meðan spælararnir hoppaðu í ein trunkað frammanfyri fyri húsinum. Tveir minuttir fyri tíð megnaði HB so at javna til 3-3, tá Christian R. Mouritsen slapp til skot inni í brotsteiginum. Meðan bólturin [...] kappingin í Onglandi er komin at enda. Tað skal verða ósagt um so er, men bæði liðini kunnu liva við javnleikinum. B36, tí avrikið var so gott, og HB tí einki er broytt á stigatalvuni og liðið er framvegis
at síggja her á okkara leiðum, helt væl nøgdi B68 venjarin, Bill Jacobsen, eftir lokið stríð. Tað var hesa løtuna, at tað so rudduliga var staðfest, hvussu góðir senegalesisku spælararnir hjá B68 eru. [...] teir hava gott eyga fyri at spæla saman við føroysku viðspælarunum. Eftir tap í trimum teimum fyrstu umførunum hevur tað gingið sum eftir ánni hjá B68, og tað kann fara at gerast heilt spennandi hjá Bill [...] miðvøllinum við at finna stevið aftur, sum í síni tíð bar landsliðsúttøku við sær, Kristian Anton Andreasen og Jóan Símun Edmundsson eru ágrýtnir og evnaríkir, og so eru tað ágrýtnu, arbeiðssomu og evnaríku ú
Soares, sum seinastu árini hevur verið stuðulsleikari á miðvøllinum hjá B71. Fyri fyrstu ferð í langa tíð eydnaðist tað sandoyingum at vinna triðja landskappingardystin upp í slag, tá teir vitjaðu B68 [...] føroyskum fótbólti ikki megna tað, ið væntað verður av teimum. Dømini eru eisini fleiri um hesar, sum eftir fáar mánaðir í Føroyum venda nøsini aftur móti heimlandinum. Seinastu dagarnir hava sandoyingar tó [...] hevði við sær, at hann noyddist av vøllinum, men tað iðraðu sandoyingar seg helst ikki stórvegis um eftir dystarlok. Móti endanum økti Høgni Midjord um leiðsluna við einum heldur sjáldsomum máli. Símun Rógvi
panin er harumframt regulerandi fyri brúki av fiskireiðskapi. Skipanin hevur í stóran mun virkað eftir ætlan, og gamla stríðið ímillum teir ymisku veiðihættirnar og ymsu reiðs-skapirnar hevur lítið verið [...] sterkt amboð í stovnsrøktini er heimildin hjá fiski- og tilfeingismála-ráðharranum til eina hvørja tíð at kunna taka avgerð um at friða serliga vital økir, m.a. gýtingarleiðirnar, hjá ymsu fiskasløgunum [...] er ein tilfeingisbúð, ein fiskidagamarknaður, har veiðirættindi eru til sølu í fríum útboði, alt eftir hvussu nógv biologiska trýstið kann vera á fiskastovnarnar. Veiðirættindini eru sum kunnugt ogn fólksins