stórur klumpur í hálsin á mær, og eg føli tað, sum eg vil kvalast - og tað er akkurát, sum okkurt trýstir tárini úr eygunum á mær. Børnini siga við meg, at eg eri so heldig, tí pápi mín er sjómaður og [...] Pápi mín siglir við einum stórum trolara, og hann er ræðuliga leingi burtur. Tá hann fer avstað, eri eg so kedd, tí tað verður so leingi, til eg síggi hann aftur. Fyrr, tá eg var lítil, græt eg, tá babba [...] at babba so sjáldan kann koma við mær til alt tað, sum teirra pápar kunnu. Babba hevur verið burtur í okkurt um tveyhundrað leygardagar og sunnudagar av mínum lívi. Um eg telji allar dagarnar, sum hann
einaferð í lívinum við trygd fyri, at hon verður verandi støðug í allar ævir. Trúgvin broytist allatíðina alt eftir, hvar í lívinum tú ert, og tí má hon røkjast, um hon skal haldast á lívi í gerandisdegnum [...] hann skuldi presentera familjuna: "Eg og beiggi mín eru føroyingar, og hatta eru mamma og pápi, og tey eru indarar" - Í tí, hann segði tað, kendi eg eitt prik í hjartanum, men so hugsaði eg, hann hevur jú [...] Ein dagin fyri 14 árum síðani ringdi telefonin heima Kalpana Vijayavarathan, sum tá búði í Madras í India. Í hinum endanum hoyrdi Kalpana spentu røddina á mostur síni, sum byrjaði at greiða frá, at nú
nevna: Einastaðni verður skrivað, at presturin Folkvard í fyrstu útgávu av Norðlýsinum í 1918 sissar sóknarbørnini, tí hóast friður var undirskrivaður í Versailles um summarið o.s.fr... Sum Jústines væl veit [...] iði av slíkum slagi, hava lyndi til at leggja í so nógv í okkurt av tí tey koma fram á, og onkur dømi eru um tað í hesi bók. Tá ið tann 17 ára gamli Kaj í brævi til systrina skrivar, at hann av 10.000 [...] giftur maður í bóndahúsunum í Depli, har hon tænir. Hetta gevur einum fantasiríkum høvundi møgu-leikar at hugleiða - og her verður hugleitt, t.d. um eina dópsferð um fjallið til Klaksvíkar í okt. 1885, um
avgjørd, men áhugin er í øllum førum tilstaðar, sigur Lena og setur seg niður við borðið í stovuni í barndómsheiminum í Norðdepli. Pápi hennara er skipari, og tað eru fleiri aðrir skiparar í familjuni. Lena minnist [...] fríggjadag. Tað er ikki vanligt í Føroyum, at ein kvinna velur hesa lívsleið, men fyri Lenu hevur tað so at siga ongantíð verið nakað ivamál. Longu sum 11 ára gomul skrivaði hon í eina "Mine bedste venner" bók [...] Eg gangi bara í skúla At tað er sjáldsamt, at ein kvinna tekur skipsføraraútbúgving hevur Lena merkt ofta. So ofta, at tá hon varð spurd, hvat hon gjørdi, so svaraði hon bara, at hon gekk í skúla. Ikki uttan
gravsteinar doyggja so ongantíð út. Í desember mánaði í 1997 fór Bárður Lava Olsen í læru sum grótsmiður hjá Óla Nielsen á Ternuryggi í Havn. Bárður var fyrsti føroyingurin í fleiri áratíggju, sum fór undir [...] og í tí sambandi hevði Sjónvarp Føroya leitað sær niðan á Ternurygg at tosa við Bárð, um hvørjar møguleikar hann sá í at arbeiða við gróti. Nógv vatn er runnið í ánni, síðan speisku viðmerkingina í Degi [...] ikki í iva um, at meitilin, hamarin og grótið skuldi gerast hansara lívleið. ? Líka síðan í 3. flokki havi eg vitað, at eg tímdi ikki at ganga skúla. Eg dugdi hvørki at skriva stíl ella rokna í fólkaskúlanum
