Stefan í Skorini
Tað kom eitt sindur dátt við hjá B36, tá ið tað gjørdist greitt, at FSF ikki vildi ganga teirra ynski á møti um at býta teir báðar UEFA Cup dystirnar um.
Sambært formanninum í B36, Kristjani á Neystabø, so var alt komið uppá pláss. AB var sinnað at býta dystirnar um, og DBU og UEFA høvdu eisini givið grønt ljós. So skuldi tað bara verið ein formalitetur at fáa FSF at ganga við til at býta dystirnar um. AB var áhugað í at býta dystirnar um, tí at so høvdu fleiri føroyingar komið til dystin í Danmark.
Formaðurin í fótbóltssambandinum, Thorleif Sigurðsson, sigur, at lutakastið lagaði seg so væl, at tey bæði føroysku liðini í UEFA Cup, GÍ og B36, ikki leiktu á heimavølli í senn, og tað hildu teir ikki var vert at broyta. Tí viðmældu teir ikki UEFA, at loyva feløgunum at býta dystirnar um. Thorleif sigur eisini, at tað hevði verið sera óheppið, um tvey føroysk feløg høvdu leikt so týdningarmiklar dystir á heimavølli sama dag.
Ein annar trupulleiki í hesum sambandi er, at GÍ hevur eisini valt at leika sín dyst ímóti Norrkøbing á Tórsvølli ístaðin fyri inni á Svangaskarði.slash;ðrum universitetum. Har eru fyrilestrar, nakað av bólkaarbeiði og eisini er vegleiðing í ein tíma um vikuna.
Minst ein uppgáva er um vikuna, og er henda uppá 2000 orð.
Tey lesandi eru knýtt at skúlanum í 3 ferðirnar 8 vikur árliga.
- Tá er sera nógv arbeiði. Ikki øll klára alt hesar vikurnar, men so er ein lesifrítíð uppá 5 vikur. Tá megna tey flestu at innheinta tað, ið tey ikki kláraðu. Tað er gjørligt at klára alt uppá 8 vikur, um ein klárar trýstið. Men evnini at hava yvirlit, leggja tilrættis og at vera sjálvstøðugur eru avgjørt fyrimunur, sigur Sigrun.
Spurd, um tað er rætt, sum óivað mong halda, at ein gamal unirversitetsbýur sum Cambridge, bert eru gamlir, gráir bygningar og traditiónir, sigur Sigrun, at hetta er ikki allur sannleikin.
- Tað er væl blandað við yngri, nýmótans og eldri bygningum. Hitt við tí gamla er kanska ein fordómur, men vil ein hava tær stóru traditiónirnar, so fær ein tað, um ein velur soleiðis, sigur Sigrun.
Í hesum sambandi kann nevnast, at sum í helst øllum skúlaskapi í Onglandi, so eru eyðkennisbúnar enn við í myndini. Tey lesandi fáa t.d. ein kappa. Seinni ein kraga og síðani hattin og so framvegis. Sigrun hevur ein kappa. Hvørja viku er møguligt at fara til ein døgurða, har ein skal vera í kappanum. Hetta er tó upp til hvønn einstakan og tað er ikki krav at fara til hesa máltíð.
- Eg plagi at siga, at eg kenni meg sum Batman í hasum kappanum, sigur Sigrun og leggur afturat, at á onkrum college hava tey sagt nei til at nýta henda búnan.
Samband og Sosialin á netinum
Sigrun og familjan er fegin um, at telduposturin nærum er hvørsmans ogn nú.
-Sigrun dylir ikki, at tað eru stundir, har henni kann leingjast heim. Men hon heldur tó, at tað er sera hent við teldupostinum og við Sosialinum á internetinum, tí skuldi hon fingið sjálvt blaðið, høvdu tíðindini verið gomul.
Og hesum er mamman, Ebba Vágheim, samd við henni í. Hon er nú komin inn í stovuna við kaffi.
- Sambandið er ikki, sum tá tú var og fjakkaði, minnir hon Sigrun á.
Og so sigur Sigrun frá um fjakkaraferðina í Nepal, India, Kina, Russlandi, Hong Kong og aðrastaðni. Tá hon einaferð skuldi senda eitt bræv heim, var posthúsið tikið niður. Tað sama var galdandi, tá ein ferðaseðil skuldi keypast.
Men at føroyingar eru væl fyri og hava góða barlast í familjuni, eru tær báðar samdar um.
