Nú má okkurt uppá borðið

Fundurin mánadagin millum norsku stjórnina og umboð fyri landstýrið eigur at vera fyrsta fetið á vegnum til eitt tættari samstarv millum tvey sjálvstøðug lond, sigur aðalskrivarin í Senterpartiet, Per Olaf Lundteigen

Jógvan Hugo Gardar skrivar úr Oslo


Flokkarnir, sum mynda norsku stjórnina, Kristiligi Fólkaflokkurin, Senterpartiet og Vinstra hava allir tríggir verið kendir fyri at arbeiða fyri tættari samstarvi í Norðanlondum. Teir tríggir flokkarnir gingu eisini á odda í stríðnum móti norskum ES-limaskapi, og teir vunnu sum tey flestu minnast.

Í stevnuskránni hjá Senterpartiet stendur klárt, at útnorðursamstarvið skal mennast, og hesum arbeiðir aðalskrivari floksins, Per Olaf Lundteigen, hart fyri at fáa ígjøgnum í stjórnini.

Hann vísir á, at eitt tættari samatarv millum londini sjálvandi eigur at umfata ferðavinnu, fiskivinnu, mentan og onnur øki, sum hava áhuga, men hann leggur dent á, at norðmenn fylgja væl við á oljuøkinum.

? Vit hava royndirnar, ið føroyingar hava brúk fyri. Mistøkini vit hava gjørt seinastu 30 árini á oljuøkinum er eingin grund fyri, at føroyingar skulu endurtaka. Føroyingar eiga serliga at vera varnir fyri teimum stóru fleirtjóða oljufyritøkunum, ið bert vilja pumpa so skjótt sum til ber, sigur Per Olaf Lundteigen.

Hann vísir á, at føroyingar eiga at syrgja fyri, at tað eru føroyskir myndugleikar, sum skulu stýra oljuútvinningini og ikki kapitalkreftirnar.


Sum sjálvstøðugir grannar

Men hvussu kundi Per Olaf Lundteigen hugsað sær, at samstarvi millum Føroyar og Noreg eigur at vera.

? Føroyingar eiga sjálvir at avgera, hvønn teir vilja samstarva við. Eg kenni støðu føroyinga, og eg havi við áhuga fylgt tjakinum um føroyskt fullveldi. Norðmenn eiga at bjóða føroyingum eitt samstarv har báðir partar standa líkir.

? Eg vóni, at úrslitið av hesi vitjanini verður, at norska stjórnin leggur fram eitt uppskot, har vit leggja eina skrá fyri, hvussu hetta samstarv skal mennast, ikki minst vóni eg, at norska stjórnin kann leggja fram eitt gott tilboð til føroyingar innan oljuvinnuna, sigur Per Olaf Lundteigen, og leggur afturat.

? Nú hava vit havt ivaleyst av føgrum lyftum og tómum veitslurøðum. Nú skal handlast sum skjótast.


Eru til reiðar at lurta

Tað er ein sjálvfylgja at føroyingar og norðmenn seta seg niður og tosa um hvat londini bæði kunnu samstarva um, siga umboð fyri norsku stjórnina.

Fiskivinnumálaráðharri Peter Angelsen hittir gamlar kenningar, tá føroyingar koma á vitjan mánadagin. Peter Angelsen sat á Stórtinginum frá 1981 til 1997. Hetta seinasta árið hevur hann verið fiskivinnumálaráðharri. Sum stórtingslimur hevur hann havt sætið í Norðurlandaráðnum, hagani hann hevur hitt nógvar føroyskar politikarar og embætismenn. Hann hevur fleiri ferðir hitt Annfinn Kallsberg í samband vid fundir landanna millum og í norðurlendskum høpi.

? Føroyar og Noreg havt eitt vælútbygt samstarv á fiskivinnuøkinum, og í løtuni hava vit ikki nakrar stórvegis trupulleikar, sum vit noyðast at tosa um. Vit í fiskivnnumálaráðnum koma ikki at leggja fram nakað ávíst uppskot, men vit vilja gjarna hava eitt prát við føroyingar um verandi samstarv, og um vit kunnu gera broyitingar ella útbyggja samstarvi.

Men eru als eingir trupulleikar, sum tit kundu hugsa tykkum at fingið loyst?

? Einasta mál, vit kundu hugsað okkum at funnið eina loysn á, er spurningurin um russisku makrelveiðuna við Føroyar og í altjóða sjógvi. Vit eru ikki samdir við føroyingum í tulkingini av hesi veiðuni.


Vitja vinir

Í olju- og orkumálaráðnum eru tey spent at fáa at vita, hvat føroyingar hava í huganum, og hvat fyri samstarv Føroyar ynskja at byggja upp á olju- og orkuøkinum. Næstimaður olju- og orkumálaráðharrans er Håkon Giil.

? Vit fáa eina vitjan úr eini vinartjóð. Vit hava eitt felags hav millum londini, eitt sera áhugavert hav. Tað er heilt natúrligt, at umboð fyri stjórnirnar seta seg niður saman og finna út av, hvat londini kunnu samstarva um, og hvørji felags áhugamál londini hava, sigur Håkon Giil.

? Vit eru til reiðar at lurta eftir føroyingum, og so fáa vit at síggja, hvat kann spyrjast burturúr.