? Eg plagi altíð at siga við starvsfelagarnar, at um eg verði sitandi, til eg verði 70, skal eg seta tingið 20 ferðir afturat, sigur Svend Auken skemtandi. Og hann leggur afturat, at tá er eingin ávís [...] ella vilja teir sleppa at flyta. Men Svend Auken er fegin um at vera umhvørvisráðharri. ? Um tú ætlar tær at náa úrslitum á altjóða støði sum umhvørvisráðharri, so krevur tað, at tú vinnur tær álit millum [...] menniskju og framtíðina at gera, sigur hann og leggur dent á, at umhvørvismálaráðið er ein sera víttfevnandi ráðharrastova. ? Tú skal minnast til, at vit hava við umhvørvisvernd at gera, við náttúruvernd
Eg takki fyri æruna at fáa loyvi at siga nøkur orð um P. M. Dam sála. Jeg eigi ikki orð, ið kunnu lýsa henda mann, sum gjørdist eitt satt halgimenni fyri Føroya arbeiðarafjøld alla frá tí fyrsta degi hann [...] limir F.A. orkaðu at stríðast fyri hesi avgerð. Ístaðin gingu teir við til at lata menn fara til gerðarrætt í KBH. Valdir vóru Magnus Tórsheim og jeg. Áður ogur fóru, fekk jeg at vita, at eitt farmaskip fermt [...] vistu, at uttan høvuðsmegi ogra, P. M. Dam, var tað ikki gjøgnumført. Hettar var undurverk og økti munandi um vinnulívið í sóknini, og tað setti síni merkir út um alt landið. Gomul vísdómsorð siga: At eitt
royndini at selja bløð kemur gribbahugurin til tíðir fram og fýrir ikki fyri at brúka tann sakleysa, sum heldur ikki altíð hevur møgukeika at verja seg. Tað var tað verra. Hinvegin er gott at síggja, at vit [...] journalistikksniði, sum fyrst og fremst snýr seg um at keypa lesaran, líkamikið hvussu. Og tú ert vælkomin at bera rangan vitnisburð. Vit kunnu ikki siga, at Dimmalætting og Sosialurin er tey bløð í Føroyum [...] tænir bert endamálinum at selja. Og tað kann ikki vera rætt, at nýta eina sakleysa kvinnu, sum ikki er spurd, at selja eina blaðútgávu. Tíðindini vóru annars góð og rætt var at skriva um málið, men í hesum
Senterpartiet stendur klárt, at útnorðursamstarvið skal mennast, og hesum arbeiðir aðalskrivari floksins, Per Olaf Lundteigen, hart fyri at fáa ígjøgnum í stjórnini. Hann vísir á, at eitt tættari samatarv millum [...] vilja pumpa so skjótt sum til ber, sigur Per Olaf Lundteigen. Hann vísir á, at føroyingar eiga at syrgja fyri, at tað eru føroyskir myndugleikar, sum skulu stýra oljuútvinningini og ikki kapitalkreftirnar. [...] ir grannar Men hvussu kundi Per Olaf Lundteigen hugsað sær, at samstarvi millum Føroyar og Noreg eigur at vera. ? Føroyingar eiga sjálvir at avgera, hvønn teir vilja samstarva við. Eg kenni støðu føroyinga
nógv við at velja út, leggja ætlanir, tosa og royna at fáa ymsar leikir, so alt ikki líkist, greiða syskini frá. Men hvat hevur týðingin at siga? - Tað er ein kunstur at skriva sjónleik og tað at týða er [...] og minni hevur verið hin sama. Tó eru tey øll trý samd um, at tað fyrst og fremst er Mammuni fyri at takka, at sjónleikurin fekk so nógv at siga í teirra verð. - Hon hevur eisini spælt sjálv sum yngri í [...] eisini nógv at siga fyri, hvat Gríma hevur at siga í hugaheiminum hjá fólki. Gríma hevur næstan bert verið eitt hugtak. Eingin ivast t.d. í, hvar Sjónleikarhúsið er, nú kunnu eisini vit vísa á, at hetta eru