Og brátt skal Sigrun aftur avstað úr Vági og alla leiðina yvir til Cambridge. Men ein troyst er tá, at nærum dagliga kemur ein teldupostur til Cambridge úr Vági, og tað tekur honum ikki langa tíð at ferðast, so fjarstøðan tykist óivað minni orsakað av hesum.
Sigrun vónar at síggja føroyingar í Cambridge í framtíðini og heitir á áhugaðar føroyskar pisur, um at gera eina roynd. Og Sigrun sigur seg vera til reiðar at koma við vegleiðing, um ivamál eru. frásagnirnar um øll tey undurverk, sum hendu, tá ið Ólavsøkan var hildin í dómkirkjuni í Niðarósi.
Mangt umskiftist, meðan stundir líða. Aðrar tíðir komu, og siðurin at halda Ólavsøku varð avlagdur allar staðir.
Bert í einum landi hevur siðurin staðið við alla tíðina og ger tað enn, og tað er her hjá okkum í Føroyum.
Ólavsøkan í Føroyum hevur tey eyðkenni, sum sipa aftur til sjálvt virki Ólavs kongs hins heilaga. Hesir báðir høvuðstættirnir eru í Ólavsøku okkara: hon er ein tjóðskapligur samkomudagur og ein kirkjuligur hátíðardagur.
Nógv er í landi og fólki okkara, sum skilir sundur.
Fólkið býr spjatt í oyggjum og avbygdum, firðir og fjøll skilja og byrgja, og sundurlyndið er sterkt í fólki okkara.
Ólavsøkan hevur hildið saman. Frá gamlari tíð eru tey úr øllum bygdum komin til Havnar á Ólavsøku, til ting og stevnur, til fundir og samkomur, til leikir og ítróttir, til dans og skemtunar, til at hitta vinir og frændur. Ólavsøkan hevur verið ein samkomu- og samfelagstíð hjá fólki okkara, hon hevur staðið sum eitt merki um, at vit hoyra øll saman og eiga at vera eitt sameint fólk. Tann týdningur kann illa metast, sum Ólavsøkan á henda hátt hevur haft fyri fólk okkara gjøgnum tíðirnar sum tað felagsband, sum bant fólkið saman; og hetta hevur haft sín stóra týdning fyri mál okkara, fyri kvæðini, dansin, søgurnar, okkara heimligu siðir, alt okkara føroyska fólkalív.
Men uppi yvir øllum hesum stendur kirkjan. Ólavsøkudagur hevur allar tíðir verið ein kirkjuligur hátiðardagur.
Hann er ein krossmerktur dagur. Okkara gamla løgting, sum altíð hevur verið hildið í Havn, í elstu tíðum á Tinganesi, seinri á øðrum støðum, var í fyrstuni vígt av Tórs hamri, men síðan er tað signað av hinum heilaga krossi.
Enn verður løgtingið sett Ólavsøkudag á hvørjum ári og fær vígslu sína undir krossmerkinum.
Enn ganga tingmenn og prestar í skrúðgongu úr tingstovuni og innar í kór í kirkjuni og síðan aftur i tingstovuna.
Enn verður hvønn Ólavsøkudag hildin guðstænasta í Havnar kirkju, og prestarnir í oyggjunum skiftast um at prædika hvør aftan á annan ár eftir ár sum ein vitnisburður um, at eisini i kirkjuligum týdningi eigur at vera ein heild, ein felagsskapur.
Tá ið tað viðhvørt er skotið upp, at Ólavsøkan ikki átti at verða hildin bert í Havn, soleiðis sum siðurin allar tíðir hevur verið men eisini úti á bygdunum, so er hetta ein misfatan av sjálvum grundartankanum í Ólavsøkuni; tí at við tað at hon bert verður hildin á einum staði, stendur hon sum felagsmerkið og sameiningarfundurin fyri alt fólk
okkara bæði kirkjuliga og tjóðskapliga.
"Fram, kristmenn, krossmenn, kongsmenn!" Soleiðis ljóðaði herrópið hjá monnunum hjá Ólavi kongi á Stiklastøðum.
Hesi orð skulu enn minna okkum á, at vit sum eitt sameint fólk í trúskapi og samhuga røkja og verja land okkara, at krossurin má standa uppi yvir øllum starvi okkara, og at vit í øllum lutum verða leidd og stýrd av anda Krists.
J. Dahl