verða av hesum barni?" Vit høvdu í dag sagt, at Jóhannes var ein løgin snigil, tí tá hann byrjaði sín prædikaragerning, fór hann út í oyðimørkina í staðin fyri at lýsa í fjølmiðlum, og gera tað ómakaleyst [...] eisini í hinum báðu fyrru førunum. Um líkið liggur í songin, i kistuni ella í grøvuni er eitt feitt fyri okkum vanligu menniskju. Deyðin stigbendist ikki. MEN Jesus, sonur Guds, Gud opinberaður í holdi [...] Andin dalaði niður yvir Hann í likamligum líki sum dúva, og rødd kom av Himli: "Tú ert Sonur Mín, hin elskaði; til Tín havi Eg tokka." Eftir hetta varð Jesus av Andanum leiddur út í oyðimørkina og har fastaði
staðfesta at peningurin sum kemur inn ikki fer til mína fer, men óskorðin til hjálpina. Pápi mín, sum er á Sri Lanka er í fer við at kanna møguleikar hvussu vit kunnu byggja hús til tær familjur, sum hava tørv [...] til at fara yviraftur til summarið og tá kunnu tey í hava hug koma við. Eg fari tær næstu vikurnar at skriva nøkur lesarabrøv um nøkur broyting er í lógum etc. Á Sri Lanka. Eg vil at enda takka øllum [...] hetta uttan eitt stórt takk, og eg eri vís í at Føroyar fara at verða signaðar fyri tað sum gjørt er nú. Um tú hevur hug at stuðla hesum tiltakið so er konto nr. í Føroya Banka: 162.286.4 Takk fyri.
gjørligt at koma í samband við fólk, ið hava nógv meiri til felags við teg sjálvan enn tey, ið tú ert tvungin at vera saman við í bygdini ella í grannalagnum. At kjakast á netinum kann í besta føri gerast [...] tabukend í "veruliga" almenninginum. Í virtuella almenninginum kunnu tabu um alt frá kynslívi, blokkstuðli og átrúnaði verða beind av vegnum. Í virtuella almennininum sleppur hvør at siga sína meining, í hvussu [...] gera, t.d. "kjak". Leitiorðið "kjak" gevur í skrivandi stund 2417 greinar at leita ímillum, ið á ein ella annan hátt; í meiri ella minni mun snúgva seg um kjak. Í greinasavninum hjá Dimmalætting er samsvarandi
num, hevur Elin í mong ár verið aktiv í fimleiki. Hon hevur sitið í nevndini í Havnar Fimleikafelag, og síðani 2001 hevur hon staðið á odda fyri Fimleikasambandinum. Hartil hevur hon í átta ár ? harav [...] so er talan um dóttir nýkosna borgarstjóran í Havn, og sjálv dylir hon ikki fyri, at hetta at taka aktivt lut í politikki er nakað, sum meira ella minni er í genunum. - Tað ger tað nokk. Spurningurin um [...] okkum, men higartil havi eg aloftast hildið meg aftur, tí eg havi ikki vilja verið á sama lista, sum pápi mín. Hesaferð stillar hann so ikki upp, og so var tað ikki serliga trupult hjá mær at taka avgerðina
markerað seg í øðrum umstríddum nevndarsessum og er í dag javnan frammi sum nevndarformaður í Smyril Line. ????????? Fakta um Klæmint Føddur í 1950 Radiomekanikari í 1971 El-verkfrøðingur í 1976 Verkfrøðingur [...] árini. Hann var læknastjóri á Landssjúkrahúsinum í 11 ár, m.a. í turbulentu kreppuárunum fyrst í nítiárunum, og hann hevur umframt hetta verið virkin í ymsum nevndarsessum, sum hava havt tilknýti til heilsu [...] vælferð. ???? Fakta um Pál Føddur í 1949 Studentsprógv í 1969 Læknaprógv í 1977 Granskari síðan 1985 Yvirlækni síðan 1988 Læknastjóri frá 1989-2000 Granskingarlektari í umhvørvislæknafrøði síðan 1995 Núverandi