við í Gekkaspælinum hvørjaferð. - Satt at siga, so segði eg við konuna, at eg tímdi ikki at spæla Gekk meira. Hon hevði so keypt ein Gekk til sonin, men hann tímdi ikki at spæla, so eg spældi so ístaðin. [...] Rudolf, og so snaraði eg, greiðir Johan frá. - Fleiri hava sagt, at tey hildu meg vera blivnan býttan, at eg helt á at snara, men eg hugsaði, at henda møguleikan fekk eg ikki aftur, sigur Johan. - Tað eydnaðist [...] mikið av holum at tippa, flennir Johan. Men okkurt kanska skal gerast við húsini, heldur Jóhan, ið ikki beinleiðis hevur hugsað um at fara at ferðast, men tað kanska ikki er ógjørligt, at ein kundi boðið
fóru suður aftur sannførd um, at tað fer at eydnast at vinna FM. Og í felagnum hava teir stórar ætlanir um at fáa so stóra nyttu burturúr meistaraskapinum, at tað fer at tryggja HB grundarlag fyri títtum [...] formaður í HB. Vit fáa hann ikki at siga, at HB hevur vunnið FM, og hann vísir á, at í teoriini ber tað til hjá øðrum liðum at vinna, men samstundis ásannar hann, at tað skal vilja meiri enn illa til [...] ikki siga meiri og vísir til formannin í Havnar Fótbóltur, Poul Michelsen. Hann var ikki at hitta, tá vit royndu at fáa fatur í honum, men aðrar og rættuliga álítandi keldur vita at siga okkum, at teir
vóru børn, at finna skjøl fyri at prógva ella avsanna tað sum Karl sigur. Við at lesa ímillum linjurnar í tínum hugleiðingum, sæst beinanvegin, at tað hava verið ringar umstøður hjá einum stjóra at virka í [...] viðføri á trappuna og mamma trúði, at hann var farin og eingin tordi at siga tað. Ja tað var bara Heygum. Nei Karl, vit hava ikki gloymt, men valdu at fyrigeva. Tú sigur, at pápi var stjóri í Trolkol við [...] nevnd. Eg dugi ikki at síggja, at tað er skeivt, sum kundi gagna AT, kom at gagnast eigaranum, sum vóru teir somu fiskimenn og arbeiðarar í virkinum. Viðvíkjandi Arbejdernes Trawlerdrift AT fór av knóranum
trupla arbeiði, sum tað eisini tá var at fáa blað at bera seg, var óivað meira enn nakar kundi at krevja av manni. Serliga tá vit hava í huga tað tungarbeiði, tað er at fáa undirtøku til boðberan við hugsjónunum [...] til, var okkurt áfatt - og so er lætt at skilja, at persónsviðurskifti ofta vóru tyngjandi. Hetta er alt í teimum kørgu 30?árunum. Tað var uppgávan hjá Mourentiusi, at blaðið gekk, eisini fíggjarliga. Í hesum [...] teirri tíðini, tá tað, at siga tílíkt um ein sum Kvíkstummas var djarvt sagt, tí hann var trolaraskipari og loysingarmaður. Mourentius gjørdi lítið um seg á politiskt, tað eg minnist, hann skrivaði um ymisk
vantaðu. Satt at siga, kundu vit ikki ímyndað okkum, at hjálpin kundi skerjast meir, men so var ikki, sigur Hanna Vest. Heimahjálpirnar hava verið 10 í hesum økinum í Suðuroy, men av tí at tvær teirra [...] fingu tær boð um at gera alt arbeiðið sum var, við tí avleiðing, at tær vóru undirdýktar í arbeiði. Tað vildu vit ikki lata okkum lynda, og noktaðu at taka meira arbeiði, við tí í huganum, at so fingu vit [...] lagnum hevur í bløðunum gjørt vart við, at nú er tænastan hjá stovninum so vánalig, at tað nærkast markinum fyri skilaloysi. Ása Djurhuus sigur við Sosialin, at serliga brúkarar í Eysturoy og Suðuroy eru